Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur T alan var um fantastiskt avrik hjá Pál Joen­sen í EM-kappingini. Men tað er í besta føri tekin um vantandi virð­ing, tá mið­ilin, sum hevur føroyska tjóð­ar­bygg­ ing millum aðalsetningar sínar, ikki er við á fremstu parkett Jú, eg veit væl, at tað er avmarkað við fíggjarorkuni hjá Kringvarpinum – og hjá privatu miðlunum fyri tað. Men skulu vit nakran tíð tosa um eina einstaka ítr­ótta­hending, sum hevði uppiborið kostnaðin av ferða­seðlum og uppihaldi, so var tað altso EM-lut­tøk­ an hjá Pál Joensen. Í kapping millum teir bestu í okkara heimsparti prógv­aði vágbingurin, at hann ikki smæðist burtur mill­um teir størstu. Dupulta EM-silvurið er uttan sam­meting størsta ítróttarbragdið, sum nakar før­ oy­ingur nakran tíð hevur staðið fyri, og sjálvandi fegn­aðist samlaða føroyska tjóðin almikið. Men myndirnar lótu vit Eurosport um, meðan bæði Útvarpið og Rás2 høvdu speakara heima í út­varps­ stovuni. Við allari virðing fyri Oyggjaleikum, fót­ bólts­landsliðnum og øðrum við, so tykist tað sum løgin raðfesting, tá orkan ikki er til at fylgja fremsta ítr­óttamanni okkara í hansara størstu avbjóðingum. Tá áðurnevndu hendingar eru á skránni, skortar ikki at senda beinleiðis. Mest sum óansæð, hvar í heim­ inum dystast verður. Sjálv­andi hava Oyggjaleikir og fótbóltslandsdystir eisini stóran týdning fyri okkum føroyingar. Og vónandi fara vit eisini í framtíðini at lesa, síggja og hoyra nógv til tað, sum tá fer fram. Men tá føroyingar taka lut í EM- ella kanska HM-finalum, so má tað vera eitt treytaleyst krav til einasta public service stovnin, at øll tjóðin kann fylgja við frá fyrstu parkett! Pál púra einsamallur www.ab.fo: Oddbjørn Joensen, venjari hjá AB “Tað var umráðandi at vit reistu okkum aftur í dag, eftir 3-0 tapið ímóti B36 í farnu viku. Vit skuldu hava stig í dag, og vit royndu eftir øllum 3 stigunum. www.b36.fo: Hóast spælt varð um kvøldið, so vóru vit ikki nóg vaknir í dag. Og tá vit so blundaðu heilt móti dystarenda, slapp føðingardagsbarnið avstað við øllum Á Rás2: Sámal Erik Hentze: Vit hava ikki gummibein www.hb.fo: Áskoðarafjøldin var ein tann minsta í langa tíð, og hóast tey sum vóru møtt ikki sóu nakran fantastiskan dyst, so fingu vit 3 trygg stig í posan, og tað er í síðsta enda tað sum telur. www.fsf.fo: Í undankappingini til EM-endaspælið í 1996 vóru Føroyar og Finnland eisini í bólki saman. Ta ferðina vunnu finnar 5-0 og 4-0. www.in.fo: - Eg verið úti í fýra til átta vikur, sigur Gert Hansen. Heimasíðurnar skriva: Ítróttar klumman Jákup Mørk ■ Aftaná allar javnarnar í seinastuni eru vit nú nóg birgir til at spæla sjampanjufótbólt í Gøtu og Leirvík :) (Um Víking-NSÍ) (VÍKING - NSÍ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Lukasz og Jonas mitt í “matchfixing” gølu – Eg vóni ikki hetta passar, skrivar Lukasz Cieslewicz um gøluna um avtala spæl, sum er komin fram í donsk­ um miðlum seinastu tíðina. Tal­an er um tveir dystir í 2010, har Hvidovre er partur av gøluna. Seks mans eru ákærd­ir í málinum, og fyri­ bils er bara navn sett á Lasse Krogh, sum er sonur Mog­ens Krogh, ið fyrr hevur ver­ið landsliðsmálverji hjá før­ oyska landsliðnum. Danskir miðlar skriva, at talan er um at spælarar hjá Hvidovre hava latið seg tapt við nógvum málum, og har­við vunnið sær pengar frá veddingarfyritøkum. Mál­ið røkkur heilt til Fil­ ips­oyggjarnar, har harkalið skal hava spælt ein part í má­linum. Í eina dystinum tapti Hvid­ovre heili 5-0 fyri Vejle, og í hinum dystinum tapti Hvidovre 4-2 fyri FC Hjørr­ ing. – Eg spældi í báðum dyst­ unum, men legði ikki merk­ is til nakað. Um hetta vísir seg at passa, so verið eg sera óður, skrivar Lukasz og legg­ ur afturat. – Her stríðast menn alt teir eru mentir, meðan aðrir gera avtala spæl. Eg skilji ikki hvussu nakar kann gera slíkt móti liðfeløgunum, sig­ ur Lukasz Cieslewicz, sum greitt tekur frástøðu frá av­ tal­aða spælinum. Málið gongur nú sína gongd. Lasse Krogh hevur um­vegis sakførara boðað frá, at fyrrverandi Hvidovre mál­verjin noktar seg sekan. trondur@sosialurin.fo Í Danmark eru seks spælarar ákærdir fyri avtala spæl í næst bestu donsku deildini. Talan er um tveir dystir hjá Hvidovre, har bæði Lukasz Cieslewicz(B36) og Jonas Flindt Rasmussen(KÍ) spældu við. Grannauppgerð í kvøld Seinasti dysturin í hesum 17. umfari verður spældur í kvøld í Fuglafirði, har ÍF tekur móti grannunum úr Víkingi. Til ber at fylgja dystinum beinleiðis á heimasíðuni hjá Miðlahúsinum, sum er in.fo. Dysturin byrjar klokkan 18.30. Pál og unnustan Malan Mynd: Malan Vitalis Bærendsen