Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95 ítróttur fótbóltur Tróndur Arge – FSF-húsið Spenningurin undan lands­ liðs­úttøkuni var helst størri enn hann hevur verið seinni ár­ini. Landsliðið hevur ikki verið samlað í longri tíð.,og seinasti dysturin við týdn­ ingi var í oktober, tá Súni Ol­ sen takkaði fyri seg á lands­ liðnum. Onkrir spælarar hava havt misjavna eydnu síðani tá, meðan eitt nú Víkingur hev­ur staðið seg væl í Ev­ ropa. Hetta hevur ikki gjørt upp­gávuna lættari fyri Lars Ol­sen, sum ikki so mikið sum hev­ur havt eina venjing við lands­liðnum síðani mars mán­aði. Tá nøvnini komu á skerm­in í FSF-húsinum varð greitt, at Lars Olsen hesa ferð hevði valt teir ungu, hvest líggj­an viðvíkjandi teimum mis­jøvnu, tikið støðuna hjá B36 til eftirtektar, og bara part­vís givið Víkingi vinning fyri ­søguliga avrikið í Europa League. Tórður aftur á landsliðnum Gunnar Nielsen og Teitur M. Gests­son eru sjálvskrivaðir á landsliðnum eftirhondini. Tí var mesti spurningurin um hvør skuldi verða triði mál­ verji. Her hevur Lars Olsen valt Tórð Thomsen úr B36 fram­um Kristian Joensen, sum hevur skift til Lyngby í Dan­mark. – Kristian hevur verið gjøgn­um eina umstrídda tíð, har hann skuldi skifta felag, men endaði aftur í NSÍ, fyri síð­ani at blíva útleigaður til B68. Hann hevur heldur ikki spælt annað enn á eyka­ liðnum og ein dyst í steypa­ kapp­ingini, sigur Lars Olsen, sum samstundis rósar Tórði Thom­sen fyri avrikini í mál­ in­um hjá B36. – Eg var faktist ongantíð í iva hesum viðvíkjandi, sigur Lars Olsen. Hørður, Bárður og Alex nýggir í verjuni Í verjupartinum vóru trý nýggj nøvn at síggja. Hørð­ ur Askham og Alex Mell­em­ gaard úr B36, og Bárð­ur Han­ sen úr Víkingi. Lars Olsen legði dent á fram­rætt­aðu evn­ini hjá bakkunum báð­ um, Bárði Hansen og Alex Mell­em­gaard. Bárður Hansen hevur í longri tíð prógvað seg á Effo- deild­ini, við góðum avrikum á høgra bakki hjá Víkingi og U21 landsliðnum. Alex Mell­ em­gaard er hinvegin eitt óskriv­að blað í landsliðshøpi. Hann hevur í ár spælt á vinstra bakki hjá B36 og stað­ ið seg væl. – Bárður Hansen stendur seg væl í landskappingini, og hann stóð seg sera væl í altjóða avbjóðingjunum í summ­ar. Alex Mellemgaard legði eg til merkis tíðliga í ár. Hann hevur staðið seg framúr væl,og tað er huga­ ligt, at vit her hava tveir vongverjar, sum eru góð­ir fótbóltsspælarar, og sum samstundis hava gott mál­ tev, sigur Lars Olsen. Hørður Askham hevur eins og Bárður Hansen víst síni evnir í Effo-deildini og á U21 landsliðnum, so tað kemur heldur ikki sum nak­að sjokk, at hann hevur fingið pláss á landsliðnum. Tveir spælarar, sum ikki eru komnir millum teir 24, sum vit hava sæð í landsliðshøpi fyrr eru Atli Gregersen og Erling Jac­ob­ sen – báðir úr Víkingi. Annars er verjan sum vit kenna hana við Jóhan Troest Dav­idsen, Jónas Tór Næs og Vilj­ormi Davidsen millum teirra. Brandur og Róaldur framum Heina Vatnsdal Í fjør bleiv Heini Vatnsdal met­tur sum framtíðar av­ loys­arin hjá Fróða Ben­ja­ min­sen, bæði á HB liðnum og á landsliðnum. Í ár hava av­rik­ini ikki staðið í mát við metingarnar og avrikini í fjør. Tað hevur kostað HB mið­vall­aranum plássið á lands­liðnum. MIllum teir nýggju á lands­liðnum eru Brandur Hendr­iks­son Olsen úr FCK og Róaldur Jakobsen úr B36. Brand­ur er enn ungur og hev­ur U19 aldur, men Lars Ol­sen sigur, at hann kann eins væl og hinir byrja inni. – Ståle Solbakken hevur havt hann á beinkinum á besta FCK liðnum, og onkra løt­una hevur hann verið inni á besta liðnum. Tá ið Ståle Solbakken kann brúka hann, so kunnu vit eisini, sig­ ur Lars Olsen. Róaldur Jakobsen hevur havt eitt gott kappingarár á miðvøllinum hjá B36. Lars Ol­sen viðgongur, at Róaldur Jak­obsen ikki er ein týpa, sum vit vanliga síggja á før­ oyska landsliðnum, men held­ur, at hann kann fylla pláss­ið eftir Súna Olsen. – Hann er ein av mongu B36 spælarunum, sum hevur stað­ið seg væl. Serliga síðani Súni Olsen ikki er tøkur long­ur, er tað upplagt at senda boð eftir Róaldi, sigur Lars Olsen. Lars Olsen hevur eisini valt at senda boð eftir Kaj Leo í Bartalsstovu, sum spæl­ir í trið bestu deildin í Nor­eg. Víkingur megnaði so seint sum í summar at koppa Tromsø úr næst bestu deild­ ini í Noreg. Hetta kann verða mis­vís­andi, men nú fáa vit so at síggja um Kaj Leo hevur ti­ k­ið ein fet rætta vegin, síð­ani hann valdi at skifta til norsk­ an fótbólt. Ongin Jóan Símun Edmundsson Lars Olsen hevur í samráð við toftamannin sjálvan ikki valt at úttaka annars fyrsta valið í álopinum. - Eg havi tosað við Jóan Símun nakrar ferðir. Hann er plágaður av skaða í rygginum, og tí er hann ikki tøkur at spæla á landsliðnum. Vit fáa at síggja, hvussu tað verður í næstu viku, tá ið steypafinalan leygarkvøldið er farin afturum. Eg fari ikki at útiloka, at Jóan Símun verður boðsendur, men fyribils verður tað ikki, sigur venjarin, og hann heldur fram: - Vit hava sent boð eftir teimum trimum – Páll A. Klettskarð, Klæminti A. Olsen og Arnbirni Hansen – og eg kundi havt boðsent onkrum aftrat. Hetta er positivur trupulleiki. Eg hugsi um Finn Justinussen og Andreas Lava Olsen, sum hava staðið seg ser væl í europeisku dystunum fyri Víking, sigur Lars Olsen. Landsliðsvenjarin legði afturat, at hesir 24 koma at spæla ein venjingardyst á Tórsvølli mikudagin. Talan verð­ur um venjingardyst á tvær ferðir 30 minuttir, og øll eru vælkomin at hyggja. Átta frá U21 landsliðnum Týsdagin 9. september, tveir dag­ar eftir A-landsdystin móti Finnlandi, skal føroyska U21 landsliðið spæla móti Mon­te­negro. Hesum hevur lands­liðsvenjarin – í samráð við U21 landsliðsvenjararnar – lagt upp fyri, so U21 lands­ lið­ið verður styrkt mest møgu­ligt til tann dystin. Teir spælararnir, sum hava U21 aldur, og ikki spæla ein stóran leiklut móti Finnlandi, vera við U21 lands­liðnum. Onkrir longu frá fríggjadegnum undan, með­an aðrir eftir dystin móti Finnlandi týsdagin. Tað kemur alt annað upp á hvussu nógv spælararnir verða brúktir. trondur@sosialurin.fo Lars hvest líggjan Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur úttikið 24 mans til ein bruttuhóp til dystin móti Finnlandi 7. september. Fimm nýggir mans eru við, meðan menn sum Jóan Símun Edmundsson, Heini Vatnsdal og Atli Gregersen ikki eru við Teir 24, ið eru úttiknir til dystin ímóti Finnlandi, eru hesir: Málverjar Gunnar Nielsen, Teitur M. Gestsson og Tórður Thomsen. Verjuleikarar Jónas Tór Næs, Viljormur Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Bárður Hansen, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø, Ári Mohr Jónsson og Alex Mellemgaard. Miðvallarar Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalstovu, Brandur H. Olsen, Róaldur Jakobsen, Pól Jóhannus Justinussen, Gilli Sørensen og Christian Lamhauge Holst. Framherjar Páll Klettskarð, Klæmint A. Olsen og Arnbjørn Hansen.