mánadagur 25. august 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Tað var ikki sørt gjørt burtur
úr, tá ið danska svimjilands
liðið fyrrapartin í dag lendi í
Kastrup. Orsøkin er tann, at
danir stóða seg so sera væl
í EM kappingini á langgeil,
sum í síðstu viku var í Berlin.
Tað eru serliga donsku
kvinnurnar, sum gera um
seg. Á longru teinunum á
mannfólkasíðuni eru bæði
danir og aðrir norðurlend
ingar ikki so mikið stinnir, at
teir í EM kappingini megn
aðu at svimja seg í finalurnar
á 800 metra og 1500 metra
teininum.
Einasta
norðurlendska
undantakið er føroyski Pál
Joensen. Hann venur saman
við
danska
landsliðnum,
og
danir
dylja
ikki,
at
teir eru imponeraðir av
honum, og at teir fegnir
høvdu havt føroysku langt
berandi rakettina á danska
landsliðnum. At Pál heldur
umboðar Føroyar ber ikki
við sær, at danir ikki unna
honum framúr góðu úr
slitini. Heldur er tað tvørt
urímóti. Danir og allir norð
urlendingar og øll onnur
gleðast saman við Páli og
føroyingum um framúr úr
slitini.
Seinnapartin fríggjadagin
eydnaðist tað Páli fyri aðru
ferð í tveir dagar at tryggja
sær silvur í EM á langgeil.
Hesa ferð var tað á 800 metr
um, og Pál var eins fegin,
sum hann var mikudagin, tá
ið silvurmerkið varð vunnið
á 1500 metra teininum:
– Hetta var júst sum í fyrra
førinum. Eg eri ógvuliga
fegin um taktiska avrikið.
Eg legði spakuliga fyri, og
so gekk tað væl at arbeiða
meg upp. Aftur hesa ferð
stóð Gregorio Paltrinieri úr
Italia seg framúr væl. Hann
var so nógv frammanfyri, at
eg ongan møguleika hevði
at vinna hann aftur. Tak
ið var at vinna á hinum
italiumanninum,
Gabriele
Detti, sum jú eigur metið.
Eg vónaði, at hann hevði ein
minni góðan dag, og tá ið 200
metrar vóru eftir eydnaðist
tað at fara frá honum, og tað
eri eg fegin um, sigur Pál Jo
ensen.
Gott lag í Vági
Í Vági vóru svimjarar og
onnur áhugað í Susvim
savnað í Stóra pakkhúsi at
fylgja stolta bygdarsoninum
í royndini enn eina ferð at
draga europeiskan málm til
bygdar. Millum hesi taldist
Jón Bjarnason, sum í nógv ár
var venjari hjá Páli Joensen.
– Vit vóru vitni til enn eitt
mest sum fullkomið avrik hjá
Páli. Hann legði varðliga fyri,
og kanska var hann aftastur,
tá ið teir vendu fyrstu ferð.
Men hann vísti, at hann
hevði tak á støðuni. Avrikið
var enn ein undirstriking av,
at Pál framvegis er partur av
heimselituni á longru teinun
um, og nú verður spennandi
at síggja, tá ið hann fer at
fyrireika seg til HM í Russ
landi næsta summar og til
OL í Brasil um tvey ár. Í Ber
lin hevur Pál prógvað, at fult
og heilt hevur reist seg eftir
vónbrotið í OL í London fyri
tveimum árum síðani, sigur
Jón Bjarnason.
Nýggju avbjóðingarnar
Tað er longu greitt, at Pál
skal taka lut í HM á stuttgeil
í desember og á langgeil
um
mánaðarskiftið
juli-
august næsta summar. Í
desember verður kappast
í Doha í Qatar. Tann kapp
ingin verður frá 3. og til 7.
desember. Kappingin á lang
geil verður í Kazan í Russ
landi frá 24. juli og fram til 9.
august næsta summar.
Kravtíðin at sleppa upp í
part á 1500 metrum í Russ
landi næsta summar er
15:14.18. Fyrsta kappingin at
kvalifisera seg var EM í síðstu
viku í Berlin. Tá var tíðin hjá
Páli 14.50.59, sum er næstan
ein hálvan minutt skjótari
enn kvalifikatiónstíðin!
Á tindinum á
1500 metrum
Stóri spurningurin er so,
hvussu tað fer at vignast, tá
ið Pál Joensen enn eina ferð
fer at luttaka í HM kapping.
Tá ið hann mikudagin
vann silvur í EM á 1500 metr
um segði fyrrverandi venjar
in hjá Páli, Jón Bjarnson, so
leiðis um avrikið:
– Hann tók meg á bóli.
Eftir innleiðandi hevði eg
ikki gott mót, og undan
finaluni var eg bangin fyri,
at hann fór at enda aftast.
Pál er 23 ára gamal og elsti
maður. Hann hevur fleiri
royndir enn hinir, og tað vísti
hann. Hann legði varðliga
fyri, men so fór hann at taka
seg fram, og tá sást, at hinir
høvdu verið ov bragdligir
fyrstu løtuna. Hatta var fant
astiskt, og eg rokni hetta at
vera størsta bragdið, sum
Pál nakrantíð hevur megnað,
sigur Jón Bjarnason, og hann
heldur fram:
– Í 2010 vann Pál silvur í
EM í Budapest, men avrikið
í Berlin var betri, enn tað var
fyri fýra árum síðani: Tá var
hann í betri venjing enn nú,
men avrikið var so nógv betri
í Berlin, tí hann disponeraði
kappingina framúr hesa ferð,
heldur Jón Bjarnason, sum
er vísur í, at Føroya fremsti
svimjari og ítróttarmaður
eisini komandi árini fer at
vera við til at seta dám á al
tjóða svimjing:
– Hóast hann er elsti mað
ur í Berlng, so er hann bara 23
ára gamal. Tá ið HM verður
í Russlandi næsta summar,
so vera tað fleiri væl eldri
kappingarneytar við, og Pál
svimjing
Bestu tíðirnar í Pan Pac Championships, sum í síðstu viku var í
Australia, siga, at føroyska svimjistjørnan hevur góðar vánir at standa
seg væl í HM kappingunum, sum standa fyri framman
Pál
setur sær
nýggj mál
Mynd: Malan Vitalis Bærendsen