mánadagur 25. august 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95
ítróttur
fer sjálvandi at stríðast fyri
at vera við í toppinum. Vit
vita, at tað verður torført,
men um hann framvegis
verður motiveraður, og venj
ingarstøðan verður uppaftur
betri, enn hon nú er, so er
møguleiki fyri, at Pál eisini tá
fer at røkka í finaluna, sigur
Jón Bjarnason.
Jón Bjarnason vísir altso
á, at veningarstøðan hjá
Páli onkuntíð hevur verið
betri, enn hon er nú, og at
Pál hevur ment seg ógvuliga
nógv í taktiska partinum.
Tað er júst hetta, sum Pál
Joensen sjálvur sigur vera
størstu orsøkina til, at tað
vignaðist so væl, sum tað nú
gjørdi.
Vónbrotið í OL í London
fyri tveimum árum síðani
mundi ikki minst komast
av, at Pál ótilvitað av darv
aður av stóra fokus, sum var
á kappingini. Nú er hann
búnaður, og um venjing
arstøðan verður uppaftur
betri, enn hon nú er, so kann
tað fara at verða heilt spenn
andi í teimum báðum HM
kappingunum, sum næsta
árið eru fyri framman.
Avbjóðararnir
Meðan EM var í Berlin í
síðstu viku, var ein onnur
risa stór svimjikapping á
langgeil í Gold Coast í Austr
alia. Hon nevnist Pan Pac
Championships, og har lut
tóku nógvir av bestu svimjar
unum í heiminum, tá ið sæð
verður burtur frá europear
unum.
Flestu
sigrarnar
vann
USA, og Australia og Japan
vunnu eisini nógv. Tað er ikki
ókent, at Kina eigur onkrar,
sum standa seg óvanliga væl
á longu teinunum. Hóast
Kina var við í kappingini í
Australia í síðstu viku, so
vann Kina ikki á longu tein
unum. Har vóru tað hesir,
sum vunnu á longu teinun
um:
800 metrar í
kappingini í Australia:
Ryan
Cochrane,
Kan
ada, 7:45.39, Mack Horton
Australia, 7:47.73 og Connor
Jaeger, USA, 7:47.75.
Vinnaratíðin hjá Gregorio
Paltrinieri, Italia, í Berlin í
síðstu viku var 7:44.98. Tað
vil siga, at italiumaðurin
eisini hevði vunnið gull, um
hann luttók í kappingini í
Australia. Silvurtíðin hjá Páli
Joensen var 7:48.49. Henda
tíðin hevði ikki rokkið til
heiðursmerkjapláss í kapp
ingini í Australia.
1500 metrar í
kappingini í Australia:
Connur Jaeger, USA 14:51.79,
Ryan
Cochrane,
Canada,
14:51.97 og Mack Horton,
Australia, 14:52.78.
Bestu tíðirnar á longsta
teininum í Berlin mikudagin
vóru hesar: Gregorio Paltri
nieri, Italia, 14.39.93, Pál Jo
ensen, Føroyar, 14.50.59 og
Gabriele Dette, Italia, 14.52.53.
Tølini siga, at besta EM
tíðin var so nógv betri, enn
hon var í kappingini í Austr
alia. Eisini í hesi kappingini
hevði Gregorio Paltrinieri,
vunnið gull, og Pál Joensen
hevði vunnið silvur.
Tað er langt til Doha og
desember og Kazan og næsta
summar.Tað er framvegis
neyðugt við risa íløgu, um
Pál Joensen skal hava vón
ir um at røkka uppaftur
fleiri glæsiligum úrslitum,
og tað kunnu vera nógvir
snávingarsteinar á vegnum.
Men tølini siga, at serliga
á 1500 metra teininum eru
fyritreytirnar hjá føroysku
heimsstjørnuni eins góðar,
sum tær eru hjá øðrum
heimsstjørnum. Pál setur
sær nýggj mál, og vit fylgja
honum øll í strembanini at
røkka teimum!
svimjing
800 metra finalan í EM
á langgeil í Berlin fríggjdagin 22. august
1. Gregorio Paltrinieri, Italia, 7:44.98
2. Pál Joensen, Føroyar, 7:48.49
3. Gabriele Detti, Italia, 7:49.35
4. Stephen Milne, Bretland, 7:50.64
5. Jan Micka, Tjekkia, 7:52.19
6. Gergely Gyurta, Ungarn, 7:55.47
7. Ferry Weertman, Holland, 7:55.57
8. Richard Nagy, Slovakia, 7:56.28
1500 metra finalan í EM
á langgeil í Berlin mikudagin 20. august
1. Gregorio Paltrinieri, Italia, 14.39.93
2. Pál Joensen, Føroyar, 14.50.59
3. Gabriele Dette, Italia, 14.52.53
4. Stephen Milne, Bretland, 14.53.83
5. Jay Lelliott, Bretland, 14.58.74
6. Gergely Gyurta, Ungarn, 15.03.26
7. Richard, Nagy, Slovakia, 15.11.97
8. Antonio Perez, Spania, 15.16.21
Mynd: Polfoto