Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur KÍ sigurin á B36 gloppar fyri spenningi um FM heitið, og nú er spurningurin, um klaksvíkingar eftir úrtøku ímóti tveimum av trimum teimum ovastu eisini fara at megna at gera nakað við sannførandi HB fótbóltur Jóannes Hansen 0-0 á heimavølli ímóti B68 og 1-1 ímóti illa skaðaplágaða ÍF. Tað legði ikki upp til serliga úr­tøku á útivølli ímóti Vík­ ingi og so B36. At tað kann ganga skjótt hvønn vegin í fót­bólti eru úrslitini seinastu ferð­irnar hjá KÍ staðfesting av. Í gjárkvøldið fóru tey í bláu leguni á 110 ára føð­ing­ ardegnum hjá KÍ úr Gunda­ dali við fullari úrtøku ímóti higartil suverena topp­lið­ num. Og eftir fyrsta sigurin á úti­vølli síðani í fyrsta umfari kenn­ist alt tað at bera til, sum í fleiri mánaðir hevur ver­ið óhugsandi. KÍ málverjin Meinhardt Jo­en­sen hevði sína frá­greið­ ing eftir 1-0 sigurin á B36: – Hetta var ein mann­ fólka­sigur og arbeiðssigur. Vit eru greiðir yvir, at vit ikki hava verið á toppinum, og at hug­burðurin og arbeiðið ikki hava verið nóg gott. Stutta frá­greiðingin er, at vit hava ver­ið illa skaðadarvaðir, og at vit hava verið óvanliga nógv darv­aðir av leikbannum. Nú eru allir tøkir, og tað sæst bein­anvegin á avrikunum. Jon­as Flindt Rasmussen er aft­ur í miðverjuni, og tað er ein framúr fyrimunur. Nú kunnu vit skifta fleiri út, utt­an at liðið viknar, og eftir úr­slitini seinastu ferðirnar ætla vit okkum meiri. Tað eru seks umfør eftir, og tað er framvegis møguleiki fyri, at vit kunnu røkka tí, sum vit hava ætlað okkum, sig­ur Meinhardt Joensen, mál­verj­ in hjá KÍ. Undan kappingarbyrjan søgdu klaksvíkingar, at teir ætlaðu sær at røkka eur­op­ e­isk­um plássi. Tað eru fýra stig og verri málmunur fram til EB/Streym á fjórða plássi, og um tríggjar vikur - tá ið tað eftir steypafinalu og lands­dyst aftur verður farið und­ir landskappingina – fær KÍ vitjan av HB! – B36 er eitt gott lið, men í dag var avrikið hjá teimum ikki so gott, sum tað plagar at vera. Vit høvdu tak á tí. Burt­ ur­sæð frá langskotinum hjá Ró­aldi Jakobsen í 1. hálvleiki, sum eg sá seint, so var tað ikki so vandamikið. Vit vistu, at vit fóru at fáa onkran stór­ an møguleika, og tað var ein góð kensla og staðfesting av breidd­ini, tá ið vit skoraðu sig­ursmálið. Innskifti Henry Heinesen sneiddi seg leys­an, og innskifti Bárður J. Heine­ sen stýrdi við nærra stólp­an bóltin í málið, vísir KÍ mál­ verj­in á. Eingin panikkur Eftir at gongdin hevur verið frá sigri og til sigur hevur B36 tríggjar tær seinastu vik­urnar tvær ferðir staðið eft­ir við ongum. Felags fyri gongd­ina í 1-0 tapunum við Marg­áir og í gjárkvøldið er, at B36 leikliga hevur verið om­aná. B36 venjarin sigur seg ikki kvíga fyri gummibeinum, og at hetta verður gongdin næstu vikurnar: – Eg kann ikki seta ein fing­ur á leikliga avrikið. Vit spældu okkum til fleiri stór­ ar møguleikar, og vit so at siga hildu teimum burtur frá møguleikum. Men hetta var ein av døgunum, tá ið tað ikki riggaði, og so mugu vit fara víðari. Tað eru ikki vit, sum fokusera á, hvussu støð­an er í toppinum. Tað ræð­ur um at vera ovast, tá ið 27 umfør eru av. Spælararnir eru sinniliga væl fyri, og vit ætla okkum framvegis at vera bestir, tá ið kappingin er av, sigur Sámal Erik Hentze. Næstu ferð fær B36 vitjan av Víkingi! Víkingur skrædlaði grannarnar Hægsta máltal og saman við 5-0 heimasigri á Skála størsti Vík­inga sigurin á árinum. Tað var veruleikin, tá ið Eiler Ras­mussen bríkslaði fyri síðstu ferð í dýrdarveðrinum í Gøtu í gjár. Tað riggar ikki hjá NSÍ ímóti øðrum enn trimum teim­um niðastu. 6-1 tapið er tað størsta á árinum, og Trygvi Mortensen ásannar, at hesa ferð var talan um stór­an lúsing: – Vit hildu okkum vera væl fyrireikaðar, og vit løgdu væl fyri. Men tá ið teir í handavend løgdu seg fram­ um við tveimum málum, so megn­aðu vit ikki at svara aft­ur. Teir sektaðu okkara óneyv­leika, og teir vóru fram­úr raskir, arbeiðssamir og skarpir, staðfestur NSÍ venj­arin, sum harmast, at tað eru tríggjar vikur, áðrenn tað verð­ur møguleiki at reisa seg. AB er á skránni næstu ferð: – Vit hava vunnið fleiri stór­sigrar ímóti teimum nið­ astu, men gongdin seinastu vik­urnar hevur víst, at AB ikki kann roknast at vera botn­lið. Fyri okkara vónir at røkka europeiskum plássi kom tað væl við, at AB hesa ferð megnaði javnleik ímóti EB/Streymi. Í Víkinga leguni er lag­ ið gott, nú fokus er sett á steypafinaluna leyg­ar­kvøld­ ið. 6-1 sigurin var kærkomin á so mangan hátt: – Tað bar til at gera skift­ingar longu tíðliga í 2. hálvleiki, tá ið vit vóru komn­ir framum 4-0. Allir vístu gott avrik, og tað er ein góð kensla, at tað eydnaðist at vinna so sannførandi, eftir at vit fimm ferðir á rað hava ver­ið partur av javnleikum. Vit vóru frammanfyri við trim­um í hálvleikinum, og Sig­fríður bað okkum halda fram í sama lagi og ikki taka okk­um aftur at verja. Eingin or­søk var til tað, tí spælið hekk so væl saman, at tað var ein fragd at vera við til, sig­ur Víkinga toppskjúttin Finn­ur Justinussen, sum var tví­faldur málskjútti og legði upp til tvey mál: – Tað er altíð ein góð kensla at skora mál. Tvær tær seinastu ferðirnar er tað ikki eydnast, men nú eydn­aðist tað beinanvegin. Bárður Olsen AB-fjeppari Ikki ein av mest spennandi dyst­un­um eg havi sað. AB hevði tó helmingin av spælinum og skuldu fari við øllum stig­un­um, men tað endar sum tað gjørdi á Ólavsøku. Sunda­lags­menn sleppa við sjokkinum og stjala eitt stig við sær til húsar aft­ur. fjeppara sms Allan Enghamar HB-fjeppari Góða eydnu í 1.deild B68. So fingu vit eisini klípt 3 stig av leiðsluni hjá hvítu tikarunum. Synd um teir fáa gummibein nú fjeppara sms Jóannes Niclasen B36-fjeppari At standa model til sovori lort skal man leita longi eftir og Jákup..nær lærur tu at halda kjaft...nú tottar saman um.. HVÍTIR fjeppara sms Nú er eldur í aftur