Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95 ítróttur fótbóltur Tá verður tað lættari at spæla, so hetta var akkurát fyri, og nú gleða vit okkum til finaluna. Hetta verður størsti dystur á árinum, og vit rokna við, at tað verður tætt og spennandi, sigur Finn­ur Justinussen, sum nú hev­ur skorað trettan mál, og er trý aftanfyri Klæmint A. Olsen, sum framvegis er topp­skjútti, men sum í gjár ikki varð serviseraður av lið­ fe­løgunum á sama hátt, sum Finn­ur Justinussen var tað. HB motorurin gongur stútt og støðugt Undan kappingarbyrjan var HB málið at vinna bæði lands­kapp­ingina og steypa­ kapp­ing­ina. Um tað skal eydn­ast at vinna steypa­ kapp­ing­ina fyri fyrstu ferð í tíggju ár verður avgjørt í fin­al­uni ímóti Víkingi leyg­ ar­kvøldið. Møguleikin at vinna FM hava teir í HB ikki tosað so nógv um, tí tað hevur ging­ið so væl hjá B36. Í gjár eydn­að­ ist tað at toga trý stig inn á grannarnar, og nú skal bara eitt B36 kiks til aftrat, áðr­enn møguleikin fyri FM fin­alu í 27. umfari millum grann­ar­ nar í Gundadali verður veru­ leiki. Tað tók meiri enn ein hálv­an tíma hjá HB at fáa hol á. Eftir 1. hálvleik var støðan 2-0, og tá ið leiðslan tíðliga í 2. hálvleiki varð økt til 3-0, snúði tað seg um at varðveita og spara lyklaspælarar til steypa­finaluna. HB venjarin Heðin Ask­ ham og hansara menn hava dug­að væl at undirspæla møgu­leikan at vinna FM, og HB venjarin fer ikki uppfrá, nú fjarstøðan til grannarnar tódn­aði til fýra stig: – Vit spældu hampuliga væl í fyrra hálvleiki, og eg eri fegin um, at tað eydn­að­ ist at vinna 3-0. Satt at siga hevði eg roknað við tor­førari avbjóðing, tí tað kundi seta B68 eyka upp, at lið­ið upp undir dystin var so nið­ur­ gjørt í miðlunum. Hetta var góð fyrireiking til steypafinaluna? – Tað verður heilt onnur av­bjóðing. Saman við B36 er Víkingur besta liðið í land­inum, so vit rokna við spenn­andi avbjóðing, sigur HB venjarin. Nú eru tíggju stig frá B68 og fram á 8. plássið og bjarg­ingina. B68 miðvallarin André Olsen ásannar, at tað sær torført út: – Men so leingi møgu­leik­ in er har, so fara vit at arbeiða fyri tí, og hugburðurin er fram­vegis góður, hóast úr­sli­ t­ini ikki eru tað. Næstu ferð spæla vit ímóti ÍF, sum er dygst omanfyri strikuna. Úr­ slitið í tí dystinum verð­ur av­ ger­andi. Ímóti HB megn­aðu vit at halda tætt í meiri enn hálvan tíma. Eingin ivi er um, at HB var væl betri enn vit, men við iðra okkum um, at øll málini vórðu skorað eft­ ir returbóltar, sigur André Ol­sen. Funnu ikki meskarnar Fyri aðru ferð í ár endaði tað javnt millum AB og EB/ Streym á Argjum. Tal­an var ikki um nógvar upp­lagd­ar málmøguleikar. EB/Streym­ ur var omaná í 1. hálvleiki, tá ið gestirnir høvdu lotið und­ an, og eftir steðgin var tað heima­liðið, sum trýsti meiri. – Eitt stig í part og einki mál undirstrikar dyst­ar­ gongd­ina. Fyri okkum var tað kærkomið at vinna stig aft­ur eftir stóra tapið ímóti B36. Men við iðra okkum um, at vit ikki megnaðu at skora, tá ið vit fram ímóti dyst­ar­ enda løgdu trýst á, sigur AB mál­verjin Heðin Stenberg. EB/Streyma veteranurin Egil á Bø er samdur í, at úr­ slit­ið er góð mynd av dyst­ar­ gongd­ini: – Tað vóru ikki nógvir upp­lagdir møguleikar. Í 2. hálv­leiki ætlaðu vit at dúva upp á skjót mótálop, men hesa ferð riggaði tað ikki, sig­ ur Egil á Bø. Víkingur vann, og harvið er bronsan longri burtur hjá tykk­um? – Vit eiga Víking á heima­ vølli. Tað verður lykla­upp­ gerð í kappingini um bronsu­ pláss­ið! Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen (Ingi Sørensen, 56.), Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hallur Hansson (Sámal Jákup Joensen, 83.), Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus - Sølvi Vatnhamar Finnur Justinussen, Heðin Hansen (Philip Djordjevic, 56.) NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen ■, Einar Tróndargjógv ■ – Árni Frederiksberg (Michal Przybylski, 81.), Magnus H. Olsen ■, Jann Martin Mortensen ■, Harald R. Højgaard (Justinus R. Hansen, 54.), Andy Olsen (Meinhard Olsen, 68.) – Klæmint A. Olsen HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos – Levi Hanssen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen (Teit Jacobsen, 87.) Pál Mohr Joensen (René S. Joensen, 81.) - Andrew av Fløtum - Poul Ingason ■ (Adrian Justinussen, 76.) B68: Hans Jørgensen – Kristian Anton Andreassen, Oddur Højgaard, Ovi Brim ■, Mads Rosenberg – Hákun Edmundsson, Evrard Blé, Jóhan Dávur Højgaard, André Olsen (Niklas Poulsen, 62.) – Ibrahim Camara, Óli H. Olsen (Andrias á Líknargøtu, 81.) B36: Tórður Thomsen ■ – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslevic, Símun Joensen ■ (Árni G. Nielsen, 53.) – Jákup á Borg ■, Adeshina Lawal (Andrias Eriksen, 90.), Rógvi Poulsen (Rasmus Dan Sørensen, 89.) KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Jonas Flindt Rasmussen, Ísak Simonsen ■, Heðin á Lakjuni – Ndende, Ivan Joensen ■ (Henry Heinesen, 61.), Hjalgrím Elttør – Álvur F. Christiansen (Bárður J. Heinesen, 70.), Páll A. Klettskarð, Tórur Justesen (Heðin Klakstein, AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg (Andras B. Vágsheyg, 70.), Sorin Anghel, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen - Magnus Egilsson ■ (Sandri Færø, 90.), Mikkjal T. Hentze, Bárður Olsen, Hørður Mohr – Jógvan Skeel Nolsøe ■, Aleksandrs Cekulajevs, Mikkjal T. Hentze EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs ■, Egil á Bø ■, Gert Hansen, Jóhannes Hansen – Niels Pauli Danielsen, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen - Gunnar Zachariasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen 1-0: Finnur Justinussen 11. 2-0: Súni Olsen 13. 3-0: Hallur Hansson 38. 4-0: Sølvi Vatnhamar 56. 4-1: Árni Frederiksberg 58. 5-1: Sølvi Vatnhamar 67. 6-1: Finnur Justinussen 84. Dómari: Eiler Rasmussen 1-0: Poul Ingason 35. 2-0: Pál Mohr Joensen 38. 3-0: Fróði Benjaminsen 54. Dómari:  Dagfinn Forná (3-0) 6-1 (2-0) 3-0 0-1: Bárður J. Heinesen 87.. Dómari: Petur Reinert (0-0) 0-1 Dómari: Lars Müller (0-0) 0-0 Aftaná allar javnarnar í seinastuni eru vit nú nóg birgir til at spæla sjampanjufótbólt í Gøtu og Leirvík :) (Um Víking-NSÍ) SMS til 3. hálvleik Myndir: Sigmar Mørkøre Kristian Joensen KÍ-fjeppari Ein fantastisk føðingardagsava á 110 ára degnum. Fimm B36 leikarar á landsliði ?? Eg standi spyrjandi. Nú er Europa í eygsjón aftur. Hetta var ikki ein gáva til HB, tí teir taka vit komandi dyst. Koyr á KÍ fjeppara sms John Andersen NSÍ-fjeppari Fúl skomm!! Víkingur hevur ikki duga at vunni dystir seinastu nógvu umførini í Effo-deildini, og nú hólva teir okkum av. Hetta sigur meira um NSÍ enn um Vík­ ing.. Lat meg sleppa at seta liðið næstu ferð fjeppara sms Rúni Klein Joensen Víkinga-fjeppari Vit ræðast ikki Biiir í Sarpugerði, tað er heldur umvent. Tað var klassamunur aftur hesaferð á Víkingi og NSÍ 2 dystir og 9-1 í málúrtøku ímóti NSÍ vísir bara hvussu nógv betur vit eru. Vit spældu NSÍ sundur og saman, vælvitandi um at NSÍ eru eitt betur lið enn teir vístu í dag. Vit eru klár at geva HB sama umgang komandi leygardag á Tórsvølli. Fantastiskt dreingir. WLYV fjeppara sms Jógvan Hendrik Johannesen B68-fjeppari Ja hvat skal man siga? Ikki tann stóri munurin í opnum spæli, men vit gera aftur feilir, ið HB dugur, at straffa. Hvat skuldi HB uttan Toftamenn fjeppara sms Rógvi Dam EB/Streymur-fjeppari Eg sá ikki dystin vegna arbeiði. Lort at Gert bleiv skaddur, og eitt stig er ok sum vit spældu. Nú Skála vit vinna til næsta dyst. Saman standa vit sterk. fjeppara sms Mánakvøldið kl. 18.00 Skála-ÍF Alex Troleis