mánadagur 25. august 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Nú sansar at hjá fiskimálaráðharranum
Frank Davidsen
Sørvági
Sambært Jákupi Mikkelsen,
formanni Fólkafloksins á
tingi, kann flokkurin ikki liva
við tí vinar- og kenningar
politikki, ið fiskimálaráð
harrin hevur ført seinastu
nógvu árini.
Samstundis er tann fyrr
so harðmælti og arroganti
fiskimálaráðharrin nú sum
hamsskiftur. Í Degi og Viku
herfyri líktist hann nærum
einum piprandi kanariufugli,
tá spurningar um gøluna
við Asbjørn Senior vóru
havdir á lofti. Samstundis
var hyggjarin vitni til ein
skelkaðan landsstýrismann,
ið mól sum hundur um
heitan greyt, eins og hann
varð noyddur at krúpa í eitt
politiskt músahol ístaðin
fyri at argumentera fyri tí
poltiska anarkii, ið hevur
valdað í Fiskimálaráðnum,
meðan hann hevur umsitið
fiskivinnumál.
Sjálvt um hann hevur
verið arkitekturin til tað
anarki, ið hevur valdað, segði
hann seg tó ikki hava nakran
lut í tí gølu, sum formaður
Fólkafloksins á tingi nú
krevur eina frágreiðing frá
landsstyrimanninum uppá.
Hinvegin so legði fiskimála
ráðharrin
samgonguna,
sum sat í 2011, undir at hava
útskrivað eitt varandi fiski
loyvi, sum hann var noyddur
at fyrihalda seg til.
Hetta er beinleiðis ósatt,
samstundis
sum
henda
jánkasliga og ósanna útsøgn
prógvar, hvussu djúpt polit
iskt Jacob Vestergaard er
sokkin. Nú roynir hann at
renna undan sínum egna
skugga, aftaná at hann hevur
verið undangongumaður í tí
politiska svansinum, sum
hevur valdað í Fiskimálaráð
num.
Hann veit væl, at talan var
um eina generella orðing í
lógini um, at kom eitt reiðarí í
eina støðu, sum kundi metast
sum ein serstøða – “force
majeure” – sum til dømis eitt
havarí, so kundi reiðaríið leiga
skip inn, og flyta veiðiloyvi
frá skipinum, ið varð komið
illa fyri, yvir á leigaða skipi.
Samstundis stendur púra
greitt, at ásetingin bert var
galdandi fyri 2011, og hon fór
sostatt úr gildi á midnátt 31.
desember 2011.
Í 2010 hevði Jacob Veste0
rgaard sjálvur blástemplað
veiðiloyvini hjá Athenu og
Poseidon, tá hann fyrst avtók
ræðisavmarkingina á hesum
báðum skipunum, og harnæst
uttan viðmerkingar gjørdi
veiðiloyvini
permanent.
Fiskimálaráðharrin
varð
herfyri í løgtinginum spurd
ur av millum annað Bill
Justinussen, um loyvið hjá
Athenu, sum varð givið við
serlóg, nú varð eitt nýtt loyvi,
og um endurgjaldskrav fór at
verða reist, um eigarnir ikki
longur fingu makrelloyvi.
Ta var eitt margháttligt
og einkissigandi svar, ið Bill
Justinesen fekk frá fiski
málaráðharranum. Athena
var ein partur av føroyska
veiðiflotanum, segði hann,
men um veiðiloyvið var
galdandi allar ævir, tað visti
fiskimálaráðharrin
ikki.
Hetta svarið er bert ein
staðfesting av, at nú sansar at
hjá sitandi fiskimalaráðharra,
og hann er komin har út, har
eingin
politiskur
botnur
er. Lógin um vinnuligan
fiskiskap frá 1994 er av sitandi
fiskimálaráðharra vorðin so
misbrúkt og tambað, at hon
fyri tað eisini kundi verið
brúkt til í sambandi við ætl
anirnar hjá honum um at
privatisera landsjørðina.
Um nevndu loyvi vórðu
skrivað út til tey økir, sum í
dag einki fáa burtur úr hesum
velduga makreltilfeingi, so
var ein meining við galskap
inum.
Men ístaðin skrivar fiski
málaráðharrin eitt fiskiloyvi
út til eitt skip, sum fyri fleiri
árum síðan er upphøgt og
selt sum gamalt jarn.
Sjálvsagt takkar felag
ið Thor í Hósvík fyri fiski
loyvið, sum felagið selur
víðari fyri milliónaupphædd
til eitt reiðarí, sum fyri
tveimum árum síðan frá
Fiskimálaráðnum fekk eitt
fiskiloyvi til royndafiskiskap
eftir hvitingsbróðuri.
Men nú sær tað út til, at
tað er eitt danskt reiðarí,
ið skal fiska burtur av
makrelkvotuni í føroyskum
sjógvi, tá avtornar. Sostatt
er ruðuleikin fullkomin, nú
tann føroyski Fólkaflokkurin
er farin at selja og útflyta
fiskiloyvir til spekulantar í
Danmark, meðan áhugaðir
føroyingar sita við sviðusoð.
Tískil sær ta út til, at
Jacob Vestergaard fyribils
hevur útspælt sín leiklut
sum landsstýrismaður í fiski
vinnumálum.
Samstundis
sæst á øllum brøgdum, at
hann tykist hava fingið kaldar
føtur, nú eitt reiðarí hevur
stevnt
Fiskimálaráðnum
fyri tað óskil og tann órætt,
ið hevur valdað úti í Fski
málaráðnum, meðan sitandi
fiskimálaráðharri
hevur
valdað har.
Festivalurin takkar fyri stuðulin
Nevndin í Sørvágs Country-
& Blues festivali vil av øllum
sínum hjarta takka øllum
fyri stuðulin vit fingu til
okkara triðja festival, sum
var í døgunum 13. og 14. Juni
2014. Somuleiðis vilja vit
takka Sørvágs kommunu,
grannum til festivaløkið og
øllum teimum mongu, sum
hjálptu til at fáa festivalin
so væl avgreiddan.
Uttan stuðulin okkum
varð
veittur hevði ikki
borðið til at skipa fyri einum
so stórum tiltaki.
Vit eru sera væl nøgd við
undirtøkuna
festivalurin
fekk,
afturmeldingarnar
hava
verði
sera
jaligar,
bæði frá tónleikarum, ljóð-
&
ljósfólki,
hjálparfólki
og
teimum,
ið
vitjaðu
festivalin.
Nevndin
í
Sørvágs
Country- & Blues festivali
hevur gjørt av aftur at skipa
fyri festivali komandi ár,
dagarnir eru settir til fríggja
dagin 05. og leygardagin 06.
juni 2015.
Sum á teimum undan
farnu festivalinum verður
stórur dentur lagdur á tað
familjuvinarliga
tiltakið.
Hetta tiltakið skal verða eitt
tiltak sum øll familjan kann
verða saman um, uttan at
tað skal kosta nógv meira
enn atgongumerkið.
Enn einaferð, takk fyri
stuðulin og takk fyri gott
samstarv.
Vinarlig heilsan
Nevndin í Sørvágs
Country- & Blues festivali
Jógvan Philbrow tók seg fyrr í summar úr nevndini í Føroya Pedagogfelag, men útvarpið vendi alt á høvdið,
tá tað fekk høvuðsorsøkina at vera misnøgd við nevndina í felagnum, sigur hann. Frustrasjónirnar, ið fingu
hann at pakka saman, galda almennu arbeiðsgevararnar og ikki Pedagogfelagið, leggur hann dent á.