mánadagur 25. august 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Ein tími í samfelagsfaki í
studentaskúlanum í Hoy
dølum fyri 29 árum síðani -
tann 22. august í 1985, endaði
umborð á skipinum hjá Paul
Watson, Sea Shepherd, sum
lá í Nólsoyarfirði.
Tað var 3. g, sum hevði
samfelagsfak hendan dagin
– og undirritaði var ein av
næmingunum, sum høvdu
samfelagsfak við Zakariasi
Wang. Og tí var freistandi at
lokka Zakarias í bát og út at
hitta hendan løgna mannin,
sum var komin allan vegin
úr Kanada at fáa orðið á Atla
Dam, løgmann, fyri at fáa
hann at steðga grindadrápi
eina ferð med alla.
Vit okkurt um 15 studen
taskúlanæmingar
koyrdu
oman á Skálatrøð, har bát
urin »Advokaturin« hjá Tór
móði Djurhuus lá. Sonur
hansara, Gunnar, var skipari
okkara og førdi okkum niðan
í Nólsoyarfjørð, har Sea
Shepherd lá fyri akker nakað
norðralaga út fyri Boðanesi.
Teir vóru blíðir umborð á
hesum trolaranum, sum ikki
sá út av nógvum. Útgerðin á
brúnni minti um útgerðina
á einum vanligum útróðrar
báti. Niðri í kabússini beyð
Paul Watson okkum ein te
munn.
Og hann fortaldi um hesi
gløggu djórini, sum hvalir
– eisini grindahvalir vóru.
Minnist at hann fortaldi, at
hann var vinur við ein bóg
hvítuhval.
– Vit plaga at svimja sam
an, og eg plagi at koyra armin
inn í kjaftin á honum, og tað
dámar honum so væl.
Zakarias Wang minnist
væl túrin.
– Hvat sigur tú, var tað í
dag? Jú tað minnist eg so sera
væl. Eg minnist, at genturnar
í flokkinum spurdu aftaná,
tá vit vóru komin aftur í
skula, hví Paul Watson mun
di ganga í skinnstilvum.
Hvar mundi skinnið koma
frá, minnist Zakarias Wang
at tær undraðust.
Eitt annað, sum vakti ser
ligan ans hjá Zakariasi, sum
tá hevði og framvegis hevur
nógv við bókaútgávu at gera
var, at Paul Watson í ramasta
álvara tosaði um, at skjótt fór
ein bók at koma út, sum varð
skrivað av einum hvali!
Men tað sum Zakrias
Wang minnist serliga væl,
var at hann varð uppringdur
av politinum aftaná.
– Teir spurdu, um eg var
raplandi ørur í høvdinum.
Maðurin var djúpt kriminell
ur, so eg mátti fyri alt í verð
ini ikki finna upp á slíkt aft
ur, sigur Zakarias Wang, sum
spurdi politiið aftur, um hann
hevði gjørt nakað ólógligt.
– Nei, tað var kanska
ikki ólógligt, men leiðari á
kriminaldeildini hjá politi
num fráráddi upp á tað
kraftigasta, at føroyingar
fóru í hóslag við hendan
terroristin, sum teir málbóru
seg.
Studenaskúlanæmingar
nir og Zakarias Wang hildu
seg hava hitt ein løgnan snig
il í Nólsoyarfirði hendan dag
in – og enn er einki frætt um
nakra bók, sum er skrivað av
hvali. Men hon kanska kem
ur, tá og um Paul Watson fær
makt sum hann hevur akt...
Í skinnstilvum greiddi Paul Watson
studentaskúlanæmingum frá,
at ein bók skjótt fór at koma út,
sum var skrivað av einum hvali
Ein hvalur sum skrivar eina bók
Nýtt felag vil varðveita ríkisfelagsskapin
Á fundi í Keypmannahavn
millum føroyingar, grøn
lendingar og danir er "Fe
lagið Ríkisfelagsskapurin"
stovnaður við tí endamáli
at varðveita og styrkja rík
isfelagsskapin - til gagns og
gleði fyri komandi ættarlið.
Harvið hevur ein nýggj,
fólkslig rørsla sæð dagsins
ljós júst í einari tíð, har ið
Ríkisfelagsskapurin er und
ir trýsti.
– Vit siga klárt og greitt
"ja" til ríkisfelagsskapin,
tí vit eru sannførd um, at
Grønland, Føroyar og Dan
mark eisini frameftir eiga
at samstarva og vera saman,
og tí at vit halda, at hesin
felagsskapur, ið vit hava
kent í øldir, er hitt rætta
grundarlagið fyri einum
nýggjum, fruktabærum og
javnbjóðis samstarvi, sigur
Nauja Lynge, ið er stigtak
ari og formaður í nýggja
felagnum.
–
Ríkisfelagsskapurin
skal ikki vera fyri tey fáu
men heldur ein fólkslig
rørsla, hvørs styrki eru
familjubond og næra sam
bandið millum føroyingar,
grønlendingar og danir.
– Tí fara vit at brúka alla
megi fyri at tryggja saman
haldið millum fólkini og
londini, sigur Nauja Lynge.
Øll, ið taka undir við
viðtøkum
felagsins,
eru
vælkomin at tekna seg
sum limir. Lesið alt - á bæði
grønlendskum,
donskum
og føroyskum - um viðtøk
ur, nevndarsamanseting og
endamálsorðing á heima
síðuni
www.foreningen-
rigsfaellesskabet.com
Hesi eru í nevndini í
Felagnum Ríkisfelagsskap
urin: Nauja Lynge, Jairus
Lyberth,
Martine
Lynge
Lyngesen, Nikolaj Olsvig,
Edmund Joensen, Michael
Keldsen og Morten Larsen.
Tað verður Petur Heðin á Fløtti, sum verður
venjari fyri 1. lið hjá Ægir tað næsta árið, har
hann somuleiðis hevur eina hjálpandi hond
við í 2. lið og ungdómssvimjingini. Petur Heðin
hevur verið venjari hjá Ægir í fleiri ár og er
sera væl umtóktir í Klaksvík. Hevur fingið sera
góð úrslit við Ægir tey seinastu árini, sjálvt
um umstøðurnar ikki hava verið optimalar.
Nevndin hevur eisini verið væl nøgd við
Føroyingar, grønlendingar
og danir standa aftan fyri
eina nýggja fólksliga rørslu,
ið ynskir at varðveita og
styrkja Ríkisfelagsskapin
Petur Heðin á Fløtti skal venja Ægir
Edmund Joensen,
fólkatingsmaður fyri
Sambandsflokkin,
er føroyska umboðið
í nevndini
Paul Watson í kabússuni umborð á »Sea Shepherd«, tá hann vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni í august í 1985