Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Seinast skipið var um hesar leiðir var um ólavsøkuna, tá grinda­mótmæli annars vóru í høvuðsstaðarøkinum. Sandingar hildu tað síggja eitt sindur ófrættakent út sunnu­morgunin at vakna og síggja mótmælisskipið liggja á vánni í lýsingini. Hóast Sea Shepherd veit, at tey slett ikki eru væl­ kom­in á Sandi, har tey enn ikki sleppa at brúka alment wc-pappír, koma tey kortini fram­hald­andi um hesar leið­ ir. Um ólavsøkuna lá Colum­ bus við fleiri bátum langt inni á vágni, og tað eru fólk, sum spyrja, um Sands havn ikki hevur fult ræð­ið á øki­ num innan fyri havna­merk­ ini. Spurningurin er so, um Sea Shepherd bara tekur sær hesi rættindi – ella, um tað er kommunan, sum gevur loyvi til ankring á vánni. Brandur Sandoy, borgar­ stjóri á Sandi, sigur, at Sea Shep­herd ringdi til hansara í gjár og spurdu, um tey kun­ du liggja í havnini við lítla bátinum, meðan tey bíðaðu eft­ir Columbusi. – Tey fingu greitt at vita, at tey vóru ikki vælkomin í havn­ini, og at vit ei heldur ynsk­tu, at tey ankraðu upp innan­fyri grótkastið. Borgarstjórin sigur, at Sands kommuna hevur ikki heim­ild at nokta Sea Shep­ herd at liggja uttanfyri grót­ kas­t­ið. – Men innanfyri sleppa tey so ikki at vera. Tey vóru held­u­r ikki aftur í havnini, og gjáramorgunin lógu tey utt­an fyri redumarkið, sigur Brandur Sandoy. Fríggjadagn kom út bókin “Føroya ljóð” eftir Marianne Clausen. Hetta er ein sera for­vitn­ is­lig útgáva av før­oysk­um fólka­musikki. Høvundurin er Mari­ anne Clausen, sum hevur skriv­að upp løgini av øllum teim­um upptøkum, sum eru gjørdar av føroyskum fólka­musikki síðan 1902. Av hesum 6000 upptøkum valdi hon 3.300 at koma í tær fýra bøkurnar, sum hon læt úr hondum frá 2003 til 2012. Her vóru Føroya Kvæði, Kingoløg, løg til dansk­ar vísur og skjaldur. Nú hevur hon so av hes­ um løgum tikið 280 og sett tey saman í hesa nýgg­ju bókina. Hon skrivar eina fróð­ar­viðgerð av før­oysk­ um fólkasangi og setur hann inn í eina al­tjóða­ mynd av øllum tónleiki. Hildið verður, at henda viðgerð fer at vekja ans víða hvar, og at henda bók fer at verða nýtt til musikkfrálæru ikki bert í okkara egna musikk­ skúla, men eisini í mið­ námsskúlum og á uni­ver­si­ tet­støði. Bókin er umframt á føroyskum eisini skrivað á enskum, so tey eru nógv sum kunnu fáa gagn og gleði burtur úr henni. Umframt nótarnar hevur henda bók nak­að higar­til ókent. Upp­runa­ upp­tøk­urnar, sum hava ligið og fúnað á søvnum víða hvar, eru tiknar fram og viðgjørdar, so tað ber til at hoyra tær á teim­um báðum fløgunum, sum fylgja við bókini. Tað er hjartanemandi at hoyra hesar upptøkur frá monn­ um og konum, sum hava bor­ið okkara mentan­ar­arv til okkum at fegnast um Bókin er innbundin við kápumynd eftir Trónd Paturs­syni. Síðurnar eru 319. Tað er forlagið Stiðin, sum hevur givið út. Sunnumorguin sóðu fólk á Sandi bátin Columbus hjá Sea Shepherd á Sandsvág Columbus slapp ikki í havnina á Sandi Hevur skrivað niður og givið út 3.300 løg hansara arbeiði, og væntandi ferð árið í ár at roynast væl við nógvum persónligum metum hjá okkara svimjarnum, og málið er at vera í oddinum innan føroyskari svimjing, sigur formaðurin í Ægir Símun á Høvdanum. Fyrsta lið er longur farið til verka, og í gjárskvøldið bleiv sjálvandi eisini vant, her myndir av svimjarnum og venjara. Tann 8. september fara øll hini liðini ígongd, heilt frá smáum børnum til master og møguliga eisini svimjing fyri eldru. Um vikuskiftið hjálpir Ægir til á Sjómannadegnum, har svimjarar, nevndin, foreldur og onnur hjálpa til við fiskikappingini fríggjadagin, jollum og havsvimjing leygardag. Marianna Clausen Báturin Columbus hjá Sea Shepherd er óynkstur heima á Sandi