mánadagur 25. august 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Leita við lykt eftir trupulleikum
Helgi Abrahamsen
Uttanríkispolitikkur hevur
fylt nógv í almenna rúminum
í summar. Dagliga hava vit
hoyrt um syrgiligar lagnur
í Miðeystri og Ukraina, og
orðið ”handilsforðingar” er
aftur sett á breddan.
Tað er eingin loyna, at
líkamikið hvat hendir úti
í stóru verð, so fara ávís
ar kreftir í gongd við at
sannføra føroyingar um, at
øll ring ávirkan á okkara lítla
land, er ríkisfelagsskapinum
fyri at takka. Men onkuntíð
haldi eg, at hesir boðberarnir
gerast í so grammir.
Tann 8. august skrivar
Gunvør Balle, løgtingskvinna,
soleiðis á Facebook: ”Vit
hava her trý fesk dømi um
at ríkisfelagsskapurin ikki
hevur hjálpt okkum, men
heldur er ein bági.” Og so
nevnir hon trý dømi, sum eg
haldi vera púra burturvið.
Danmark stýrir ikki ES
Fyrsta dømi er, at ”Danmark,
gjøgnum ES, hevur boykottað
føroyskar fiskavørur í eitt
ár.”
Tað er altso ikki ES, sum
hevur boykottað føroyskar
fiskavørur, men ”Danmark
gjøgnum ES”, og hetta skal
vera
ríkisfelagsskapinum
fyri at takka. - Ella sagt við
øðrum orðum: Høvdu vit
ikki verið í ríkisfelagsskapi,
so høvdu vit kunna fiskað so
nógv av sild og makreli sum
vit vildu, uttan at tað fekk
nakrar avleiðingar. Ríkis
felagsskapurin fær skuldina
fyri bæði tað sum Danmark
ger og tað sum ES ger. Hetta
má sigast at vera snaring av
sannleikanum, sum veruliga
vil nakað. Tí tað sigur seg
sjálvt, at um Føroyar høvdu
verið fullveldi, so hevði ES-
landið Danmark framvegis
verið noytt at fylgt ES júst
so sum tilfeldið er nú. Ein
onnur ríkisrættarlig støða
hevði einki broytt í somáta.
Tí ber ikki til at siga, at
boykottið hjá ES er dømi um,
at ríkisfelagsskapurin er ein
bági.
Danmark ávirkar
ikki okkara
samráðingarfólk
Næsta dømið har Gunvør
sigur at ríkisfelagsskapurin
er ein bági, gongur fyri seg við
samráingarborðið. Hon sigur:
”Føroyar megnaði sjálvt, við
sannførandi
argumentum
og góðum samráðingarfólki,
at fáa eina makrelavtalu.
Danmark hevði ongan leiklut
í at hetta eydnaðist, heldur
hinvegin.”
Eg skilji ikki rættiliga,
hvussu hetta kann vera dømi
um, at ríkisfelagsskapurin er
ein bági. Føroyar hava í nógv
ár ført samráðingar við onnur
lond um fiskiveiðurættindi,
og tað var eisini galdandi í
hesum førinum. Danmark
hevur onga ávirkan, men
Gunvør Balle leggur afturat:
”...heldur hinvegin.” Og sjálv
andi greiðir hon ikki nærri
frá, hvat liggur í orðunum
”heldur
hinvegin.”
-
Tað
er helst nakað, sum hon
bara ”eigur at siga”, fyri at
fáa setningin at passa til
pástandin. Men pástandurin
er altso skeivur.
Seinasta dømið
passar heldur ikki
Sum seinasta dømi nevnir
Gunvør Balle eitt russikst
boykott,
sum
ongantíð
kom. Hon skrivar: ”Orsakað
av at Føroyar og Danmark
verður sæð sum sama land,
er vandi fyri at verða rakt av
russiskum boykotti.” Tann
vandin sær tíbetur út til ikki
at vera veruligur.
So alt í alt má sigast, at
tá roynt verður at vísa á, at
ríkisfelagsskapurin er ein
bági, so eru hesi trý dømini
sera illa vald.
Fleiri fyrimunir
enn vansar
Veruleikin er, at líkamikið
hvørja skipan vit velja (um
tað eitur heimastýri, fullveldi
ella okkurt annað), so hevur
tann valda skipanin altíð
bæði fyrimunir og vansar.
Vit fáa ikki alt, og tí mugu
vit velja, hvørji kós vit vilja
fylgja.
Eg havi einki ímóti, at
tjóðveldisfólk royna at vísa
á vansar við ríkisfelags
skapinum, líka so væl sum
vit sambandsfólk vísa á
allar teir mongu vansarnar
sum eitt fullveldi hevur við
sær. Men máti skal vera við
øllum. Tað ger í hvussu so
er einki, um pástandirnir í
framtíðini verða eitt sindur
betur undirbygdir enn hesi
dømini vísa.
Javnaðarflokkarnir í
Norðurlandaráðnum
60 ára gamli felags norður
lendski arbeiðsmarknaðurin
hevur verið sera væleydnaður
og givið hundraðtúsundvís av
norðbúgvum møguleikan at
finna arbeiði í einum øðrum
landi. Javnaðarflokkarnir í
Norðanlondum vilja varð
veita norðurlendska arbeiðs
marknaðin og arbeiða tískil
víðari fyri at bróta niður
marknaforðingar,
fremja
norðurlendska málfatan og
flytføri.
Tað
hevur
eydnast
norðurlendsku modellunum
at sameina javnstøðu og
búskaparliga framgongd. Men
enn er nógv arbeiði eftir til
vit náa rættvísi og javnstøðu
á arbeiðsmarknaðinum.
Størstu avbjóðingarnar á
arbeiðsmarknaðinum handla
um ójavna og arbeiðsloysi.
Ung, innflytarar og avlamin
hava ilt við at koma inn á
arbeiðsmarknaðin.
Eldri
fólk fáa ikki stuðul at vera
verandi í arbeið. Útlendskir
arbeiðstakarar eru fyri lág
um lønum og ringum arbeiðs
korum, ið ikki kunnu góð
takast. Lægri lønir og verri
yrkismøguleikar,
trupul
leikar við at sameina arbeið
og familju eru enn veruleiki
fyri kvinnur á arbeiðspláss
inum.
Tað er eitt ótrúligt oyðsl
av samfelagsins týdningar
mesta tilfeingi; ein serkøn
arbeiðsmegi, ið støðast væl, er
størsti kappingarfyrimunur
hjá Norðurlondum.
Norðurlendskt samstarv
og okkara líknandi arbeiðs
marknaðir gera tað møguligt
at læra av royndunum hjá
hvør øðrum og finna loysnir
til trupulleikar saman. Nýggja
íslendska stigið um somu
løn er eitt dømi uppá tiltøk,
ið hjálpa at lýsa og mótvirka
ógrundaðar
lønarmunir
millum kynini. Viðvíkjandi
ungdómsarbeiðsloysi kunnu
vit til dømis læra av finsku
trygdini til arbeiðsleys ung
um arbeið, starvslæru ella
útbúgving innan tríggjar
mánaðir,
av
norsku
og
donsku
læruskipanunum
kunnu vit læra at gera skiftið
frá skúla til arbeið lættari og
av svensku skipanini fyri
útbúgving til vaksin kunnu
vit læra hvussu vit betur fáa
fatur í og gera givnum ein
nýggjan møguleika.
Kunngerð frá summar
fundi hjá javnaðarflokkunum
í norðurlandaráðnum:
Viðvíkjandi
stríðnum
ímóti
sosialari
dumping/
svørtum arbeiði hava norður
lendsku londini valt ymiskar
ætlanir og ymisk amboð,
ið geva góðar møguleikar
til eftirmeting fyri at finna
virknastu loysnirnar. Javn
aðarflokkarnir
í
norður
lendska ráðnum leggja tískil
uppskot fram har man eftir
lýsir sáttmálabundin arbeiðs
kor, rættvísa kapping og betri
upplýsing
til
útlendskar
arbeiðarar og fyritøkur um
hvørjar reglur, rættindi og
skyldir eru galdandi. Har
afturat vilja Javnaðarflokk
arnir í Norðurlandaráðnum
at norðurlendsku stjórnirnar
arbeiða saman um at seta í
gildi samtyktir fyri arbeiðs
takarum í starvi aðrastaðni,
fyri at veita trygd fyri virk
num eftirliti uttan at nýggjar
marknaforðingar koma fyri.
Í dag eru flestu spurningar
um arbeiðsmarknaðin heftir
at ES. Vit hava brúk fyri regl
um, ið verja arbeiðstakarar
og geva rættvís kappingarkor
fyri at innari marknaðurin
skal virka fyri øll, ið búgva
og arbeiða í Evropa.
Javnaðarflokkarnir vilja,
at vit í Norðanlondum og
Evropa skulu kappast við
høgari góðsku og produk
tiviteti og ikki eini kapp
renning ímóti botninum í løn
og arbeiðskorum. Norður
lendska royndin vísir, at fokus
á javnstøðu í arbeiðinum og
ein samhaldsfastan lønar
politikk hækka produktivi
tetin. Hesa vitan fara Javn
aðarflokkarnir at brúka fyri
at reka ein proaktivan poli
tikk fyri javnstøðu og betri
arbeiðstrygd í øllum Evropa.
Javnstøða og rættvísi á arbeiðsmarknaðinum
bæði í Norðanlondum og Evropa