týsdagur 26. august 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. august 2014 · Nr. 96
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Brennir fyri føroysku
undirgrundini
- Tað er av alstórum týdningi, at vit framvegis bora eftir olju í Føroyum, og tí er umráðandi, at vit
fáa fleiri oljufeløg higar at bora. Olja er her. Vit skulu bara finna hana – og tað verður gjørt við at
bora fleiri brunnar. Soleiðis sigur jarðfrøðingurin Malan Ellefsen, sum í næsta mánaði skal byrja
í nýggjum starvi, har uppgávan er at marknaðarføra føroysku undirgrundina til oljuleiting
Rannvá G. Fossaberg
- Eg eri greið yvir, at hetta
ikki er nøkur løtt uppgáva, tí
vandi er fyri at oljufeløgini
byrja at trekkja seg aftur,
av tí at vit hava borað tveir
turrar brunnar bara í ár. Og
so er tað eisini basalti, sum
er ein avbjóðing. Men spor
eru funnin av olju í føroysku
undirgrundini, so vit skulu
bara finna útav, júst hvar olj
an liggur.
Orðini eigur 35 ára gamla
Malan Ellefsen úr Havn, ið
er útbúgvin jarðfrøðingur.
Herfyri lýsti Jarðfeingi eftir
fólki til at marknaðarføra
føroyska
landgrunnin
til
oljuleiting. At kvinnan, sum
er sett í starvið, veruliga
brennir fyri sínum arbeiðið,
sæst týðiligt, tá hon við
eldhuga greiðir frá nýggja
starvinum, avbjóðingunum
og tankanum um, at vit fyrr
ella seinna fara at finna olju í
føroysku undirgrundini.
- Líka síðani eg byrjaði
at útbúgva meg í jarðfrøði,
var dreymurin at sleppa at
arbeiða við føroyska økinum,
tí føroyski landgrunnurin er
avgjørt áhugaverdur í sam
bandi við oljuleiting. Olja er
beint hinumegin markið, so
hví skuldu vit ikki funnið
olju á føroyska økinum?
Sjálvandi finna vit oljuna
einaferð, sigur Malan Elle
fsen avgjørd og heldur fram:
- Vit hava frá boringunum
higartil eina rúgvu av dátu
og vitan um føroysku undir
grundina. Vit skulu finna
fleiri øki, har vit meta, at
møguleikin at finna olju er
stórur, og síðani fara út í heim
til oljufeløgini við okkara
vitan og marknaðarføra tey
spennandi økini, sigur Malan
Ellefsen.
- Tá olja verður funnin,
blíva møguleikarnir so ótrú
liga nógv størri, og Føroyar
koma av álvara á heimskortið
og vera ikki verða longur ein
lítil, tilvildarligur prikkur.
Eg trúgvi upp á oljuna undir
Føroyum, og tí vil eg vera við
til at marknaðarføra undir
grundina til oljuleiting, sigur
Malan Ellefsen, sum hevur
ymsar royndir við oljuleiting,
nú hon seinast í spetember
tekur við nýggja starvinum.
Tá hon í 2008 bleiv liðugt
útbúgvin jarðfrøðingur og
hevði skrivað høvuðsritgerð
um Brugdan økið, fekk hon
starv hjá Dong Energy í Dan
mark, har hon millum annað
tulkaði ymiskar seismiskar
dátur
frá
Faroe-Shetland
økinum og eisini var við í
prosessini, tá borað verður á
einum øki.
Síðani 2012 hevur Malan
Ellefsen saman við manni
sínum og tveimum børn
um búð í Føroyum, har hon
hevur starvast sum jarðfrøð
ingur hjá Faroe Petroleum og
seinni á Jarðfeingi.
Basalti er ein
trupulleiki
Ein av orsøkunum til, at tað
er trupult at fáast við olju
boring í Føroyum, er basalti.
- Basalti ger, at tað er
ógvuliga avbjóðandi at fáa
útlendsk oljufeløg til Før
oya. Eg vil siga, at tað er
størsta avbjóðingin. Basalti
er ein trupuleiki, tí ringt
er at síggja hvat er inni í
og undir basaltinum, sigur
Malan Ellefsen, sum í sama
viðfangi vísir á, at basalti er
tjúkt, men tó ikki eigur at
vera nøkur forðing.
- Basalti eigur ikki at vera
ein so stórur trupulleiki,
at oljufeløg setast aftur
við at koma higar at bora.
Í Meksikoflógvanum bora
tey lættliga einar fimm-seks
kilometrar niður fyri at fáa
fatur á oljuni, so hví skulu
vit ikki kunna tað her undir
Føroyum.
Týdningarmikið
er at koma undir basalti og
vita, hvat liggur har niðri,
men tað kann mann ikki vita,
fyrr enn borað verður nóg
djúpt, sigur Malan Ellefsen
og heldur fram:
- Orsøkin til, at tað er so
meldurin