Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 27. august 2014 · Nr. 96 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin ringt at finna útav, hvar olj­ an liggur, er, at tú sært dátu niður til basalti, men tú hevur ringt við at síggja, hvat liggur niðriundir basalt­i­num. Tí hevði verið gott um møguleiki var fyri at re­proces­sera núverandi data. Hetta hevði gjørt tað lættari at sæð undir basaltið. Har er olja, vit skulu bara finna út­av júst hvar, sigur Malan Ellef­sen. Afturúrsigldur bátur At pengar eru funnir til vega, soleiðis at tað nú ber til at fara út í heim at mark­ nað­ar­føra landgrunnin til olju­leiting, hevur ógvuliga stór­an týdning. Men Malan Ellef­sen dylir ikki fyri, at hetta arbeiðið átti at verið byrj­að fyri langari tíð síðani. - Tað, at mann ikki áð­ur hevur verið úti og mark­ nað­ar­ført Føroyar á henda hátt, ger, at vit mugu hugs­ að annarleiðis og finna út­av, hvussu mann á besta hátt mark­nað­arførir eina undir­ grund, sigur Malan Ellefsen. - At byrja við stóðu olju­ feløgini nærmast í kø fyri at sleppa at bora á okkara øki, tí her var ovmikið av møgu­ leikum, og roknað varð við, at mann fann stór felti í Før­ oy­u­m, av tí at olja eisini er funn­in hinumegin markið, sig­ur Malan Ellefsen. - Úrslitið í dag er, at um­ heim­ur­in kennir ikki nóg væl til Føroyar, og tí áttu vit at verið byrjað við mark­ nað­ar­føringini fyrr og áttu at hildið grýtuni í kók alla tíð­ina – eisini tá oljufeløgini stóðu í kø. Mann átti at verið framsíggin tá, og politik­ar­ar­ nar áttu avgjørt at sett peng­ ar av longu tá, sigur Malan Ellefsen. Skulu út í heim Men hvussu marknaðarførir tú eina undirgrund, har olja í rakstrarverdum nøgdum ikki enn er funnin, og har tað í ár eru tveir turrir brunnar bor­ að­ir? - Tað snýr seg um at gera undirgrundina áhugaverda, og tað kann gerast við at finna prospektir – øki, har møgu­leikin at finna olju er mettur at vera stórur. Við slík­ um økum ber til at fáa olju­ feløg áhugað í okkum og at fáa tey at bora. Tey um­ráð­ini í verðini, sum hava olju, men fáar boringar, eru áhuga­verd fyri oljufeløg, sig­ur Malan Ellefsen og leggu afturat: - Eftirspurningur eftir olju í umheiminum gerst størri og størri, og tá olja verður ring at finna aðra­ stað­ni, blíva Føroyar brád­liga áhugaverdar aftur. Olju­feløg­ ini leita eftir nýggjum økjum alla tíðina, og av tí at Føroyar eru næstan ókannaðar, eru vit automatisk áhugaverd í sambandi við oljuleiting. Annars høvdu hesi stóru olju­feløgini heldur ikki sitið og hildið eyga við okkum, so­ leið­is sum eg veit, at tey gera, sig­ur Malan Ellefsen. Hon heldur tað vera av alstórum týdningi, at Før­ oy­ar gera vart við seg sum olju­land, og tað skal gerast við millum annað at fara út í heim á stórar ráðstevnur og kun­na um tey áhugaverdu øk­ini, sum eru á føroyska land­grunninum, sigur Malan Ellefsen og vísir á, at eitt nú verður farið London í nov­ em­ber í ár og til Houston næs­ta ár á eina av teimum heilt stóru ráðstevnunum. - Tað snýr seg um net­ work­ing og at gera vart við seg. Og ikki minst er tað um­ ráð­andi, at peng­ar verða sett­ ir av til at mark­nað­ar­føra undir­grundina, tí annars steðgar alt hetta olju­ævin­týr­ ið lat fyri eitt. Og hví steð­ga nú, tá vit eru komin so langt? Tey steðgaðu jú ikki í Noregi aftaná bert níggju boringar, og ja, tey hava eitt størri øki enn vit, men vit hava eisini nakað, sum er áhugavert. Tí eiga vit framhaldandi at trúgva upp á føroysku undirgrundina, sigur Malan Ellefsen. - Vit skulu finna fleiri øki, har vit meta, at møguelikin at finna olju er stórur, og síðani fara út í heim til oljufeløgini við okkara vitan at marknaðarføra tey spennandi økini, sigur Malan Ellefsen Mynd: Álvur Haraldsen