Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. august 2014 · Nr. 96 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Hvussu kann ein royndur vinnulívsmaður, sum Han­ us Hansen, reka eitt felag við undirskoti í 10 ár? Hetta í einari vinnu har tilfeing­ ið er ókeypis og onnur fe­løg í hesu vinnuni hava fleiri hundrað millónir í yvir­skoti? Ein ávís undran hev­ur leitt til Klaksvíkar, har Hanus Hansen greiðir frá ævin­ týrinum við Næraberg, Kjeld Inge Røkke og Diederik Par­ lev­liet. Søgan um Næraberg byrj­ aði í 2000, tá skipið kom inn í uppsjóvarflotan við einum royndarloyvi. Ætlanin var at gera svartkjaft til surimi, og selja tað til russar. Saman við norðmanninum Kjeld Inge Røkke, fór Hanus Hansen und­ir at framleiða surimi um­borð á Næraberg, ein verk­ætlan, sum ongantíð gav yvirskot. Verkætlanin við surimi vardi í 10 ár, og er orsøkin til, at P/F Næraberg hevur givið hall øll árini, sam­bært Hanusi Hansen. Seinastu árini hevur P/F Næraberg eisini fisk­ að sild og makrel og saml­ aða veiðan innan upp­ sjóvar­vinnuna er kom­in upp á 1,08 milliard krónur í avreiðingarvirði. Hóast at P/F Næraberg hevur fiskað fyri meira enn eina milliard seinastu 10 árini, er ikki ein króna farin í landskassan í partafelagsskatti. Í 2013 hevur felagið á fyrsta sinni eitt yvirskot áljóð­andi góðar 9 milliónir krón­ur í 2013. Uppsparda hallið á slak­ar 133 milliónir krónur, merk­ir tó, at felagið kann vinna 133 milliónir krónur, áðrenn tað skal gjalda parta­felags­skatt, og tað fara at ganga nógv ár, áðrenn tað hendir, sambært stjóranum sjálvum. Perur og bananir Samanbera vit við feløgini, sum eiga Norðborg, Trónd í Gøtu ella Finnur Fríða, so standa hesi feløg at hava goldið ávikavist 29, 69 og 63 milliónir krónur í parta­fe­ lags­skatti seinastu 10 árini. Men tað ber ikki til at sam­ anbera P/F Næraberg við hini feløgini, tí tey hava betri kvotur, sigur Hanus Hansen. Finnur Fríði og Norðborg eru millum nótaskipini, sum hava eginkvotur, meðan Næraberg má fiska eina felagskvotu av makreli saman við øðr­ um ídnaðaðarskipum. Har­ aftrat sigur Hanus Han­sen, at Næraberg fiskar ikki eins nógvan makrel og nóta­ skipini, og tað ger munin. – Hetta er sum at saman­ bera perur og bananir. Teir virka fiskin øðrvísi og hava eitt annað slag av kvotum, sigur Hanus Hansen. Sambært tølum frá Vørn, hevur Næraberg tó lut­fals­ liga líka nógva makrel í lastini, sum hini upp­sjóvar­ skipini. Tað eru kvotur, sum hann hevur keypt, tí tá kvot­urnar vera útlutaðar hevur Næraberg nógv minni av makreli, sigur Hanus Hansen. Felagskvotan merkir, at teir ikki sjálvir avgera, nær teir fiska fiskin. Í ár deila Slættaberg, Næraberg, Atlantsfarið og Tummas T eina felagsskvotu á 17.500 tons av makreli. Slættaberg og Næraberg hoyra báðir til felagið P/F Næraberg. Triðstørst avreiðingarvirði Sambært tølum frá Vørn, er avreiðingarvirðið hjá Næra­ berg saman­lagt trið­størst í uppsjóvar­flotanum seinastu 10 árini. Næraberg hevur fingið 1,08 milliard fyri fiskin, sum hann hevur fiskað undir Føroyum hesi seinastu 10 árini. Til samanbering hevur Finnur Fríði avreitt fyri 1,125 milliardir í alt. Finnur Fríði og Næraberg hava sostatt avreitt fyri stórt sæð somu upphædd seinastu 10 árini, men meðan Næraberg hevur givið hall, hevur Finnur Fríði givið yvirskot hvørt ár. Partafelagið Krossbrekka, ið eigur Finnur Fríða hevur havt eitt samlað avlop á 340 milliónir krónur seinastu 10 árini, og felagið hevur goldið 63 milliónir krónur í partafelagsskatti seinastu 10 árini. Men tað ber ikki til at samanbera Finnur Fríða við Næraberg, tí Næraberg virkar fiskin umborð, sigur Hanus Hansen. – Um tú skal samanbera við nakað skip, so skalt tú samanbera við Norðborg, sigur hann. Norðborg, ið hevur fingið mest burturúr seinastu 10 árini, hevur eitt samlað avreiðingarvirði á 1458,5 mió, seinastu 10 árini, og P/F Hvalnes, ið eigur skipið, hevur eisini havt umleið 340 milliónir krónur í avlopi seinastu 10 árini. Norðborg hevur goldið 69 milliónir krónur í partafelagsskatti seinastu 10 árini. Bæði Norðborg og Næra­ berg hava hægri fram­leiðslu­ kostna, tí fiskurin verður virkaður umborð, men teir fáa esini ein nógv hægri miðalprís fyri kiloið, enn eitt nú Finnur Fríði og Tummas T. Vánalig forrætning Undur øllum umstøðum kann ein undrast á, at ein garvaður vinnulívsmaður, sum Hanus Hansen, hevur eina fyritøku, sum hevur so vánaligan rakstur í 10 ár. Hanus Hansen er ofta spurd­ ur um, um tað eru útlendsku eigararnir, sum tøma felagið, men tað er tað ikki, sigur hann. – Tað er einki um, at peng­ arnir streyma út úr felagnum til útlendskar eigarar. Vit hava havt eina skuld, sum stavar frá tíðini við Kjeld Inge Røkke, og nú gongur tað framá, sigur Hanus Han­sen. Hann er stjóri í fe­ lag­num Næraberg, men hetta er ikki ein partur av fyritøkuni hjá honum, JFK Trol. Partafelagið, Næraberg Holding AS, sum er skrásett í Noreg, eigur ein part av P/F Næraberg. Hollendarin, Diederik Parlevliet, eigur Næraberg Holding AS. Hetta er sama felag, sum eigur Faroe Pelagic í Kollafirði. Eitt útlendskt felag kann hava fyrimun av at veita lán við okursrentu til egið felag í Føroyum, og sostatt vinna pen­ing, hóast at felagið gev­ ur hall. Sostatt kann dóttur­ felagið ganga illa, vegna ov høgar útreiðslur til lán, sum fer til útlendsku eigararnar, sum kortini halda hondini undir tí. Eftir stendir, at einki fer í føroyska kassan av tí tilfeinginum, sum verður latið ókeypis til skipini, og at útlendingar fáa atgongd til ókeypis fiskirættindi í Før­ oyum. Negativa eginogn Hyggja vit at roknskapinum hjá P/F Næraberg, hevur felagið í nógv ár havt eina stóra stutt­freistaða skuld. Tað vil siga skuld, sum skal gjaldast innan eitt ár, men lítla ogn í umfar, sum er tann peningurin, sum uppsjóvarvinna Fiskað fyri mill Null krónur í s Seinastu 10 árini hevur reiðaríið P/F Næraberg avreitt fyri meira enn eina milliard krónur, og er tað triðstørsta avreiðingarvirðið í øllum uppsjóvarflotanum. Men higartil hevur felagið til góðar at rinda fyrstu krónuna í partafelagsskatti. – Vit skapa arbeiðspláss og manningarnar gjalda skatt, ljóðar svarið frá stjóranum Hanusi Hansen Móðurfelag: 3. februar 1999, 700 Klaksvík Dótturfyritøkur: P/F Meðalsbrekka, FO-355 Vestmanna Subsidiaries: P/F NMT, Fo-Kollafjørður Eigarar: 3.februar 1999, 700 Klaksvík, eigari: Hanus Hansen Næraberg Holding AS, Oslo Noreg, eigari: Diederik Parlevliet NEVND Nevndarformaður: Diederik Parlevliet Hanus Hansen Jógvan Hansen Diederik Parlevliet hevur bústað í Hollandi. Hann eigur Næraberg Holding AS, sum er skrásett í Noreg, og sum eigur ein triðing av P/F Næraberg. Umframt ídnaðarskipið, Næraberg, eigur P/F Næraberg eisini uppsjóvarskipið Slættaberg, sum felagið seldi til JFK Trol í 2012, men sum tað hevur keypt aftur. P/F Næraberg Hanus Hansen eigur m.a. JFK Trol, Kósina og Næraberg. Hann hevur 700 fólkí starvi