týsdagur 26. august 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 27. august 2014 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leiðari fyri
Norðoya Bú-
og Heimatænastu
STARVSLÝSING
Klaksvíkar kommuna I Nólsoyar Páls gøta 32 I Postboks 2 I 710 Klaksvík I Tlf. 41 00 00 I klaksvik@klaksvik.fo I www.klaksvik.fo
Hevur tú hugsanir um, hvussu eldraøkið
kann mennast frameftir? Dámar tær
avbjóðingar, og hevur tú evnini til at
leiða og motivera eitt fjølbroytt lið av
leiðarum í ymiskum arbeiðsumstøðum?
Starvið gevur tær ávirkan og møguleika
fyri at seta tíni fingramerkju á eina nýggja
framtíð fyri eldraøkið í Norðoyggjum.
BYGNAÐUR OG STARV
Eldraøkið í Norðoyggjum er skipað
sum eitt javnbjóðis samstarv ímillum
kommunurnar í Norðoyggjum.
Eldraøkið fevnir um bústovnar, heimarøkt
og aðra tilhoyrandi tænastu. Virksemið
fevnir um allar Norðoyggjar. Tað eru í
løtuni uml. 150 starvsfólk innan økið.
Endamálið hjá Norðoya Bú- og
Heimatænastu er at stuðla undir, at borgarar
kunnu vera sum longst í egnum heimið, við:
a. at fyribyrgja sjúku,
b. at stimbra sálarligu og likamligu
heilsu og trivnað borgarans,
c. at endurmenna mistan førleika,
d. at stimbra møguleika hins
einstaka at klára seg sjálvan,
e. at veita røkt og umsorgan.
Arbeiðsplássið er dynamiskt og umsitur
eina sera týðandi samfelagsskipan.
Økið hevur stóran almennan áhuga, tí
tað fevnir um tænastu til nógv fólk.
UPPGÁVUR OG KRØV
Leiðarin hevur ábyrgdina av dagligu
leiðsluni og menningini av Norðoya
Bú- og Heimatænastu og teimum
stovnum, sum eru og koma í økinum.
Leiðarin skal tryggja at uppgávurnar
verða loystar á einum høgum stigi,
og at bygnaður og mannagongdir
eru í samsvari við nútímans krøv.
Hann hevur beinleiðis tilvísing til stýrið
fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum
hevur evstu ábyrgd av eldraøkinum.
Dagliga umsitingin av Heimatænastuni
verður partur av umsitingini hjá
Klaksvíkar Kommunu.
Tú verður sjálv/ur í stóran mun við til
at skapa starvið, og at menna nýggju
umsitingina saman við leiðslunum
og starvsfólkunum umsitingini.
Talan er um eitt nýtt og spennandi
starv við nýggjum avbjóðingum innan
eldraøkið, har tú fært møguleikan at verða
við til, at samansjóða allar tænasturnar,
sum Norðoya Bú- og Heimatænasta
hevur at bjóða í Norðoyggjum.
HØVUÐSUPPGÁVURNAR HJÁ
LEIÐARANUM ERU M.A. AT:
•• ganga á odda, soleiðis at tænasturnar
í Norðoya Bú- og Heimatænastu
frameftir verða í fremstu røð
•• gera uppskot um bygnað og
samansjóðing av øllum tænastunum
•• byggja upp eitt vælvirkandi og sam-
skipandi leiðslutoymi, sum sam starv-
ar og gagnnýtir førleikar og skipanir
í umsitingini best møguliga
•• fremja skilagott samstarv og samskifti
við politikarar, borgaran, leiðslur, um-
sit ing, starvsfólk, myndugleikar
og aðrar áhugabólkar
•• tryggja, at visitatiónin innan allar tænastur og
veitingar, sum samstarvið veitir borgarunum
í økinum innan heimatænastu, eldrarøkt
v.m., verður skipað so skilagott sum til ber
•• ráðgeva stýrinum o.ø. og vegleiða
í spurning um innan eldraøkið
•• verða skrivari og at føra gerðabók fyri
stýrið í Norðoya Bú- og Heimatænastu
VIT VÆNTA OKKUM, AT TÚ:
•• hevur viðkomandi heilsufakliga útbúgving
ella aðra viðkomandi útbúgving og
hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/
ella privata arbeiðsmarknaðinum,
•• við tínum leiðsluhátti skapar trivnað og
mennir leiðarar, starvsfólk og Norðoya
Bú- og Heimatænastu sum heild,
•• ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi,
•• ert savnandi og skapandi, tí einki verður
framt uttan í samstarvi við onnur,
•• ert virkisfús/ur og týðilig/ur og dugir
væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum,
•• ert strukturerað/ur, hevur skil fyri
fíggjar stýring og hevur góðar um-
sitingarligar førleikar,
•• hevur førleika at menna samstarv og
sam skifti við politikarar, borgaran, leiðslur,
umsiting, starvsfólk, myndugleikar
og aðrar áhugabólkar og
•• hevur hegni og evni at koma fram til
fram tíðarloysnir og fremja tær í verki.
LØNAR OG SETANARTREYTIR
Starvið verður lønt í 35. lønarflokki hjá
Tænastumannafelag Landsins, tó uttan
at verða eitt tænastumannastarv. Lønin
er í løtuni 39.293,77 kr. um mánaðin,
og harumframt verða 15% goldin í
eftirlønargjaldi. Setanarøkið fevnir um
Norðoyggjar og tænastustaðurin er
býráðsumsitingin hjá Klaksvíkar Kommunu.
UMSÓKN
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum
viðkomandi skjølum skal sendast til:
Norðoya Bú- og Heimatænastu,
C/O Klaksvíkar Kommuna,
Nólsoyar Pálsgøta 32,
Postboks 2,
700 Klaksvík.
ella til teldupost-adressuna:
klaksvik@klaksvik.fo
Umsóknin skal verða okkum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 15. september
2014 kl. 12:00. Starvið verður sett frá
1. oktober 2014 ella skjótast tilber.
Um fleiri upplýsingar ynskjast, ber til at
ringja til Klaksvíkar Kommunu og tosa
við Tummas T. Eliasen, kommunustjóra
(fartlf. 217788), ella John Færø,
trivnaðar stjóra (fartlf. 222216).
NORÐOYA BÚ-
OG HEIMATÆNASTA
Eitt áhugavert, spennandi og fjølbroytt starv sum leiðari fyri eldraøkið
í Norðoyggjum er nú leyst at søkja. Økið verður yvirtikið frá landinum
1. januar 2015, og tí krevst ein framsíggin persónur við góðum
leiðaraevnum, ið setur framburð og trivnað í hásætið.