týsdagur 26. august 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. august 2014 · Nr. 96
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Fiskivinnuskipanin er ikki
góð í dag, tí tað er ov tilvild
arligt, hvør fær hvørjar kvot
ur. Tað átti heldur at verið
lógarfest, hvør átti kvot
urnar, so kvoturnar gjørdust
varandi. Tað heldur vinnu
lívsmaðurin, Hanus Hansen,
sum eigur millum annað
JFK Trol, Kósina, og ein part
av P/F Næraberg. Hanus
Hansen hevur einki ímóti at
keypa kvotur, men hann vil
ikki keypa tær frá landinum.
Tað er í lagi, tá pengarnir fara
til aðrar vinnilívsmenn, og
tað er fyri so vítt í lagi, at tað
ikki er líka fyri øll, tí summi
feløghava fingið kvoturnar
ókeypis frá landinum.
– Øll loyvini eru handlaði
nú, so tað ger einki. Eg havi
einki ímóti at keypa loyvir.
Eg havi keypt níggju skip,
bara fyri at samla mær nokk
av veiðuloyvum, sigur hann.
Jarnið fer vekk, og ofta fara
teir slett ikki eftir tí, fortelur
Hanus Hansen.
Hann heldur, at reiðaríini
eina ferð med alla skulu
sleppa at eiga tilfeingið í
havinum
rundanum
Før
oyar. Hetta er neyðugt fyri
at kunna leggja langtíðar
ætlanir og seta pening í stór
dýr skip.
Leiga skip
Men hví ikki gera eina meira
smidliga skipan, har tú kanst
leiga eitt skip, og fáa eitt
fiskiloyvi upp á tað? Politikari
og
vinnulívsmaður,
Poul
Michelsen, er ein av rødd
unum, sum hevur funnist
harðliga at skipanini, har
vinnulívsfólk skulu byggja
skip til fleiri 100 milliónir
fyri at koma upp í part.
Hann heldur, at tað hevði
verið betur fyri vinnuna, um
tað var lætt hjá nýggjum at
sleppa framat. Tískil, at tað
ikki skal vera neyðugt at
gera risastórar íløgur, so bert
nakrir fáir stórir spælarar
kunnu vera við.
Men hesum er Hanus
Hansen ikki samdur í.
– Føroyar byggja á, at
menn taka kjansir og seta
alt í váða. Onkuntíð eydnast
tað, onkuntíð ikki. Eg keypi
skip, sum ikki bera seg í dag,
tí eg trúgvi uppá, at tey fara
at bera seg ein dag. Eitt nú
keypti eg eitt virki her, sum
eingin helt fór at ganga, Nú
fara vit at frysta laks til russ
ar. Soleiðis gongur tað, og tað
er tað, sum ger tað stuttligt,
sigur hann.
Veiðuloyvini verða handl
aði alla tíðina. Hendan skip
anin er í lagi, so leingi vinnu
lívsmenn keypa kvoturnar
frá hvørjum øðrum og ikki
landinum, tí pengarnir skulu
vera í vinnuni, sigur Hanus
Hansen. Hann hevur 700
fólk í starvi, millum annað
umborð á 15 skipum og í
flakavinnuni.
uppsjóvarvinna
Føroyar byggja á, at
menn taka kjansir
Menn taka kjansir, seta alt í váða og byggja stór skip. Tað er tað, sum
Føroyar byggja á, sigur Hanus Hansen, vinnulívsmaður
Hanus Hansen er útbúgvin skipari. Hann silgdi
sum skipari í 16 ár, áðrenn hann fór í land í
1996, tá hann gjørdist stjóri í JFK Trol. Seinni
keypti hann fyritøkuna, og hevur síðani keypt
nógv virkir og skip. Millum annað Kósina.
Samtakið hjá Hanusi Hansen er býtt í minst 20
móður- og dóttirfeløg. Tað eru 15 skip tengd at
JFK Trol í dag, og Hanus Hansen hevur umleið
700 fólk í starvi.
Umframt JFK Trol er hann stjóri í P/F Næraberg,
sum hann eigur saman við hollendarum,
og hann er ofta lagdur undir at hava
strámannavirksemi fyri hesar, har endamálið hjá
teimum er at fáa atgongd til føroysk fiskiloyvi.
Hanus Hansen sigur, at hann er ikki strámaður,
men hann heldur, at tað er gott fyri føroysku
vinnuna, at útlendskur peningur kemur inn í
landið. Tískil hevur hann somuleiðis hjálpt sama
hollendska felagi, at keypa Kollafjørð Pelagic.
Hanus Hansen
P/F Næraberg (Næraberg og Slættaberg)
Avreiðingarvirði
Ársúrslit
Skattur
29.937
-32.238
0
88.231
-13.582
0
107.831
2.045
0
168.448
-4.055
0
173.022
9.524
0
P/F Gulenni (Tummas T og Saksaberg)
Avreiðingarvirði
Ársúrslit
Skattur
28.882
10.153
0
34.515
10.650
1.642
18.816
7.405
2.124
26.810
10.395
2.642
62.365
19.163
4.207
P/F Northwest Pelagic (Atlantsfarið)
Avreiðingarvirði
Ársúrslit
Skattur
6.928
-7.624
0
27.155
-7.427
0
11.962
-15.182
0
24.728
-12.695
0
22.243
-14.313
0
Ídnaðarskip
2009
2010
2011
2012
2013
*Avreiðingartølini eru frá Vørn, ársúrslit og skattur frá Vinnuvitan
**Skattur er partafelagsskattur sambært roknskapinum, sum ikki neyðturviliga er tað sama sum faktiskt goldin partafelagsskattur
***Øll tøl eru í túsund krónum (til dømis er avreiðingarvirðið hjá Atlantsfarinum í 2009 6 milliónir 928 túsund krónur)
****P/F Northwest Pelagic hevur Atlantsfarið øll árini, P/F Gulenni hevur Saksaberg til og við 2012 og Tummas T frá 2013, P/F Næraberg hevur
Næraberg til og við 2011 og bæði Næraberg og Slættaberg frá 2012 við undantaki av einum tíðarbili, har hann var seldur til JFK Trol.
Tað eru trý feløg, sum
fiska felagskvotuna
av makreli á 17.500
tons í ár. Tey eru, P/F
Northwest Pelagic,
P/F Næraberg, og P/F
Gulenni. Av hesum
trimum er P/F Gulenni
einasta farið, sum
hevur ein positivan
rakstur. P/F Northwest
Pelagic og P/F Næra
berg hava partvíst
útlendskan eigara