Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 105 - 5. juni 2004 Sosialurin Nr. 105 - 5. juni 2004 3 royna eitt starv, sum ikki kravdi so nógv av hansara tíð og orku. Sum ungur hevði hann tikið útbúgving sum maskinsmiður, so tá hann fekk starv á einum boripalli, helt hann tað kundi verið spennandi at roynt í eina tíð. – Tað var eisini fínasta slag, men eg verði ongantíð ein, sum komi at trívast í einum 8 til 16 starvi. Eg saknaði skapanar- gleðina frá YWAM og dagliga sambandið við so nógv ymisk menniskju. So tá eg fekk bjóðað starvið sum kundaráðgevi í norsku skeiðsfyritøkuni FloodRocks, ivaðist eg ikki í at siga ja beinanvegin. – Uppá fleiri mátar er hetta arbeiðið eitt framhald av tí, eg tókst við í YWAM. Okkara øki er sjálvandi eitt heilt annað, nevniliga vinnulívið, men aðal- tankin um samstarv tvørturum mørk, bæði persónlig og ment- anarlig, er tann sami. Skeiðini fevna um nógv ymisk øki, men tey byggja øll á somu heildar- hugsan: Skalt tú røkka nýggjum málum, mást tú eisini megna at hugsa nýggjar tankar. Og tað lærir tú best við at laga teg eftir og virða menniskju, sum eru ólík tær sjálvum, sigur Kaj Magnus. Oljuvinnan – vælsignilsi og forbannilsi Í sínum dagliga starvi fylgir Kaj Magnus væl við í tí, sum hendur í vinnulívinum, eisini her heima. Og tað slepst ikki undan, at hann samanber við norsk viðurskifti, serliga tá tað ræður um eina møguliga oljuvinnu í Føroyum. – Ein oljuvinna í Føroyum kann bæði gerast eitt vælsignilsi og eitt forbannilsi. Vit kenna øll ræðumyndina av eini oljuvinnu, sum trokar alt annað av vegnum, og sum fær fólk at sovna, tí so nógvir peningur er í umfar. Men tað finst ein onnur mynd, sum er minst líka ræðandi, og okkum nýtist ikki at fara longur enn til Noregs fyri at síggja hana. Her tykist tað, sum at nógvi oljupen- ingurin er vorðin eitt endamál í sær sjálvum og tí ikki verður brúktur, har tørvur er á honum. Vit hava framvegis heimsins hægstu bensinprísir, eitt niður- slitið vegakervi og sjúkrahús- verk, og sosialu trupulleikarnir gerast alsamt størri. Fólk eru beisk og kenna seg svikin, tí tey skilja ikki, hví framburðurin í landinum ikki eisini kemur teim- um til góðar. Og tað er kanska ein av orsøkunum til, at Noreg, heimsins ríkasta land, eisini hevur heimsins mestu sjúkra- fráveru á arbeiðsplássunum. Kanningar vísa eisini, at Noreg liggur heilt niðri á einum 15. plássi, tá tað ræður um nýhugs- an. Og tað er ikki so løgið, tí um tú ikki virðir menniskju, so drepir tú teirra virkishug, sigur Kaj Magnus. Føroyar sum undan- gonguland – Men enn hava føroyingar allar møguleikar fyri ikki at gera somu mistøk, sum onnur lond. Og tað er eyðsæð, at ein olju- vinna í Føroyum kann gerast eitt vælsignilsi, um peningurin verður nýttur rætt. Og við tað meini eg, at hann kemur øllum til góðar í gerandisdegnum. Føroyar hava eisini møguleik- an at átaka sær leiklutin sum undangonguland ella fyrimynd fyri aðrar smáar tjóðir, sum eisini hava útlit til at gerast olju- lond. Og hetta er ein leiklutur, sum skal takast í álvara. – Tað týdningarmesta er, at føroyingar varveita síni skapan- arevni og ikki sovna á oljukodd- anum. Og tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, tí føroyingar hava altíð dugað sera væl at umstilla seg og laga seg eftir nýggjum umstøðunum. Verður ein føroyingur til dømis arbeiðs- leysur, tekur han tað ikki so tungt, um hann skal byrja uppá okkurt heilt nýtt. Tað er ongin ivi um, at ein oljuvinna fer at broyta tað før- oyska samfelagið og seta onnur krøv. Men so er bara at tora at síggja nýggju krøvini beint í andlitið. Og fram um alt, síggja tey sum eina avbjóðing heldur enn eina hóttan. Meldureyga Hóast nógv er broytt, síðani Kaj Magnus stóð afturi á hekkuni og ætlaði at gera enda á øllum, grunar hann framvegis yvir lívið, og hvussu vit hvør sær royna at liva tað, sum frægast. – Heima við hús havi eg eina mynd á telduskíggjanum av eini ódn, sum melur við fullari ferð runt um sítt egna meldureyga. Tað er nakað soleiðis, eg síggi mítt egna lív. Eg eri ógvuliga virkin, og tað hendir altíð nógv rundanum meg. Men innast inni havi eg frið við meg sjálvan í kraft av míni gudstrúgv. Hinvegin, skal tú vera ein partur av lívinum, verður tú eisini ávirkaður av tí. Tað er jú menniskjaligt, og soleiðis skal tað eisini vera. Tú kanst ongantíð vera púra vísur í, at tú er á rættari kós, um tú ikki gevur tær far um, hvussu tín atburður ávirkar tey, tú ert góður við og títt umhvørvi. Eg royni at halda eitt vaki eyga við, hvussu míni nærmastu trívast saman við mær, og kennist tað, sum at okkurt er galið, er tað kanska eitt tekin um, at eg má broyta eitthvørt við mínum atburði. Óvissan er ein trygd – Tú kanst samanlíkna hetta við eina rakett, sum verður sera neyvt stillað, áðrenn hon verður skotin út í rúmdina, heldur Kaj Magnus fram. Sjálvt um ein heilur hópur av heimsins dugnaligastu serfrøðingum hava roknað út, júst hvar hon skal raka, kunnu evarska smáar, óvæntaðar broytingar fáa hana av kósini. Tí má hon allatíðina stillast av nýggjum. Soleiðis síggi eg eisini mítt egna lív, tí eg havi góðtikið óvissuna, sum eina lívstreyt. Um mín máti at vera uppá særir ella skaðar onnur, er tað tí, eg eri á skeivari leið. Men tað veit eg bara, um onnur siga mær tað, og um eg eri sinnaður at taka tað til mín. Tín einasti møguleiki fyri at tryggja tær, at tú ert á rættari leið, er at hýsa tankanum um, at tú ert farin av kós. Soleiðis verður óvissan eisini tín einasta trygd fyri at raka málið, tú hevur sett tær. Samstundis er hetta eisini einasti mátin, tú kanst mennast sum menniskja, sigur Kaj Magnus. Ger ein mun Men ein slík lívsfilosofi treytar jú bæði, at tú hevur eitt sterkt ynski um at vera nakað fyri onnur, og at tú trýrt uppá, at onnur eru erlig við teg. Ber tað yvirhøvur til at hugsa soleiðis í tí ofta náðileysa vinnulívsum- hvørvinum, Kaj Magnus dagliga ferðast í? – Mínar royndir hava so dyggiliga víst mær, at tað altíð ber til og altíð er best at vera erligur. Hetta ljóðar kanska bláoygt, men lívið hevur sannført meg um, at ert tú erligur móti øðrum, eru onnur eisini erlig móti tær. – Nú eri eg kanska ikki beinleiðis partur av tí harða vinnulívsumhvørvinum, heldur meir sum ein eygleiðari á síðulinjuni. Men jú, eg trúgvi uppá, at tað ber til at hugsa soleiðis allastaðni. Eg trúgvi gundleggjandi uppá, at meiningin við lívinum bert kann mátast út frá tí, tú megnar at vera fyri onnur menniskju. Ella sagt øvut - um tú ikki megnar ella roynir at vera nakað fyri onnur, hevur títt lív lítla og onga mein- ing. Hesin hugsunarhátturin gongur jú báðar vegir. Jú meir tú gevur av tær sjálvum, jú meir fært tú sjálvur aftur. Onki er so lívsjáttandi, sum tá fólk koma aftur til mín og siga mær, hvønn týdning eitthvørt, eg havi sagt ella gjørt, hevði fyri tey. Tað er sjálvandi gott, at tey eru glað, men tey vita neyvan, hvussu glaðan tey gera meg við at fortelja mær tað. So veit eg, at eg havi gjørt ein mun, sigur Kaj Magnus at enda. ein trygd Sum 13 ára gamal royndi Kaj Magnus at gera av við seg sjálvan. Men so hoyrdi hann eina rødd, sum steðgaði honum … – Tín einasti møguleiki fyri at tryggja tær, at tú ert á rættari leið, er at hýsa tankanum um, at tú ert farin av kós. Soleiðis verður óvissan eisini tín einasta trygd fyri at raka málið, tú hevur sett tær, sigur Kaj Magnus Klein C M Y K 27 26