leygardagur 5. juni 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 105 - 5. juni 2004
5
4
Sosialurin Nr. 105 - 5. juni 2004
havnarøkið, har Norrøna lá, og
sjálvandi datt prátið aftur á
Eystaru Vág og Tinganes. Vit
vóru fegnar báðar. Fegnar um, at
Jógvan hevði tikið skilagóðu
avgerðina at lata Tinganes fáa
frið. Tá eg hugsi um greinina í
Sosialinum um júst hetta málið,
kann eg ikki lata vera við at
undrast á, hví okkara kosnu
menn ætla at vera so blíðir við
suðringarnar, at teimum ikki
tørvar at fara av Smyrli, tá teir
skuldu keypa sær silvur til
føroysk klæðir ella kanska einar
nýggjar brillur. Teir fara bara
aftur í hekkuna, og so siga teir
við Sunnivá ella brillumannin,
hvat teir skulu keypa. Tí Smyril
fór at vera hálvur inni hjá
N.L.Arge! Nú stúrsar tú óivað
við og heldur, at eg eri blivin í
ørviti, tí hvørt mansbarn veit, at
brillumaðurin, sum tann 1. juni í
tí Harrans ári 1808 proklamer-
aði:"Læg jer ned børn og stræk
gevær" á skansanum og fekk
okkara forfedrar at rista í brók-
unum, er farin handan sýnina
fyri langari tíð síðani. Brillumað-
urin, eg meini við, er av allar-
fittastu fólkum og ger ikki halt-
ari hønu mein, tori eg at siga.
Hann er við hepnari, proffessio-
nellari hond kreeraður í hesi
øldini. Ingvør og hini í
Stephanssons Húsi, sum eisini
eru næstu grannar hjá N. L.
Arge, hava staðið fyri tillagingini
og tíðarhóskandi brillumans-
dáminum. Og væl er kreerað.
Hann riggar!
Nú kom eg burtur frá Smyrli.
Ikki um at tala, tá Smyril fór at
leggja frá bryggju. Ein starvs-
felagi hjá mær helt, at tá hevði
verið slíkur glymur dansur og
skúman, at smábátarnir fram við
Trygd ikki høvdu ligið tryg(d)t
longur, men høvdu endað uppi á
tekjuni hjá Cafe Natúr! Komst tú
út úr cafeini, var eitt at gera:
renna fyri lívinum, vildi tú ikki
hava eitt áttamannafar um
oyruni. Og mín sann um ikki ein
tristur var at sjá á veg fram við
Quillingsgarði við kós móti
Amtmansgarðinum, framvið
Niels R. Finsen’sa nasadjarvu
krokus og smædnu snjóklokkum
og við fullari ferð inn til allar
páskaliljurnar hjá Birgit. Okay,
okay. Seinasti setningurin bleiv
kanska nakað langur, tí eg geri
eitt sindur av her, má eg við-
ganga, um enn treyðugt, men tað
skal til við hvørt.
Hetta fær meg at hugsa um
Aprílsøguna hjá SvF í fjør, tit
minnast, har alt skuldi leggjast
undir heilt, so parkeringsøki
kundi fáast til bilarnar hjá
Norrønu, og Café Natúr skuldi
flytast í "en god sags tjeneste".
Eg minnist, hvussu ill eg bleiv,
blóðtrýstið fór upp á 200, og eg
mundi brostið av berari
indignatión. Men tað allar syrgi-
ligasta man vera, at vit uttan at
blunka trúðu, at hetta ætlaðu
okkara lokalu politikarar. Kanska
hevur okkurt tryggingar-
starvsfólk trúð sjónvarpssøguni
eins og eg gjørdi, og hevur
fegnast um at sleppa at parkera
beint uttan fyri høvuðsdyrnar hjá
arbeiðsplássinum, nú Gunnar
hevur savnað alt tryggingarvirk-
semið undir sítt veingjarbreiði á
Kongabrúnni. Tað hevði nú verið
ordiliga snilt hjá starvsfólkunum
ístaðin fyri sum nú: Tey, sum
búgva í eysturbýnum parkera í
vesturbýnum, og tey sum búgva í
vesturbýnum parkera í eysturbý-
num, og so ganga tey øll eina
hálva míl, (tað er óført) hittast á
Kongabrúnni og skunda sær
síðani inn til Gunnar! Annars
helt eg, at alt var so deiligt undir
rustfríum stáli uppi á Hálsi við
nógvum parkeringsplássum, men
nú er alt eyðsýnt nógv betur
undir termoglasi á Kongabrúnni
við næstan ongum parkerings-
plássum. Mangt broytist á
mansins ævi.
Hinvegin veit eg um tvey, sum
eru ovurfegin um allar bilarnar,
sum so við og við koma afturat í
miðbýin: Parkeringsvørðarnir!
Teir gníggja sær um hendurnar
og skriva bøtur eins skjótt, sum
flakið fer eftir transportbandin-
um á Fiskavirking. Nú fara tey
bæði at gera eitt ordans hál.
Vænti, at onkur verður ikki
bótarfør-/ur.
Kanska verður hálið so stórt,
at ráð verða at mála løgreglu-
støðina í Jónas Broncksgøtu sum
sær heldur forharmað og slitin
út. Gangi framvið henni hvønn
morgun á veg til arbeiðis. Har er
sjón fyri søgn. Hon minnir meg
ikki sørt um tíðina áðrenn
faktorkremini, tá tú skoldaði teg
korkareyða og húðin var í álum.
Kanska verður alt so ljósareytt
og nýmálað, tá løgreglan í
Vágum verður flutt til Havnar.
Men tað er so ein heilt onnur
søga.
HUGLEIÐINGAR
Ása undir Kletti
auk@post.olivant.fo
Eg havi gingið ein túr. Ein ordi-
liga laaaangan túr. Hugsaði at eg
skuldi fara út á "krossin" og so
ganga heimeftir Marknagilsveg-
num. Komin áraka Handilsskúl-
an fekk eg tað geniala hugskotið
at fara av vegnum og niðan í
hagan móti Oyggjarvegnum.
Herligur túrur. Kára Olsen og
Crescendo í oyranum og so
niðan á. Tíverri gloymdi eg, at eg
var í hvítum kondiskóm, sum er
fínasta slag, gongur tú á asfalti.
Komin niðan á ríðingarbreytina
varnaðist eg, at skógvarnir vóru
ein heil symfoni í brúnum. Helt
annars, at eg hoppaði lætt og
elegant frá túgvu til túgvu, men
tað havi eg eyðsæð bara billað
mær inn.
Rætt gjørdi eg at velja "túgvurut-
una", tí komin nakað oman eftir
Oyggjarvegnum hitti eg eina
hugfarsliga havnarkonu, sum
eisini var farin ein gongutúr í
góðveðrinum. Vit hava hitst og
fylgst niðan gjøgnum býin fyrr.
Her er talan um stak fryntliga og
hugnaliga konu, og er nøkur,
sum er góð við Havnina, er tað
júst hon. Skilagóð, sum hon er,
duldi hon ikki fyri, hvussu
dansiterandi firtin, hon var inn á,
at Norrøna liggur har, hon liggur,
og at Smyril kanska eisini skal
kroystast inn, har Ritan hevur
atløgupláss. Eg skundaði mær at
siga henni, hvussu samd eg var,
og at eg slettis ikki skilti, at
nakar (maður) var førur fyri at
fáa eitt hugskot, sum var so
fullkomiliga burtur úr vón og viti
sum júst hettta. Og at Tinganes
ofta kom mær til hugs, serliga
eftir at Tórshavnar Kommuna
hevði sent faldara í hvørt hús,
har tú millum allar møguligar
ætlanir – grønar sum ikki grønar
– eisini kundi lesa, at ætlanin við
Smyrli á Bursatanga við spreing-
ingum og dýpingum mestsum
varð komin undir land. "Forn-
minnismyndugleikarnir vóru ikki
so fegnir", skriva teir í faldarar-
um, men tað mundi fara at ganga
kortini, tí tað hevur alla tíðina
verið ætlanin, at: Við Bursatanga
skal Smyril hava atløgupláss."
Soleiðis stóð skrivað.
Vit vóru so firtnar so firtnar og
lovaðu hvørjari aðrari, at um
landsstýrismaðurin í mentamál-
um tók undir við ætlanunum,
fóru vit at savna undirskriftir.
Indignatiónin var øgilig.
Gloymdi at fortelja henni, at eg,
einaferð, eg var í Norðurlanda-
húsinum saman við Ásvør, hitti
Óla Breckmann. Haldi, eg havi
nevnt hetta "treffið" fyrr í
onkrari grein. Sama ger. Tit fáa
her ein eitt sindur øðrvísi,
kanska eitt sindur víðkaðan,
variant.
Óli var tíðindafróður sum altíð,
og vit royndu at fáa okkurt
hissini pipp inn í millum hansara
orðaflóð, sum kom við ótroytti-
ligari megi. Vit tosaðu eisini um
Norrønu, sum júst varð komin til
landið, og eg, spontan sum eg
eri, skeyt í spølni upp, at vit
bæði, Óli og eg, kundu leinkja
okkum føst niðri á "Barbaru-
vippuni", nú søguliga vippan er á
"vippuni" so at siga, og gera
okkara heilt egnu "Norrøna og
Smyril burtur frá Tinganesi
happening". Eina løtu sá tað út,
sum um Óli helt, at eg var ein
nýfunnin, uppafturstaðin leivd
frá trýssara- Femøleguni í
føroyskum hami og ikki ein heilt
vanlig føroysk havnarkona. Hann
var heilt forfardur. Fekk ikki
lippufelli kortini, men minti
okkum á tignina og tílíkt, og at
hetta slettis ikki fór at bera til.
Denn tign, denn tign. Á, ja. Eg
skemtaði bara.
Ná. Aftur til Oyggjarvegin og
havnarkonuna. Nú var betri lag á
okkum báðum henda várliga
páskadag. Alt gjørdi landsstýris-
maðurin í mentamálum. Hann er
einki minni enn ein knassi.
Ikki er frítt, at eg havi filosofer-
að eitt sindur um, at júst Jógvan
gjørdist landsstýrismaður í
mentamálum. Í Tobbasa tíð sum
mentanarbabba hekk Che
Guevarra á bróstinum í MMR.
Nú hongur relieff av Victor
Danielsen. Og abbasonurin, sum
eisini valdi læraraútbúgvingina,
er nú "ypperstur" hjá m.a. fólka-
kirkjuni og lærarunum. Á ja.
Mangt er løgið í hesi verð. Nú
sveimi eg nakað - tað er gott
viðhvørt.
Vit stóðu eina løtu við gamla
grótbrotið og hugdu út á
Á sandi
Gekk eg mær á sandi mánalýsisnátt.
Áin rann í giddan út í vágin.
Hoyrdi ei í fjøru minnsta alduslátt.
Einki var í røring uttan áin.
Busatangi svartur út í sjógvin skar.
Tinganes í mánagulli gyrt var.
Skansatangi kámur - í víkini har
alt so hulisligt og alt so myrkt var.
Bátur fyri íla - helt seg vera far,
sum fór havsins loyniligu gøtu.
Ævintýrið tók meg og burt av leið meg bar
hesa kvirru mánalýsisløtu.
Kendi meg tó festan - grónan heilt í lag,
eins og gamal mosagingin runnur.
Áin rann - og mánin fór líðandi avstað,
lýsti millum durvandi dunnur.
Hans A. Djurhuus.
Hugaferð í Havn
C
M
Y
K
29
28