leygardagur 5. juni 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 105 - 5. juni 2004
7
6
Sosialurin Nr. 105 - 5. juni 2004
TINGHELLAN
Signar P. Heinesen
Politiska leiðslan hevur ræðið á
týðandi parti av tilfeinginum í
landinum. Tað, sum tann polit-
iska leiðslan ikki onkursvegna
opnar dyr fyri, verður neyvan
veruleiki. Hetta ræðið verður
skipað við málsetningum, hvussu
ætlanin er at røkka málunum og
hvussu mál og arbeiði verður
samskift við borgaran.
At seta viðkomandi mál í ein-
um virðiligum samskifti og við
virðing fyri tí heimi, vit eru part-
ur av, er ein av mest týðandi upp-
gávunum hjá fólki og politikar-
um. Stórar tjóðir mistu full-
komuliga fótafestið í heims-
búskapinum grundað á mál, sum
ikki hóskaðu til tíðina, tey livdu
í. Tá ið Kina í 15. til 19. øld ikki
setti sær fyri at byggja ein rætti-
ligan herflota og í staðin byrgdu
seg inni, misti landið støðuna
sum ein hin fremsta sivilsatión í
heiminum fyri hetta. ("The
Human Web", J.R. & W.McNeill,
2003). Hetta er helst eitt tað
týðiligasta dømi í søguni av
sínum slag.
Skulu vit - færri enn 50.000
borgarar í Føroyum - fóta okkum
í einum globaliseraðum heimi,
krevst, at vit umhugsa okkara
mál við skynsemi.
Hvør setir dagsskránna?
Tann politiska skipanin er eitt
amboð hjá fólkaræðinum. Hitt
demokratiska prosjektið, sum
Solon, Kleistenes, Perikles og
onnur á sinni løgdu lunnar undir
í Grikkalandið fyri um 2500
árum síðani, hevur síðani tá
verið í støðugum bardaga ímóti
maktlæruni. Demokrati og
leiðslulæra er í støðugum stríði
við maktlæruna á sama hátt, sum
kristnilæran er í støðugum stríði
við Farieseismuna. Demokrati og
leiðslulæran leggur sjógv millum
seg og maktlæruna. Maktlæran
roynir at klæða seg sum demo-
krati og leiðslulæru.
Tær demokratisku skipanirnar,
sum vóru settar í verk í Europu
og Ameriku í 18-19. øld, eru
allar hugsaðar við støði í makt-
læruni, har teir einstøku politik-
ararnir og politisku flokkarnir
umboða "sínar veljarar" í teirri
merking, at teir skulu røkja
áhugamálini hjá einum parti av
borgarunum. Í danska ríkinum
kenna vit munin millum áhuga-
málini hjá bóndastættini, sum
vóru umboðað við vinstraflokk-
inum og áhugamálini hjá arbeið-
arafjøldini, sum vóru umboðað
við sosialdemokratunum.
Hendan mynd er støðið undir
mongum demokratiskum kjaki
enn. Her á klettunum kenna vit
tað helst best frá tí, sum tann
einstaki politikarin megnar at
bera heim til sítt valdømi av
vegastubbum, bergholum, skúl-
um o.ø.
Men hitt demokratiska pro-
sjektið hevur ikki til endamáls at
seta upp eitt leiktjald fyri einum
bardaga millum ymisk fólk í
samfelagnum. Hitt demokratiska
prosjektið hevur til endamáls at
røkja og tillaga áhugamálini hjá
øllum landsins borgarum.
Gamla Athen skipaði seg sum
eitt beinleiðis demokrati, har
allir frælsir menn eldri enn 20 ár
vóru við í Tinginum. Í demokrat-
iskum høpi kunnu vit samanbera
gamla Athen við Føroyar, eftir-
sum talan sambært søgufrøðing-
um var um einar 30.000 frælsar
menn. Upp til 5-6.000 frælsir
menn møttu til regluligu
Athensku Tingini, har avgerð-
irnar vóru tiknar. Tilsamans búðu
helst um 250.000 fólk í býnum,
nakað sum í Íslandi í dag. At
hesi fólk bæði megnaðu at vinna
á Persum og at byggja eina
mentanarháborg sigur ikki heilt
lítið um, hvussu stór megi liggur
í tí demokratiska - so trupult tað
enn kann tykjast at savna fólk,
byggja upp felags fatan og síðani
at taka felags avgerðir.
Ein av klassisku spurningunum
í stjórnmálafrøðini (politologi)
er, hvør hevur valdið. Svarið
sambært hinum demokratiska
prosjektinum er einfalt: tað
hevur fólkið. Tí er tað eisini
einfalt at svara spurninginum
um, hvør setur dagsskránna, tá ið
málini verða sett: Fólkið setir
dagsskránna.
At tað kann vera praktiskt
trupult hjá fólki í túsundatali og
millióna tali í felag at seta dags-
skránna, er ein av stóru praktisku
uppgávunum, sum demokratisku
amboðini hava roynt at loysa øll
hesi ár. At mong eisini hava
brúkt júst hendan veruleikan til
tess at tiltuska sær sjálvum
dagsskránna og við maktlæruni
hava brúkt orkuna hjá øðrum at
røkka egnum áhugamálum, er
ein annar syrgiligur veruleiki,
sum var kendur í gamla Grikka-
land eins og aðrastaðni og til
allar tíðir. So ófullkomin enn
læran um valdsbýtið er, er tað tó
ein roynd at tálma hesar kreftur.
Men søgan hevur víst, at eingin
nokk so góð skipan kann avloysa
skynsama og ábyrgdarfulla at-
ferð. Í eini demokratiskari skipan
skal hvør einstakur gera sær
greitt, at í felags málum røkkur
okkara atferð væl útum okkara
egna.
Linjan hjá sitandi
samgongu
At tað ber til at seta sær eittans
mál fyri, er seinasta samgongan
frá 1998 til 2003 eitt dømi um.
Málið um einar frælsar Føroyar
var nóg greitt, nóg breitt og var
nóg gott grundarlag fyri øllum
neyðugum undirmálum. Vilja vit
einar frælsar Føroyar, hevur tað
sína ávirkan á sjúkrahúsverkið, á
almannaverkið, á samskiftisam-
boðini o.s.fr. At seinasta sam-
gongan hevði ilt við at røkka sín-
um máli hevur kanska ikki sørt
samband við hendan veruleika.
Sitandi samgonga hevur hin
trupulleikan - hon hevur enn ikki
megnað at fortelja fólki, hvat
hon vil brúka sítt breiða mandat
til. Fólkafloksfólk, sambandsfólk
og javnaðarfólk tykjast fegin um,
at teirra politikarar sita við vald-
inum, men lítið frættist millum
manna, hvørjar vónirnar eru fyri
framtíðini.
Ørkymlandi ábendingar eru
um, at málsetningarnir koma inn
um dyrnar soleiðis hissini. Ein
putlast við onkran smávegis
skattalætta, annar putlast við
útlendsk ítróttarfólk, triði putlast
við vindmyllur, fjórði putlast við
spreingiteknik frá fyrst í seinastu
øld. Knappliga loysir samgongan
fyri posabandinum í alivinnuni
og bjóðar útlendskum fyritøkum
okkara firðir fyri einki uttan
nakra ábending um, hvussu vit
ætla, at føroyskar fyritøkur
kunnu virka í øðrum londum.
Trupulleikin er sjálvandi tann,
at stýrisamboðini ikki virka.
Frámælini eru mong og tilmælini
fá, fleiri teirra fjákut. Men hetta
er veruleikin, sum sitandi
samgonga er í. Hesum veruleika
má hon arbeiða út frá. Er hesin
veruleikin ikki broyttur til næsta
val ella eru eingi mál rokkin av
hesi orsøk, tá er tað ábyrgdin hjá
sitandi samgongu.
Hvørji mál kunnu vit hóma
millum manna
Uttan stórvegis partapolitiska
íblandan ber helst til at fáa eina
hóming av, hvørjar linjur ella
hvørji mál hava áhuga millum
manna.
Stýrisamboðini
Ein høvuðsspurningur, sum tú
møtir dagliga, er spurningurin
um tey kaotisku viðurskiftuni í
okkara embætisverki. Fólk, sum
hava brúk fyri embætisverkinum
eru ørkymlað. Fólk, sum starvast
hjá - og fyri - sama embætis-
verki, eru enn meira ørkymlað -
hóast orsøkirnar helst ikki eru
tær somu. Og fólk eru ørkymlað
um handalagið hjá okkara
politikarum. At politiska handa-
lagið í mangar mátar hongur
saman við, hvussu væl stýris-
amboðini virka, er ein veruleiki,
sum ofta verður gloymdur.
Borgarin má gera sær greitt,
hvussu trupult tað er hjá politik-
arum at bøta um stýrisamboðini.
Ein samgonga hevur fýra ár at
virka í, um væl vil til. Hetta er
stutt skotbrá at fáa stýrisamboð-
ini at virka og samstundis røkka
øðrum meira praktiskum málum.
Stýrisamboðini eru jú meira enn
so mangt annað amboð til tess at
røkka øðrum málum.
Fíggjarligu inntøkumøgu-
leikarnir
Ein annar høvuðsspurningur,
sum tú eisini møtir dagliga, er
spurningurin um fíggjarligu
inntøkumøguleikarnar í landin-
um. Alt fleiri kenna á sær, at
hesin aldudalurin, vit eru í, er
ikki heilt sum so mangir fyri
hendan. Á einhvønn hátt er hesin
dalurin eitt øðrvísi tekin um, at
vit hava fyri neyðini eitt breiðari
fíggjarligt grundarlag.
Fólk flest ivast í dag um
studningur gagnar nøkrum
vinnulívi. Sjálvt tey, sum hava
slík uppskot, eru ivasom um
hetta er gongda leiðin. Heldur
hevur ein varhugan av, at tey
uppskot, sum koma um studning,
bera boð um maktaloysi, tí tað er
trupult at síggja aðrar møgu-
leikar, sum kunnu fáast í lag her
og nú.
Bæði politikarar og borgarar
annars mega gera sær greitt, at
her finnast ikki lættar loysnir.
Tað er ikki lætt at síggja, hvussu
vit í felag kunnu lyfta uppgávuni
at fáa til vega eitt breiðari fíggj-
arligt inntøkugrundarlag. Í al-
menna kjakinum verður "gransk-
ing" mangan nevnt í sambandi
við vinnuligan framburð, sum
eitt annað gandaorð. At kobla
gransking og vinnuliga menning
er ikki einfalt í størri londum og
er væl truplari í einum lítlum
landi sum Føroyum.
Nógvir spírar eru í landinum í
løtuni. Okkurt bendir eisini á, at
vilji er at lyfta í felag. Hetta
skuldi verið við til at gjørt
uppgávuna hjá politikarunum
lættari, men ilt er at meta um,
hvørt tað er nóg mikið.
Einar samanhangandi Føroyar –
geografiskt og fólksligt
Ein triði spurningur, sum tú
møtir á tínum veg, er spurn-
ingurin um einar samanhangandi
Føroyar, skilt bæði geografiskt
og fólksligt. Geografiskt verður
hesin spurningurin ofta tikin
uppá mál í sambandi við
Suðuroynna og Sandoynna.
Missa vit hesar oyggjarnar? Eru
hesar oyggjarnar í sama vanda
sum tær smærru útoyggjarnar?
Hvussu við teim loysnum, sum
eru settar í verk fyri Suðuroy,
Vágar og Norðuroyggjar -
stendur nyttan mát við
kostnaðin? Fáa vit rímiliga nyttu
burturúr tí, sum vit longu hava
goldið fyri?
Fólksligt verður spurningurin
ofta tikin upp sum spurningurin
um ójavnan millum tey, sum
hava stórar møguleikar í landin-
um og tey, sum hava smáar
møguleikar. Tímalønt, eldri fólk,
tey, sum eru komin illa fyri av
einhvørji orsøk, eru dømi um
fólk, sum við røttum kunnu hava
ilt við at síggja stóru framstigini.
Møguleikin at kenna seg tryggan
á arbeiðsplássum er eisini
spurningur í hesum sambandi.
Haldi eisini, at fleiri við mær
kendu tað sum stein oman á
byrði, at almennu Føroyar við
sínum lógaruppskotum góvu
verkafeløgunum ábyrgdina fyri
langa verkfallið í 2003.
Tá ið málini verða sett
At seta málini saman við vanliga
borgaranum er ein trupul partur
av praktiska demokratiska
prosjektinum. Onkursvegna
skulu politikarar stinga ein
rímiliga yvirkomiligan setning
fyri eitt valskeið út í kortið,
samstundis sum øll tey politisku
málini skulu hava skrúvuna í
vatninum. Seinasta samgonga
stakk eittans málið út í kortið, og
tað var helst ov eintáttað. Hend-
an samgongan hevur enn ikki
givið borgarunum eina rímiliga
greiða fatan av, hvørji mál størsta
orkan skal fara til.
Fylgja vit við í tosinum mill-
um manna, so haldi eg meg
hóma trý høvuðsmál, sum venda
aftur og aftur í ymsum hami. Vit
kunnu siga tað soleiðis, at um
hendan samgongan megnar at
bøta munandi um stýrisamboðini
í landsstýrinum, at menna
fíggjarligu inntøkumøguleikarnir
hjá føroyskum vinnulívi og at
binda oyggjar og fólk tættari
saman tað, sum er eftir av hesum
fýra árunum, vil vanligi borgarin
helst vera væl nøgdur við
avrikið. At so ein velur tjóðveldi,
annar fólkaflokk o.s.fr. uttan
mun til tað, sum gjørt verður, er
annað mál, sum ikki eigur at
ørkymla tann politiska stats-
mannin.
Skulu vit gera okkum vónir
um, at eisini næsta ættarliðið av
føroyingum er partur av eini tjóð,
einum fólki og eini vinnuligari
eind í einum globaliseraðum
heimi, eru hesi trý málini ein
fortreyt. Bert við vælvirkandi -
sterkum, fjøltáttaðum og dynam-
iskum - stýrisamboðum, við
einum samanhangandi Føroyum
og eini altjóðagjørdari vinnu
eisini innan onnur øki enn
fiskivinnuni, eru vit, sum fólk,
verdug einum globaliseraðum
heimi.
Vit hava helst meira at takka
okkara forfedrum um aldarskiftið
1900 og frameftir fyri, enn vit
geva okkum far um. Føroyska
skútan varð tá vend frá einum
bóndasamfelag til eitt fiski-
vinnusamfelag. Hetta hendi ikki
av sær sjálvum. Fleiri samfeløg í
somu støðu høvdu ikki sama
hepni at velja vinnuveg, sum
rakk longur enn 100 ár fram.
Vilji og evni at vera partur av
altjóða samfelagnum seinnu
helvt av 20. øld verða eisini ofta
undirmett.
Spurningurin til okkum, um
ártúsundskiftið 2000, er, um vit
megna at bera førningin framá
vegin - um vit megna at seta
felags mál, sum eru hóskilig í tí
heimi, vit liva í. Og at røkka
hesum málum.
Í Tinghelluni leygardagin
tann 21. februar varð
spurningurin um stjórnar-
skiftið 2004 viðgjørdur
Samgongan 1998-2003 legði
frá sær. Spurningurin í tí
sambandi er, hvørji úrslit
liggja eftir tí samgonguni.
Hóast virðing helst stóð um
praktiska fíggjarpolitikkin og
helst eisini oljuleitingini
kring Føroyar, er ilt at síggja
nakað ítøkiligt úrslit á teirri
sjálvstýriskós, sum hildin var.
Stýrisamboðini – hvørji virði
eru galdandi, hvørjir persónar
verða settir at taka sær av
deiluppgávunum og fíggingin
– tykjast at virka illa.
Nevnt var, at hendan sam-
gongan kann fáa ein
avgerandi leiklut í spurning-
inum um Føroyar hóra undan
einum vinnuligum hóttafalli,
ella um Føroyar og føroy-
ingar fóta sær sum tjóð, sum
fólk og sum vinnulig eind í
einum globaliseraðum heimi.
Í trimum Tinghellum verða
nakrir spurningar reistir í
framhaldi av hesum. Í tí
fyrstu Tinghelluni varð
spurningin um, tá virðini
verða sett, viðgjørdur. Ting-
hellan í dag viðger spurn-
ingin um, tá málini verða
sett. Triðja Tinghellan viðger
spurningin um, tá ið málini
verða rokkin - við vinnuligari
menning sum dømi. Tað er
Signar Heinesen, verkfrøð-
ingur, sum stendur fyri
hesum Tinghellunum.
Fóta vit okkum
sum tjóð í
globaliseraðum
heimi!
Tá ið málini verða sett
C
M
Y
K
31
30