leygardagur 5. juni 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 5. juni 2004
33
8
Sosialurin Nr. 105 - 5. juni 2004
A. Guttormur Djurhuus
Bókstavtrúgv á Koran og
Bíbliu
Á okkara døgum er vanligt at
muslimar, tá spurningar, tað veri
seg átrúnaðarligir, moralskir,
politiskir ella vísindaligir, stinga
seg upp, venda sær til Koranina
at fáa svar. Tað kann tykjast
okkum løgið at hava so sterka
trúgv at halda at ein bók skrivað
fyri 1500 árum síðani, kann
svara spurningum um líkt og
ólíkt í nútíðini. Her skulu vit
ansa okkum og ikki gloyma, at
her hjá okkum, var fyri ikki langt
síðani, vanligt at trúgva
bókstaviliga øllum tí sum stendur
í Bíbliuni. Eisini tí sum stendur í
Gamla Testamenti. Ein so mætur
vísindamaður sum Isaac Newton
legði stóra orku í at tíðarfesta
hendingar við Bíbliuni sum
keldu. Í langa tíð var kirkjan við
Bíbliuni sum einastu viðurkendu
kunnleikakeldu, tí ein forðan fyri
framburð innan europeiska
náttúruvísind.
Baruch de Spinoza
Í Niðurlondum varð í 1632
borðin í heim maður nevndur,
Baruch de Spinoza. Hann var av
ríkari jødaætt sum tókst við
handilsskap, men hevði ungi
Baruch lítlan hug at ganga tann
vegin. Hann hevði størri hug til
bókina og læs hann dúgliga
Bíbliuna og Talmund, umframt
jødiskar mystikarar og vestur-
lendskar heimsspekingar. Hann
lærdi at kenna tankarnar hjá
Giordani Bruno, sum í árinum
1600 varð tikin av døgum av
kikjuni »so humant sum gjørligt
og uttan at blóð fleyt«. Við
øðrum orðum: hann varð brendur
livandi á báli! Men helst var tað
René Descartes sum var fremstur
í huga hansara. Hin stóri
heimspekingurin sum segði:
– Í leitan okkara eftir eini
beinari leið til sannleikan, skulu
vit ikki takast við nakað, ið vit
ikki kunnu fáa somu vissu fyri,
sum í aritmetiskum og geo-
metriskum prógvum.
Sum 24 ára gamal verður hann
stevndur at møta í synagoguni at
verða avhoyrdur og ákærdur av
gamlamannaráðnum. Honum
varð boðin eitt hampuliga stórt
árligt gjald, um hann, í hvussu so
er, úteftir, ikki vildi ganga ímóti
røttu trúnni. Spinoza tók ikki av,
og varð exkommunikeraður.
Aftan á at vera blivin koyrdur
úr jødisku samkomuni, vann
Spinoza sær til dagligt breyð
sum lærari og seinni sum linsu-
makari. Hann hevði lært til
optikara meðan hann enn var
limur í jødisku samkomuni. Tað
var góð gomul jødisk siðvenja, at
allir studentar eisini skuldu læra
seg eitt handverk, tí »alt arbeiði
dugnar, og ein lærdur sum ikki
dugur eitt handverk gerst at enda
eitt óvætti«.
Stutt aftan á exkommunika-
tiónina varð morðroynd framd
móti heimsspekinginum av
einum rættrúgvandi, sum við
dálki í hond vildi týna hin van-
trúgvandi. Spinoza slapp undan
við einu skeini á hálsinum.
Bert 44 ára gamalur andaðist
Spinoza, sum tá leingi hevði
verið tuberklasjúkur.
Bíblian ikki Guds orð
Spinoza er ein hin fyrsti sum
heldur, at Bíblian ikki beinleiðis
skal takast fyri at vera Guds orð,
men heldur eitt stríðsrit fyri
kristindómin. Sjálv trúarjáttanin
og Kristi náttúr varð staðfest so
seint sum á kirkjufundinum í
Nicaea ár 325 eftir okkara tíðar-
rokning, har Konstantin hin
Stóri, sjálvur vantrúgvandi, var
fundarstjóri. Ikki fyrr enn sløk
hundrað ár seinni verður enda-
liga avrátt, hvat av samlaða
tilfarinum sum skuldi kanoni-
serast og takast við í Nýggja
Testamenti. Ikki løgið at Spinoza
hevur ilt við at góðtaka Bíbliuna
fyri Guds orð. Um so var at
Bíblian er Guds orð, var ikki
tann hópur av andsøgnum í
henni, sum tað nú eru, heldur
hann.
Guds sanna andlit í
náttúruni
Einum er hann tó samdur við
nógv tátíðar og nútíðar kristin í.
Gud og nátturufyribrigdini eru
eitt. At tað er í náttúruni, at Gud
vísir sítt sanna andlit. »Men«,
skrivar Spinoza, »fólkið heldur
at Guds vald og forsjón verða
best lýst við løgnum hendingum,
sum ganga ímóti tí fatan tey
annars hava gjørt sær av náttúr-
uni«.
Tey halda, at Gud er óvirkin, tá
alt í náttúruni gongur sína vandu
gong, og hinvegin at er Gud
virkin tá náttúrumegin og náttúr-
ligar orsøkir eru óvirknar. Á
henda hátt fáa tey tvinnar ymisk-
ar orsøkir til eina hending. At
Gud er tað ella at náttúrumegin
er tað. Um vit nú góðtaka, at
undur veruliga henda, skuldi tað
merkt, at Gud er tvíbýttur. Van-
liga vil alt ganga fyri seg sam-
bært ævigum løgbundnum
hendingarmynstri og hinvegin
skuldi Gud í einstøkum førum
lata hendingarmynstrið ganga
ímóti náttúruni og harvið ímóti
sínu egnu náttúru.
Undrið
Hesum avvísir Spinoza og vísir
á, at undrið er frágreiðing av tí
óvitandi til eina hending, tey ikki
skilja. Tey undur sum Bíblian
sigur frá stava annahvørt frá tá
ókendum náttúrufyribrigdum, av
at vitnini fóru skeiv ella av
skeivari umseting av hebraiska
tekstinum.
Eitt undur, skrivar Spinoza, er
ein hending, hvørs orsøk ikki
kann greinast við náttúrulógum.
Men við tað at tað eru vanlig
fólk, sum sjálvi døma um, hvat
ið er eitt undur, fólk sum ikki
hava eina hóming av, hvussu
náttúran virkar, kunnu vit tryggt
taka sum givið, at fólk fyrr í
tíðini, hildu vera undurverk slíkt
sum tey ikki megnaðu at greina.
Tískil kann neyvan vera nakar
ivi um, at nógv av undrunum í
Bíbliuni skuldu kunna verðið
greind við kendum náttúru-
lógum.
Bíblian greinar ikki hvørjar
náttúrligu orsøkirnar eru til
hendingarnar. Tað eru skeivleikar
í tí, sum Bíblian sigur um Gud, tí
ætlanin við henni er ikki at
sannføra skilvitið men hugflogið.
Sum frá er liðið hevur tó markið
fyri, hvat ið hildið er gjørligt
flutt seg. Tað man vera fáur í dag
sum heldur, at ein mistur armur
ella bein kann veksa útaftur. Vit
vita av royndum, at so er ikki.
Gud gongur ikki ímóti teimum
lógum, sum hann sjálvur hevur
skapað! Tí eru undur ikki
møgulig.
Bøn og forbøn
Tað er heilt vanligt av trúgvandi
at biðja fyri sjúkum og syrgjandi.
Tú kann fara í forbøn fyri líkt og
ólíkt. Mær er sagt at almennt
varð gingið í forbøn fyri at fáa
høgan prís fyri útróðrarbát sum
skuldi seljast. Hinvegin er
keyparin helst farin í bøn fyri at
fáa lágan prís, so at hann kundi
megna at reka bátin. Ikki er lætt
at vera Várharra!
Tað tú ger, tá tú fer í forbøn, er
at biðja Gud um at broyta eina
gongd, sum hann longu hevur
tikið avgerð um. Við ørðum
orðum at Gud skal broyta
meining. Og við at biðja hann
um at broyta sína meining, tí at
vit halda okkum vita betur enn
hann, biðja vit hann ganga ímóti
síni egnu náttúru. Ikki ber hesin
hugburður brá av smædni.
Bæði undrið og bønin bera boð
um tað antropomorfismu, sum
allar heimsreligiónir, uttan
møguliga buddisman, eru
gjøgnumsúrgaðar av.
Tískil fer bønin og forbønin í
sama ruskposa sum undrið.
Lukkutíð fyri okkum!
Samkynd og náttúrunar
lóg
Tað hevur verið sagt um tey
samkyndu, at tey ganga ímóti
lógum náttúrunar, og at tey tí eru
kynsvillingar. Við øðrum orðum
er tað at vera samkyndur at
ganga ímóti Guds náttúru.
Sjálvur havi eg hoyrt prest siga,
at tað er ímóti náttúrunar lóg og
harvið ímóti Guds lóg at vera
samkyndur.
Homoseksualitetur millum
djór
Áhugavert hevði verið at vita,
hvussu statt er við »kynsvill-
ingum« millum djórini, tí tey fáa
illa verið annað enn náttúrlig.
Í sagnum og ævintýrum kring
heimin verður sagt frá samkynd-
um djórum. Og leingi varð hildið
at hetta fyrifórst bert í sagnum
og ævintýrum, men so er ikki.
Fyrsta vísindaliga staðfestingin
av at djór eru samkynt virkin
varð gjørd í 1700-talinum. Seinni
eru frágreiðingar sum vátta
samkyndan atburð millum djór
gjørdar av so frægum djóra-
frøðingum sum Konrad Lorentz
og Desmond Morris. Í dag vita
vit, at homoseksualitetur millum
djór ikki er nakað óvanligt. Eg
havi hoyrt mann bera fram, at
samkynd djór og samkynd fólk
ikki kunnu berast saman. Harvið
vildi hann halda, at kynsliga
virksemið millum djór onkurs-
vegna var av øðrum slag enn
millum menniskju. Als eingin
orsøk er at halda, at so er. Í so
máta eru vit ikki petti øðrvísi
enn hini djórini.
Helst kunnu orsøkirnar til
homuseksualitet flokkast í
tríggjar bólkar:
1.Genuinur homoseksualitetur
orsakaður av ílegufrábrigdi.
2.Homoseksualitetur sum
sosialiseringsfyribrigdi.
3.Homoseksualitetur orsakaður
umstøðunum.
Tað eru uttan iva tey sum eru
fødd samkynd. Teimum dámar
heilt einfalt betur og kenna seg
tryggari við tað egna kynið.
Sum sosialiseringsfyribrigdi er
homoseksualitetur vanligur
millum djór. Tað kann vera fyri
at klára seg betur í fylginum ella
at hækka í tign. Ikki er orsøk til
at halda, at øðrvísi er millum
menniskju. Dømi um tað kann
vera kynslig samvera millum
unglingar og tikomnar menn í
gamla Hellas.
At umstøðurnar ofta gera at
fólk, fyri eina tíð í hvussu so er,
gerast samkynd er væl kennt.
Homoseksualitetur í fognslum er
vanligur. Sjálvur var eg sum
ungur sjómaður og sigldi við
skipum sum vóru leingi í sjónum
og skipum sum gjørdu stuttar
túrar. Umborð á skipum sum
gjørdu stuttar túrar upplivdi eg
ongantíð at menn vóru sam-
kyndir. Hinvegin var tað ikki
óvanligt við samkyndum umborð
á langfaraskipum.
Ikki nakað serligt at vera
samkyndur
Nógv, eisini samkynd, halda tað
vera nakað serligt at vera sam-
kyndur. Eitt frábrigdi tey hava
illt at sáttast við hóast tað er so
vanligt. Summi halda tað vera
bæði skammuligt og syndugt.
Men meira skal til enn at vera
samkyndur fyri at vera perversur
ella kynsvillingur!
Hví summi eru samkynd ella
bifil og onnur ikki, hevur nógv
verðið hugsað og skrivað um.
Ikki eru menn tó komnir til
nakra endaliga semju um hví so
er. Kanska er svarið so einfalt
sum at tað er náttúran sjálv sum
kókar yvir av erotikki og girnd
og er tað sjálv drívmegin og ein
fyritreyt fyri at evolutiónin kann
vera virkin. At sex er gott munnu
bæði fólk og fæ tó vera samd
um. So hví ikki njóta við góðari
samvitsku og binda frið.
Um Spinoza hevði livað í dag,
og vita tað vit vita um samkynd,
hevði hann neyvan verið døm-
andi, men heldur góðtikið tey
samkyndu, sum ein guddómligan
part av náttúruni, har Gud vísir
sítt sanna andlit.
Tí sum hevur hug at lesa meira
um Spinoza verður mælt til at
taka niður av alnótini: Bendict
De Spinoza,
http://www.iep.utm.edu/s/spinoza.htm
Á enskum.
Tí sum hevur hug at lesa meira
um samkynd verður mælt til at
útvega sær »Forskning och
framsteg«, nr. 4, 2003, sum er at
fáa á Landsbókasavninum. Á
svenskum.
Gud, Spinoza og tey samkyndu
Baruch de Spinoza varð borin í heim Niðurlondum í 1632
Privata framtaksfel-
agið NOTIO hevur
keypt allar ognir frá
Samtakinum Tórs-
havnar Skipasmiðju,
sum knýta seg at
skipasmíði, umvæl-
ingum, keypi og sølu
og umboðsvirksemi.
Við í keypinum eru
skipasmiðjurnar í
Havn, Vestmanna og á
Skála, mekaniski
verkstaðurin í Runa-
vík og P/F PAM-Off-
shore Service. NOTIO
yvirtekur eisini øll i-
mmateriell rættindi.
Leiðslan í samtakin-
um verður styrkt við
einum stjóra aftrat
Gunnari Mohr
TÍÐINDASKRIV FRÁ
NOTIO OG P/F TÓRS-
HAVNAR SKIPASMIÐJU
P/F Tórshavnar
Skipa-
smiðja hevur havt somu
eigarar, síðan fyritøkan
varð stovnað í 1936. Fyrstu
mongu
árini
stjórnaði
stovnarin Kjartan Mohr
fyritøkuni. Í 1979 tók son-
urin Poul Mohr við leiðsl-
uni, og í 1999 gjørdist son-
ur hansara, Gunnar Mohr,
eisini stjóri í fyritøkuni.
Men nú hava fyrrverandi
eigararnir so avgjørt at selja
virksemið.
P/F Tórshavnar Skipa-
smiðja hevur leingi verið
ein tann sterkasta fyritøkan
í Føroyum. Hon er fram-
vegis væl fyri fíggjarliga,
men fyrrverandi eigararnir
hava ásannað, at skal fyri-
tøkan styrkja sína støðu til
at taka av avbjóðingunum í
framtíðini, er neyðugt við
nýggjum íblástri og breið-
ari festi í føroyska samfel-
agnum.
Gunnar
Mohr,
stjóri í Tórshavnar Skipa-
smiðju, sigur:
»Gamlar dygdir hava í 68
ár gjørt fyritøkuna til tað,
hon er í dag. Men kapp-
ingin er seinnu árini nógv
herd av globaliseringini.
Vit halda, at P/F Tórshavn-
ar
Skipasmiðja
aftrat
gomlu dygdunum hevur
tørv á nýggjum íblástri, so
fyritøkan kann menna seg í
nýggju tíðini. NOTIO er
eitt fíggjarliga sterkt og
virkisfýsið felag. Eigararnir
í NOTIO hava tætt tilknýti
til føroysku høvuðsvinn-
una, altjóða vinnuroyndir
og nútímans hugsjónir um
leiðsluhátt og virkisrakstur.
Hesir eginleikar vænta vit
fara at tryggja fyritøkuni
eina sterka kappingarstøðu
í framtíðini.«
Hóast skipasmiðjuvirk-
semið nú skiftir eigara,
heldur virksemið á Tór-
shavnar Skipasmiðju, Skála
Skipasmiðju, Vestmanna
Skipasmiðju og mekaniska
verkstaðnum í Runavík
fram sum vant. Tey umleið
200 starvsfólkini verða ver-
andi í starvi, og Gunnar
Mohr heldur fram sum
stjóri. Tó verður leiðslan
styrkt við einum stjóra aftr-
at og nýggjari nevnd.
Alt skipasmiðjuvirksem-
ið verður nú lagt yvir í eitt
nýstovnað dóttirfelag. Fel-
agið hjá fyrrverandi eigar-
unum, sum varð stovnað í
1936, heldur fram undir
nýggjum navni og verður
framvegis virkið í før-
oyskum vinnulívi.
Vaksa um marknaðar-
partin
Nevndin í NOTIO er væl
nøgd við keypið. Tá fram-
taksfelagið varð stovnað í
mai 2002, var eitt av aðal-
málunum, at felagið skuldi
gerast partur av eini stórari
verkætlan stutt eftir stovn-
anina. Ein roynd varð gjørd
í hesum sambandi, tá
NOTIO bjóðaði upp á
Føroya Fiskavirking í 2003.
Hetta keypið varð tó av
ongum, tí eigararnir vóru
ikki sinnaðir at samráðast
um sølu.
Í seinastuni hava NOTIO
og P/F Tórshavnar Skipa-
smiðja samráðst við tí
endamáli, at NOTIO skuldi
keypa allar ognir knýttar at
skipasmiðjuvirkseminum
hjá fyritøkuni. Samráðing-
arnar millum partarnar
hava gingið væl, og hós-
kvøldið 3. juni 2004 kundu
partarnir so undirskriva av-
taluna um handilin. Wil-
helm Petersen, nevndarfor-
maður í NOTIO, sigur:
»Samtakið
Tórshavnar
Skipasmiðja er ein týðandi
partur av okkara høvuðs-
vinnu og eisini partur av
undirstøðukervinum
hjá
fiskiflotanum í Norðurat-
lantshavi. Fyritøkan er kend
fyri dygdargott arbeiði,
bæði tá tað snýr seg um ný-
bygging og umvælingar, og
hevur megnað at vunnið
pening í góðum sum ringum
tíðum. Hesi viðurskiftini og
tann sannroynd, at starvs-
fólkini eru dugnalig og støð-
ug, hava vigað tungt, tá
NOTIO gjørdi av at keypa
virksemið. Vit hava sett
okkum sum fremsta mál at
vaksa um marknaðarpartin
komandi tíðina.«
NOTIO verður einsamall-
ur eigari fyrstu tíðina, men
málið er, at ognarparturin
hjá NOTIO skal gerast ein
triðingur. NOTIO ætlar at
skráseta P/F Tórshavnar
Skipasmiðju á føroyska
virðisbrævamarknaðinum
og har bjóða áhugaðum
íleggjarum at gerast parta-
eigarar.
Samstundis sum NOTIO
hevur keypt virksemið hjá
skipasmiðjusamtakinum,
hava
gomlu
eigararnir
hækkað partapeningin í
NOTIO, so teir nú eiga ein
fjórðing har. Áhugamálini
hjá gomlu eigarunum fara
tí í stóran mun framvegis at
knýta seg at føroyskum
skipasmíði.
Kensluborin avgerð
P/F Tórshavnar
Skipa-
smiðja hevur verið knýtt at
Mohr-ættini heilt síðan
stovnanina. Poul Mohr,
stjóri, dylur ikki fyri, at tað
er ein tung avgerð at selja
virksemið hjá fyritøkuni.
Men hann er sannførdur
um, at avgerðin er røtt. Poul
Mohr sigur:
»Eg havi verið á skipa-
smiðjuni, síðan virksemið
byrjaði, og minnist, tá Stella
Argus sum fyrsta skip varð
tikið upp á beding Gamla-
árskvøld í 1939. Hetta hevur
verið ein spennandi tíð við
nógvum ríkum løtum og
góðum sambondum. Men
eg eri komin til ta niður-
støðu, at nú er neyðugt at
líta frameftir, og tað, sum er
farið, er søga. Vit vilja varð-
veita hesa fyritøkuna sum
eina sterka fyritøku fyri land
og fólk, og besti mátin at
gera tað er at geva pláss fyri
nýhugsan. Hesari nýhugsan
halda vit, at NOTIO borgar
fyri. Hetta hevur verið ein
kensluborin avgerð at taka.
Men vit hava valt at latið
skilið heldur enn kenslurnar
ráða."
NOTIO keypir Samtakið Tórshavnar Skipasmiðju
Skipasmiðjan seld
À fyrsta tíðindafund-
inum, sum nakrantíð
hevur verið á Tórs-
havnar Skipasmiðju,
kom fram, at Skipa-
smiðjan seint hós-
kvøldið 3. Juni skifti
eigara. Nýggi eigarin
eitur Notio, og er eitt
framtaksfelag, ið
longu hevur gjørt
íløgur í fleiri aðrar
føroyskar fyritøkur.
SKIPASMIÐJAN
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Mohr’arnir, ið altíð hava átt
Skipasmiðjuna, eru nú ikki
eigarar longur. Feðgarnir
Poul og Gunnar Mohr
løgdu tó dent á, á tíðinda-
fundi 4. Juni, at henda
avgerð er tikin, sum ein
avleiðing av nýggju tíðini
og globaliseringini.
– Alt gongur so skjótt í
dag orsakað av globaliser-
ingini, og tískil meta vit tað
vera neyðugt at savna allar
tær føroysku kreftirnar, fyri
at kunna standa ímóti kapp-
ingini uttanífrá. Vit hava
valt hesa loysnina, fyri bet-
ur at forankra skipasmiðj-
una í føroyska samfelagið.
Sølan hevur einki við húsa-
gang ella ringar tíðir at
gera, tí skipasmiðjan er eitt
gott og sunt felag. Men við
at loyva nýggjum kreftum
inn í felagið, vænta vit at
fáa nýggjan íblástur í fel-
agið, og harvið betur at
kunna standa ímóti út-
lendsku kappingini, sum vit
merkja betur og betur, segði
Gunnar Mohr, stjóri. Hann
segði, at júst hetta sama er
roynt á onkrum skipa-
smiðjum í Norra, og tað við
sera góðum úrslitum.
Poul Mohr var samdur,
men hann staðfesti fleiri
ferðir, at hetta ikki hevði
verið nøkur løtt avgerð at
taka.
– Hetta er beikst og
tungt, men vit meta, at hetta
er tað rætta at gera, segði
hann.
Starvsfólki fer ætlandi
ikki at merkja eigaraskiftið,
tí nýggi eigarin hevur ongar
ætlanir um at broyta starvs-
fólkatalið. Gomlu eigarar-
nir tryggjaðu sær somu-
leiðis, at nýggi eigarin fer
at fara við starvsfólkinum á
sama princippfasta hátt,
sum tey eru von við.
– Vit hava havt eina ali-
støð av ungdómi. Eg veit
ikki talið av handverkarum,
sum eru farnir út av Skipa-
smiðjuni, men teir eru
nógvir. At fólk heldur á at
søkja arbeiði og arbeiða
her, má vera eitt tekin um at
tey trívast, segði Poul
Mohr.
Leiðslan á Tórshavnar
Skipasmiðju verður broytt
nakað, tí afturat Gunnari
Mohr, sum heldur fram
sum stjóri, verður ein stjóri
settur afturat. Enn er tó ikki
avgjørt hvør hesin verður.
Men hóast Skipasmiðjan er
seld og farin á nýggjar
hendur, dettur gamla fel-
agið ikki niðurfyri. Hóast
tað í framtíðini ikki fer at
gera skip ella hava nakað
við nýggju Skipasmiðjuna
at gera, verða teir tó fram-
vegis eitt felag við nógvum
møguleikum. Við søluni
gjørdust teir stórpartaeig-
arar av Notio, og teir hava
ivaleyst fingið eina vala-
upphædd fyri søluna av
skipasmiðjuni.
Partarnir
vilja tó ikki upplýsa sølu-
prísin.
Nú verða Mohr’arnir tó
noyddir at finna sær eitt
nýtt navn til felagið, tí
navnið Tórshavnar Skipa-
smiðja fylgdi við í søluni,
og er sostatt ogn hjá Notio.
Við tíðini ætlar Notio at
fáa Skipasmiðjuna út á
virðisbrævamarknaðin og
bjóða íleggjarum at gerast
partnarar. Enn er tó ikki
vist nær hetta verður.
Gunnar Mohr, Poul Mohr og Wilhelm Petersen á tíðindafundi á skipasmiðjuni. Allir søgdu seg vera vælnøgdar við handilin, men
Poul Mohr duldi ikki fyri, hvussu torført tað var at selja familjufyritøkuna
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
33
32