Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 105 - 5. juni 2004 Nr. 105 - 5. juni 2004 35 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3793 Navn: Sp/f PK Adressa: Marinargøta 2, 188 Hoyvík Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 02.06.2004 Viðtøkudato: 02.06.2004 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 80.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Páll Kjærbo, Marinargøta 2, 188 Hoyvík. Stjórn: Páll Kjærbo, Marinargøta 2, 188 Hoyvík. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: Sp/f Revisión v/ Kaj Joensen, Stoffalág 4, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 02.06.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er keyp og søla og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 3. juni 2004 Kristin Balle _______________________ Avloysari fyri pedagog í farloyvi Undir Heimarøktini og Serforsorgini, á Bústovnin- um Eirargarði 16A/BN er 1 pedagogstarv í farloyvi á 75% leyst at søkja frá 1.juli 2004,til og við 1.august 2005. Ella eftir nærri avtalu. Á bústovninum búgva 15 menningartarnað fólk, har av fleiri hava likamlig brek. Dentur verður lagdur á, at tann, sum sett/ur, er likamliga væl fyri, og er áhugað/ur at luttaka aktivt í øllum avbjóðingum, og er opin fyri nýhugsan. Neyðugt er at arbeiða sjálvstøðugt,og at samstarva við onnur,umframt at vera før/ur fyri at taka ábyrgd og avgerðir í arbeiðinum. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld- og náttarvaktum. Starvið er sáttmálasett, millum Føroya Pedagog- felag og Fíggjarmálaráðið lønarstig 11/18. Um ongin umsókn er frá pegagogi, verður hjálparfólk sett/ur í starvið. Nærri fæst at vita um starvið frá leiðarunum á tlf. 315422/315423. Umsóknarfreistin er 15.06.04 og skulu umsóknir við prógvi, viðmælum v.m. sendast til: Bústovnurin Eirargarður 16A/BN Eirargarður 14-16 FO-100 Tórshavn Eygleiðarar á fiskiskipum fyri Fiskiveiðieftirlitið 4 størv sum eygleiðarar umborð á fiskiskipum, verða hervið lýst leys. Tvey av størvunum verða sett skjótast gjørligt. Tvey av størvunum verða sett umleið 1. august 2004. Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur: • Skráseta, skriva frágreiðing um fiskiskapin og staðfesta hvar fiskað verður • Kanna og meta um veiðuna • Skráseta útblaking, hjáveiðu og veiðu av undirmátsfiski • Kanna fiskireiðskapin • Kanna dagbókaføringina • Kanna veiðu í hvørjum einstøkum háli • Taka sýnir • Fylgja við um fylgisveinaeindin er virkin og sambært ásetingunum • Boða frá møguligum brotum á loyvistreytirnar • Annað eftirlitsarbeiði Førleikakrøv: • Fiskivinnutøkningur, ella aðra viðkomandi útbúgving.Fyrimunur men ikki krav. • Royndir innan ymiskar veiðihættir. • Heilsuváttan fyri sjómenn. • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli. • Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og óheft. Setanartreytir: Mánaðarlønin er kr. 24.013,05 svarandi til stig 35 í tænastumannalønartalvuni. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí. Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheiti er eygleiðari. Tann ið sett/ur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum, og møguligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 21. juni 2004 kl. 15.00. Umsóknirnar skulu sendast til : Fiskiveiðieftirlitið postsmoga 347 110 Tórshavn Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35 30 30 og tosa við Símun Joensen, fulltrúa. Fiskimálaráðið Fiskiveiðieftirlitið Internet Hjálparfólk til frítíðarskúlan Smílibýlið í Stoffalág 82 Størvini: Eru eitt hjálparstarv uppá 25 t. og eitt fyri hjálparfólk í barnsburðarfarloyvi uppá 25.t. Stovnslýsing: Á Frítíðarskúlanum Smílibýlinum ganga 64 børn. 42 ganga fyrrapart og 22 ganga seinrapart. Tað er týdningarmikið: At tit hava hug og áræði at skapa ein fjøl- broyttan og tryggan gerandisdag við virð- ing, áliti og umsorgan fyri tí einstaka barn- inum, og eitt gott samstarv millum foreld- ur og starvsfólk. Dentur verður lagdur á,at umsøkjarin kann arbeiða sjálvstøðugt, er røkin og førur fyri at taka avgerðir í arbeiðinum. Vit leggja stóran dent á: At vit eru eitt frítíðartilboð til børnini. Vit eru saman við børnunum í teirra frítíð. Vit vilja skapa møguleika fyri, at børnini mennast við at lurta, práta og og vera saman við teimum. Setanarviðurskifti: Størvini verða sett tann 09. august 2004, løn sambært sáttmála millum Føroya Kommunala Arbeiðsgerarafelag og Føroya Pedagogfelag. Umsókn: Saman við viðmælum, upplýsing um út- búgving og royndum skulu vera frítíðar- skúlanum í hendi í seinast 14. juni 2004. Umsóknir skulu sendast til: Frítíðarskúlan Smílibýlið, Stoffalág 82, 100 Tórshavn. Setanarsamrøður verða skjótast gjørligt eftir hetta. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til: Barbaru Dahl, leiðara og Bjørg Danielsen, varðaleiðara á Tlf. 314879 Hús til sølu Helvt av tvíhúsum við stórari garagu til sølu. Tlf. 314245 Til Frítíðarskúlan søkist 1 pedagogur at arbeiða 30 tímar um vikuna, at byrja 9. august 2004. 1 hjálparfólk at arbeiða 20 tímar um vikuna,at byrja 9. august 2004. Um eingin pedagogur søkir, verður hjálparfólk fyri- bils sett í eitt ár. Lønin er sambært sáttmála hjá Føroya Pedagog- felag. Umsóknirnar skulu vera Skála Kommunu í hendi í seinasta lagi 21. juni 2004. Viðmerkjast: dagrøktarleiðarin. Eru spurningar til størvini, ring til leiðaran i dagrøktini tlf. nr. 586004. Skála Kommuna Valnevndin Lærari til maskindeildina Starvið er eitt fulltíðarstarv. Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum maskin- smiðjur og minst 2 ára starvsroynd innan yrkið. Umsøkjarar við framhaldandi útbúgving og undir- vísingarroyndum hava fyrimun. Eisini er áhuga fyri stødd-, alis- og evnafrøði, CAD/CAM, CNC og nýtslu av EDV, ein myrimunur. Á maskindeildini starvast 7 lærarar í føstum starvi, umframt tímalærarar og 1 verkstaðarhjálpari. Á deildini er tað dagliga næmingatalið umleið 60 sum eru: Lærlingar,SIt- og Atstøðisnæmingar. Setanarkor til fast starv: Fyrstu 2 árini verða roknað sum royndartíð, har tann, sum verður settur í fast starv, má verða til reiðar at taka ta eftirútbúgving, tað verður seg pedagogiska/undirvísingarliga ella aðra førleika- gevandi útbúgving, sum er neyðug fyri at verða settur í fast starv. Løn: Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og FTL. Starvið er sett at byrja 9. august 2004. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og starvstíð skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 17. juni 2004. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Helga Mortensen, leiðandi lærara á maskindeildini á tlf. 515872. TEKNISKI SKÚLIN Í TÓRSHAVN Marknagilsvegur 75 · Postsmoga 239 FO-110 Tórshavn Telefon +298 311957 · Telefaks +298 316621 e-mail: tst@tst.fo Heimasíða: www.tst.fo Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf C M Y K 35 34