hósdagur 28. august 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. august 2014 · Nr. 97
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Hvussu kann eitt partafe
lag, sum hevur hall í áravís
og ikki betalur eina krónu í
landskassan í partafelags
skatti fáa ókeypis kvotur,
sum svara til eitt avreið
ingarvirði á meira enn eina
milliard?
Sosialurin skrivaði miku
dagin um Næraberg, sum
hevur eitt uppspart hall á
133 milliónir krónur, og tí
skil ikki kemur at gjalda
skatt í nærmastu framtíð.
Felagið hevur triðstørsta
avreiðingarvirði í uppsjóv
arflotanum samanlagt, men
hevur enn ikki megnað at
skapa eitt yvirskot á samlaðu
botnlinjuni og hevur ikki
goldið eina krónu í partafe
lagsskatti seinastu 10 árini.
Bárður Nielsen, formaður
í fíggjarnevndini, heldur, at
tað møguliga er ein loysn, at
tilfeingisrenta ella royalities,
skulu gjaldast, áðrenn kvot
an er fiskað, og sostatt ikki er
tengt at vinninginum.
– Vit skulu endurskoða
fiskivinnuskipanina nú, og
tað kann vera, at ein loysn er,
at skipini skulu gjalda roya
lities, áðrenn tey fiska kvot
una, sigur hann. Hann vil tó
ikki koma nærri inn á, hvat
hann heldur er ein góð loysn.
– Eg kann ikki siga nú, um
tað skal vera á uppboðssølu,
royalities ella tilfeingisrentu,
men vit fara at hyggja upp á
tað, sigur Bárður Nielsen.
Skattaskipanin fín
Bárður Nielsen heldur ikki,
at nakað er galið við skatta
skipanini. Reglurnar eru sum
tær skulu vera, og er talan
um, at vørur verða seldar ov
dýrt millum móður- og dótt
irfeløg, eru eisini reglur tí
viðvíkjandi.
– Vit hava eina skattaskip
an, sum merkir, at ein fyri
tøka ikki skal gjalda skatt,
um hon ikki hevur vinning.
Tað vil siga, at tú kanst flyta
hall frá einum ári til tað
næsta, og tað er tað, sum so
ikki nakað galið er við, sigur
hann.
Vit hava somuleiðis greið
ar reglur fyri Transfer Pri
cing sum er eftirlit við, um
fyritøkur, sum eru tengdar at
hvørjum øðrum, taka rættan
prís frá hvørjum øðrum.
Hetta fyri at forða fyri, at
ein fyritøka til dømis keypir
vørur ov dýrt ella bíligt frá
einum móðurfelagi, og á
tann hátt kann halda einum
undirskoti og sostatt sleppa
undan at gjalda skatt.
– Vit hava greiðar reglur
og røttu amboðini til at gera
nakað við tað, um talan er
um Trransfer Pricing, men
eg veit ikki, um tað verður
handhevja,
sigur
Bárður
Nielsen.
Ullintur skattamoralur
Tað eru ymiskir mátar sleppa
undan at gjalda skatt, og
tað er ikki neyðturviliga so,
at fólk í Føroyum halda, at
tað er ein trupulleiki, sigur
búskaparfrøðingurin, Her
mann Oskarson.
– Nú gongur tú út frá, at
ein vinnulívsmaður, sum
ikki fær fyritøkuna at geva
yvirskot, ikki er ein góður
vinnulívsmaður, men tað er
als ikki vist, at tað er soleiðis,
tað hongur saman. Nógv
halda júst at ein dugnaligur
vinnulívsmaður rakar null á
botnlinjuni, so hann sleppir
undan at gjalda skatt, sigur
Hermann Oskarson.
Hann heldur, at áskoðan
in á skatt sum heild er eitt
sindur ullint í Føroyum.
– Nógv fólk í Føroyum
halda, at tað er í lagi, at fyri
tøkur ikki gjalda skatt. Tað
er somuleiðis galdandi í løg
tinginum og í vinnuni, og tað
er ein trupulleiki, sigur hann.
– Eg haldi sum heild, at
skattamoralurin
í
Føroy
um er ullintur, men faktisk
kemur tað undir skattakri
minalitet, um ein fyritøka
letur yvirprís til eitt móður-
ella døttirfelag fyri at sleppa
undan at gjalda skatt, sigur
hann.
Av tí sama er tað ikki vist,
at fólk halda, at tað er ein
trupulleiki, at eitt felag, sum
fær fyri milliónir í tilfeingi
frá landinum, hevur hall í
fleiri ár. Men um landið vil
hava meira fyri fiskin og ikki
fær partafelagsskatt, kann
trupulleikin loysast við at
selja kvoturnar.
Skulu keypa kvotur
frá landinum
– Um føroyska samfelagið
skal hava tað, sum tað eigur
fyri fiskin, er loysnin at lata
reiðaríini keypa kvoturnar,
sigur Hermann Oskarson.
– Um eitt felag skal
kappast við onnur feløg
um eitt nú kvotur, sum tað
skal keypa frá landinum,
ber ikki í sama mun til at
koyra fyritøkuna við halli.
Á hendan hátt fær føroyska
samfelagið eisini tað, sum
tað rættvíst eigur, fyri fiskin,
sigur Hermann Oskarson.
Tað er verri við feløgum í
øðrum vinnum, sum keypa
og selja til skeivar prísir við
útlendsk móðurfeløg, har
ber ikki til at steðga tí, uttan
at tú skal inn at hava eftirlit
við prísásetingini.
marjun@sosialurin.fo
uppsjóvarvinna
Tað er møguligt, at skip eiga at gjalda
tilfeingisgjald, áðrenn veiðan er fiskað, sigur
Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini
Mikudagur 27. august 2014 · Nr. 96
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
11
Mikudagur 27. august 2014 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
stutt freistaða skuldin skal
gjaldast við. Í 2013 er stutt
freistaða skuldin 380 milli
ónir krónur, meðan ognin at
gjalda hana við, er umleið 78
milliónir krónur. Haraftrat
hevur felagið eina negavtiva
egin ogn á 119 milliónir krón
ur.
Tølini hjá Næraberg eru
sostatt tekin um, at felagið
ikki hevur tað gott, og benda
á, at felagið hevur ein sera
tolnan lánveitara.
– Vit hava ein lánveitara,
sum trýr upp á, at tað fer at
ganga betur, og tað ger tað
eisini. Vit hava yvirskot í ár
fyri fyrstu ferð síðani Røkke
fór út, og tað fer at ganga
framá, sigur Hanus Hansen.
– Hetta hevur einki við
útlendsku eigararnar at gera.
Orsøkin til at Næraberg ikki
hevur eitt positivt úrslit, er
skuldin frá tíðini, tá vit gjørdu
eina royndarætlan við surimi
í samstarvi við norðmannin
Kjeld Inge Røkke, sum fíggj
aði tað, sigur Hanus Hansen.
Hann leggur aftrat, at fram
leiðslukostnaðurin hjá P/F
Næraberg er eyka høgur, av
tí at vøran verður viðgjørd
umborð síðani og flutt til
Afrika, har hon verður seld.
Haraftrat er tað ein feilur, at
stuttfreistaða skuldin stend
ur til at vera so høg.
– Hatta verður broytt í
næsta ár – tað skuldi standa
undir langfreistaðari skuld,
sigur hann.
Virkaðu svartkjaft
til surimi
Ein orsøk til, at Næraberg
hevur givið hall øll árini er,
at teir hava gjørt eina roynd
arverkætlan har Næreberg
gjørdi
surimi
burturúr
svart kjafti. Hetta hevur før
oyska samfelagið fingið nógv
burtur úr, sigur Hanus Han
sen.
– Vit hava megnað at fáa
mat burturúr svartkjafti.
Tað hevur eingin megnað
frammanundan okkum, sig
ur Hanus Hansen.
Men hví reka eina fyritøku
í 10 ár, sum gevur undirskot?
– Trupulleikin var, at
prísurin á surimi fór niður,
júst sum vit fóru í holt við at
framleiða tað. Hevði prís urin
verið sum í dag, hevði tað
verið ein fantastisk for ræt
ning, sigur Hanus Hansen.
Í 2000 byrjaði samstarvið
við Kjeld Inge Røkke og
hetta samstarvið helt fram
til 2010.
– Hetta hevur verið ein
góð forrætning fyri Føroyar,
tí Røkke hevur mist 300
milliónir í Føroyum, og tær
eru koyrdar í føroyska sam
felagið, sigur Hanus Hansen.
Ókeypis kvotur
Spurdur um hví Næraberg
skal hava ókeypis kvotur frá
landinum, tá felagið hevur
verið rikið við halli í so nógv
ár, svarar Hanus Hansen, at
hann hevur skapað nógv
størv á bæði á sjógvi og á
landi, og at tað tískil hevur
givið nógv til samfelagið, at
reka Næraberg.
– Einki felag hevur givið
so nógv til tað føroyska
samfelagið sum Næraberg.
Eg hitti sera ofta ung fólk,
sum hava verið umborð á
eitt nú Atlantic Navigator
og hava arbeitt har. Tey hava
verið ógvuliga glað fyri tað.
Við P/F Næraberg hava vit
skapt arbeiðspláss og givið
ungdóminum
møguleika
fyri at koma til skips, sigur
hann.
Næraberg kom í flotan við
einum royndarloyvi í 2000,
men hetta kundi ikki gerast
til eitt permanent loyvi, sigur
Hanus Hansen.
– Vit søktu um, at halda
fram, men tað sluppu vit
ikki. Tískil máttu vit keypa
veiðiloyvi,
og
tá
roynd
arloyvið ikki var galdandi
longur, keyptu vit Prestland
fyri at fáa eitt fiskioyvi, so vit
kundu gera royndarætlanina
við surimi, sigur Hanus Han
sen.
Síðani
hevur
hann
keypt níggju skip fyri at
savna saman fiskilloyvir til
tvey skip. Hesi loyvini eru
keypt frá øðrum reiðaríum,
sum hava fingið tey tillutaði
ókeypis frá landinum. Sam
bært
roknskapunum
hjá
P/F Næraberg hevur felagið
fyri 246 milliónir krónur í
fiskiloyvum.
Handla við fiskiloyvum
Hanus Hansen heldur ikki,
at tað er nakar trupulleiki
at nøkur reiðaríir noyðast
at
keypa
fiskiloyvi
fyri
hundrað tals milliónir meðan
onn ur fáa tey ókeypis frá
land inum.
– Eg havi ongan trupul
leika við at keypa loyvir. Eg
havi keypt nógv loyvir, men
eg haldi ikki, at tey skulu
keypast frá landinum. Tað
er vinnan, sum skal hava
pengarnar, so vinnan kann
gera íløgur fyri teir, sigur
hann.
Men hevði tað ikki verið
meira rímiligt, at antin øll
máttu keypa fiskiloyvir, ella
at øll fingu tað ókeypis?
– Nei, tað verður kortini
ongantíð líka fyri øll, sigur
Hanus Hansen. Ístaðin fyri
tilfeingisgjald, ella upp boðs
sølu, kundi tað verið skattað
tá kvoturnar vórðu seldar. Á
tann hátt verða pengarnir
ikki tiknir út úr vinnuni,
held ur hann.
Hann sigur tó, at skipanin
við
landstýrismanninum,
sum býtir kvotur út einsa
mall ur er óheppin.
– Tað er ikki nøkur góð
skipan, at ein lands stýris
mað ur kann taka kvotur
frá onkrum og geva tær til
onkran annan, men loysnin
er ikki, at selja kvoturnar á
upp boðssølu, sigur Hanus
Hansen. Tær áttu heldur at
verið lógarfestar, soleiðis at
reiðaríini áttu tær einaferð
med alla.
Ídnaðarskip við halli
Tað eru fýra ídnaðarskip,
sum fiska felagskvotuna av
makreli á 17.500 tons í ár. Tey
eru, Atlantsfarið, Næraberg,
Slættaberg og Tummas T.
Av hesum fýra er Tummas
T einasta farið, sum hevur
ein positivan rakstur. Bæði
Næraberg
og
Slættaberg
hoyra til felagið, P/F Næra
berg, sum hevur haft hall
í nógv ár og felagið hjá At
lantsfarinum,
Northwest
Pelagic hevur havt hall í
fimm ár. Eins og Næraberg
hevur Atlantsfarið partvíst
hollendskan eigara.
Í nevndini hjá North west
Pelagic, sum eigur Atlants
farið, sita stjórin Dánjal Jo
han Fredal Johansen, nevnd
arformaður er Hans Trygvi
Teirin
og
nevndarlimur,
Auke van de Kerk, sum hevur
bústað í Hollandi.
Marjun Dalsgaard
Hvussu kann ein royndur
vinnulívsmaður, sum Han
us Hansen, reka eitt felag
við undirskoti í 10 ár? Hetta
í einari vinnu har tilfeing
ið er ókeypis og onnur fe løg
í hesu vinnuni hava fleiri
hundrað millónir í yvir skoti?
Ein ávís undran hev ur leitt
til Klaksvíkar, har Hanus
Hansen greiðir frá ævin
týrinum við Næraberg, Kjeld
Inge Røkke og Diederik Par
lev liet.
Søgan um Næraberg byrj
aði í 2000, tá skipið kom inn
í uppsjóvarflotan við einum
royndarloyvi. Ætlanin var at
gera svartkjaft til surimi, og
selja tað til russar. Saman við
norðmanninum Kjeld Inge
Røkke, fór Hanus Hansen
und ir at framleiða surimi
um borð á Næraberg, ein
verk ætlan, sum ongantíð
gav yvirskot. Verkætlanin
við surimi vardi í 10 ár, og er
orsøkin til, at P/F Næraberg
hevur givið hall øll árini,
sam bært Hanusi Hansen.
Seinastu
árini
hevur
P/F Næraberg eisini fisk
að sild og makrel og saml
aða
veiðan
innan
upp
sjóvar vinnuna
er
kom in
upp á 1,08 milliard krónur í
avreiðingarvirði. Hóast at
P/F Næraberg hevur fiskað
fyri meira enn eina milliard
seinastu 10 árini, er ikki ein
króna farin í landskassan í
partafelagsskatti.
Í 2013 hevur felagið á
fyrsta sinni eitt yvirskot
áljóð andi góðar 9 milliónir
krón ur í 2013.
Uppsparda hallið á slak ar
133 milliónir krónur, merk ir
tó, at felagið kann vinna 133
milliónir krónur, áðrenn tað
skal gjalda parta felags skatt,
og tað fara at ganga nógv ár,
áðrenn tað hendir, sambært
stjóranum sjálvum.
Perur og bananir
Samanbera vit við feløgini,
sum eiga Norðborg, Trónd
í Gøtu ella Finnur Fríða, so
standa hesi feløg at hava
goldið ávikavist 29, 69 og 63
milliónir krónur í parta fe
lags skatti seinastu 10 árini.
Men tað ber ikki til at sam
anbera P/F Næraberg við
hini feløgini, tí tey hava betri
kvotur, sigur Hanus Hansen.
Finnur Fríði og Norðborg eru
millum nótaskipini, sum hava
eginkvotur, meðan Næraberg
má fiska eina felagskvotu
av makreli saman við øðr
um ídnaðaðarskipum. Har
aftrat sigur Hanus Han sen,
at Næraberg fiskar ikki eins
nógvan makrel og nóta
skipini, og tað ger munin.
– Hetta er sum at saman
bera perur og bananir. Teir
virka fiskin øðrvísi og hava
eitt annað slag av kvotum,
sigur Hanus Hansen.
Sambært tølum frá Vørn,
hevur Næraberg tó lut fals
liga líka nógva makrel í
lastini, sum hini upp sjóvar
skipini. Tað eru kvotur, sum
hann hevur keypt, tí tá
kvot urnar vera útlutaðar
hevur Næraberg nógv minni
av makreli, sigur Hanus
Hansen.
Felagskvotan
merkir,
at teir ikki sjálvir avgera,
nær teir fiska fiskin. Í ár
deila Slættaberg, Næraberg,
Atlantsfarið og Tummas T
eina felagsskvotu á 17.500
tons av makreli. Slættaberg
og Næraberg hoyra báðir til
felagið P/F Næraberg.
Triðstørst
avreiðingarvirði
Sambært tølum frá Vørn, er
avreiðingarvirðið hjá Næra
berg saman lagt trið størst í
uppsjóvar flotanum seinastu
10 árini. Næraberg hevur
fingið 1,08 milliard fyri fiskin,
sum hann hevur fiskað undir
Føroyum hesi seinastu 10
árini. Til samanbering hevur
Finnur Fríði avreitt fyri 1,125
milliardir í alt. Finnur Fríði
og Næraberg hava sostatt
avreitt fyri stórt sæð somu
upphædd seinastu 10 árini,
men meðan Næraberg hevur
givið hall, hevur Finnur
Fríði givið yvirskot hvørt ár.
Partafelagið
Krossbrekka,
ið eigur Finnur Fríða hevur
havt eitt samlað avlop á 340
milliónir krónur seinastu
10 árini, og felagið hevur
goldið 63 milliónir krónur í
partafelagsskatti
seinastu
10 árini. Men tað ber ikki til
at samanbera Finnur Fríða
við Næraberg, tí Næraberg
virkar fiskin umborð, sigur
Hanus Hansen.
– Um tú skal samanbera
við nakað skip, so skalt tú
samanbera við Norðborg,
sigur hann.
Norðborg, ið hevur fingið
mest
burturúr
seinastu
10 árini, hevur eitt samlað
avreiðingarvirði
á
1458,5
mió, seinastu 10 árini, og
P/F Hvalnes, ið eigur skipið,
hevur eisini havt umleið
340 milliónir krónur í avlopi
seinastu 10 árini. Norðborg
hevur goldið 69 milliónir
krónur í partafelagsskatti
seinastu 10 árini.
Bæði Norðborg og Næra
berg hava hægri fram leiðslu
kostna, tí fiskurin verður
virkaður umborð, men teir
fáa esini ein nógv hægri
miðalprís fyri kiloið, enn eitt
nú Finnur Fríði og Tummas
T.
Vánalig forrætning
Undur
øllum
umstøðum
kann ein undrast á, at ein
garvaður
vinnulívsmaður,
sum Hanus Hansen, hevur
eina fyritøku, sum hevur
so vánaligan rakstur í 10 ár.
Hanus Hansen er ofta spurd
ur um, um tað eru útlendsku
eigararnir, sum tøma felagið,
men tað er tað ikki, sigur
hann.
– Tað er einki um, at peng
arnir streyma út úr felagnum
til útlendskar eigarar. Vit
hava havt eina skuld, sum
stavar frá tíðini við Kjeld
Inge Røkke, og nú gongur
tað
framá,
sigur
Hanus
Han sen. Hann er stjóri í fe
lag num
Næraberg,
men
hetta er ikki ein partur av
fyritøkuni hjá honum, JFK
Trol. Partafelagið, Næraberg
Holding AS, sum er skrásett
í Noreg, eigur ein part av
P/F Næraberg. Hollendarin,
Diederik Parlevliet, eigur
Næraberg Holding AS. Hetta
er sama felag, sum eigur
Faroe Pelagic í Kollafirði.
Eitt útlendskt felag kann
hava fyrimun av at veita lán
við okursrentu til egið felag
í Føroyum, og sostatt vinna
pen ing, hóast at felagið gev
ur hall. Sostatt kann dóttur
felagið ganga illa, vegna ov
høgar útreiðslur til lán, sum
fer til útlendsku eigararnar,
sum kortini halda hondini
undir tí. Eftir stendir, at einki
fer í føroyska kassan av tí
tilfeinginum, sum verður
latið ókeypis til skipini, og at
útlendingar fáa atgongd til
ókeypis fiskirættindi í Før
oyum.
Negativa eginogn
Hyggja vit at roknskapinum
hjá P/F Næraberg, hevur
felagið í nógv ár havt eina
stóra stutt freistaða skuld.
Tað vil siga skuld, sum
skal gjaldast innan eitt ár,
men lítla ogn í umfar, sum
er tann peningurin, sum
uppsjóvarvinna
uppsjóvarvinna
Fiskað Fyri milliard:
Null króNur í skatti
Seinastu 10 árini hevur reiðaríið P/F Næraberg avreitt fyri meira enn eina milliard krónur,
og er tað triðstørsta avreiðingarvirðið í øllum uppsjóvarflotanum. Men higartil hevur
felagið til góðar at rinda fyrstu krónuna í partafelagsskatti. – Vit skapa arbeiðspláss
og manningarnar gjalda skatt, ljóðar svarið frá stjóranum Hanusi Hansen
Móðurfelag: 3. februar 1999, 700 Klaksvík
Dótturfyritøkur: P/F Meðalsbrekka, FO-355
Vestmanna
Subsidiaries: P/F NMT, Fo-Kollafjørður
Eigarar: 3.februar 1999, 700 Klaksvík,
eigari: Hanus Hansen
Næraberg Holding AS, Oslo Noreg, eigari:
Diederik Parlevliet
NEVND
Nevndarformaður: Diederik Parlevliet
Hanus Hansen
Jógvan Hansen
Diederik Parlevliet hevur bústað í Hollandi.
Hann eigur Næraberg Holding AS, sum er
skrásett í Noreg, og sum eigur ein triðing
av P/F Næraberg. Umframt ídnaðarskipið,
Næraberg, eigur P/F Næraberg eisini
uppsjóvarskipið Slættaberg, sum felagið
seldi til JFK Trol í 2012, men sum tað hevur
keypt aftur.
P/F Næraberg
Avreiðingarvirðið (milliónir krónur) sambært Vørn
Næraberg
Krossbrekka
Hvamm
Hvalnes
(Næraberg*)
(Finnur Fríði)
(Tróndur í Gøtu)
(Norðborg)
2004
62,4
74,7
44,8
65,2
2005
102,0
78,3
60,1
72,7
2006
184,7
108,0
58,5
97,6
2007
160,3
110,4
68,7
94,8
2008
42,6
105,3
58,9
78,3
2009
29,9
88,4
17,1
115,8
2010
88,2
112,7
78,5
222,1
2011
107,8
145,2
135,4
186,5
2012
154,3
185,0
134,2
276,0
2013
148,6
117,4
127,8
249,5
Íalt
1080,8
1125,4
784,0
1458,5
Partafelagsskattur íalt
sambært roknskapunum
(vinnuvitan.biz)
0,0
63,5
28,0
69,2
* Í 2006 og 2007 hevði partafelagið Atlantic Navigator og Carlton
Av uppsjóvarskipunum hev ur
Næraberg trið størst av reið ingar
virði, hyggja vit at saml aða av reið
ing ar virð in um seinastu 10 árini.
Kort ini hevur felagið givið hall so
gott sum hvørt ár, og hevur nú
eitt upp spart hall á 133 milliónir
krónur. Tað merkir, at felagið
kann vinna 133 milliónir krónur,
áðrenn tað skal gjalda parta
felags skatt. Eginognin er somu
leiðis negativ og er á minus 119
milliónir í 2013, tó er raksturin
positivur í 2013 og felagið hevur
yvirskot fyri fyrstu ferð í nógv ár.
**Skattur er partafelagsskattur sambært roknskapinum, sum ikki neyðturviliga
er tað sama sum faktiskt goldin partafelagsskattur
Hanus Hansen eigur m.a. JFK Trol, Kósina og
Næraberg. Hann hevur 700 fólkí starvi
Skulu gjalda
fyri tilfeingið
frammanundan
Tað einasta rætta er, at reiðaríini keypa kvoturnar frá landinum. Á tann hátt fær samfelagið
tað, sum tað rættvíst eigur fyri fiskin, sigur Hermann Oskarson, búskaparfrøðingur.
Spurningurin er, um ikki skipini eiga at gjalda, áðrenn kvotan verður fiskað. Und
ir øllum umstøðum skal fiskivinnuskipanin endurskoðast nú, og vit eiga at
hyggja at einum gjaldi fyri kvotur. Á hvønn hátt tað skal gerast kann eg ikki
siga nakað um enn, sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini