Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 29. august 2014 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað er nógv ið bendir á, at nátin er betri fyri í ár enn undan­farin ár. - Eg havi í ár talt 14 ungar á Stiðjabarmi (norðan fyri og eyst­an fyri bygdina, red), og har vóru bara níggju í fjør. Í so máta er tað nakað betri enn undanfarin ár, men tað er framvegis langt upp til 34 ungar, sum eg taldi í 90- unum, sigur Jens-Kjeld Jen­ sen. Hann heldur, at tað sær rætti­liga normalt út í ár í mun til tey undanfarnu árini. - Tað sær als ikki so galið út í ár, men vit skulu minnast til, at vit framvegis eru langt frá teimum tíðum, vit høvdu í 80-unum og 90-unum, sigur Jens-Kjeld Jensen. Men tað sær sum nevnt betri út í ár, enn tað hevur í mong ár. - Eg veit um ein bát úr Sumba, sum var ein túr leygar­d­agin, og bara eft­ir tveim­um, trimum tímum høvdu teir fingið 66 nát­ung­ ar, og tað er ikki einki, sigur Jens-Kjeld Jensen. Hann heldur eisini, at tað, at bátarnir hava fingið upp móti 200 í dag, sigur ikki so lítið. - Vit eru ikki komin longur út enn til 26. august, so tað sær bara heilt hampiligt út í ár, sigur Jens-Kjeld Jensen. Lundin og ternan eisini væl fyri Eftir næstan ikki at hava sæð ter­nu seinastu mongu árini, er hon veruliga komin fyri seg aftur í ár. Ternan hevur nærum verið útdeyð í landinum sein­ astu mongu árini. Tað hevur so at siga ikki verið ei einasta terna at sæð, og harvið held­ ur eingin ternuungi. Tað var næstan ikki gang­ andi norður á Boðan fyri fleiri árum síðani fyri tern­ um, men seinastu árini hevur ver­ið deyðastilt. Inntil í ár. Nú er ternan koin aftur og hennara serkenda ljóð ávarar menniskju um, ikki at verða ov nærgangandi. Eisini við lundanum er sama skilið. Tað hevur næst­ an ikki verið sildberi at sæð í mong ár á rað, men í ár hevur ver­ið nógvur sildberi. - Men tað tykist, sum lund­in hevur spjeitt seg ógvu­liga nógv í ár, hvat við­ vík­ur at leggja egg. Fyrstu pisur­nar vórðu klaktar sum vant, meðan tú sást sildberar við smáari nebbasild um ólav­søku­tíð, sigur Jens-Kjeld Jen­sen. Undir øllum umstøúm er gleði­ligt at síggja, at sildberin aft­ur í ár eru vorðnir fleiri. Ritan og lómurin illa fyri - Tað kann ljóða eitt sindur løg­ið, men hóast vit síggja fleiri fuglasløg væl fyri í ár, eru eisini onnur illa fyri, sigur Jens-Kjeld Jensen. Tí hóast bæði nátin, ternan og lundin hava góðar dag­ar í ár, eru bæði ritan og lóm­ur­in illa fyri. - Tað kann tykjast løgið, tá bæði lundin, nátin og tern­an eru væl fyri, at bæði lómu­r­ in og ritan eru illa fyri. Tað gevur ikki meining sigur Jens-Kjeld Jensen. Hann sigur, at tað eru trý lóma­pør á Nólsoynni, men bert tvey verptu. - Tey bæði fingu tvey egg í part, men bert ein ungi kom und­an í part. Annar ungin doyði, og eg dugi ikki at siga, hvat hendi við unganum á Hala­vatni. So í besta føri er bert ein ungi komin undan hjá lóminum í ár í Nólsoy, sig­ur Jens-Kjeld Jensen. Og hetta skal haldast ímóti góðu gongdini hjá bæði lundanum, ternuni og náta­num. - Eg dugi heilt einfalt ikki at siga, hvat tað er, sum ger mun­in í ár, sigur Jens-Kjeld Jen­sen. Mest nólsoyingar Higartil eru tað mest nóls­oy­ ingar, ið hava tikið náta. Eingin bátur var tó úti hós­dagin og neyvan nakar held­ur fríggjadagin, men bæði mánadag, týsdag og miku­dag vóru bátar úr Nóls­ oy norðan fyri Enniberg og tóku nátar. Og tøkan hevur verið góð hesar dagarnar. 180 hevur tann ­eini báturin fingið um dag­in, meðan ein annar fekk 164 mikudagin. Teir, sum taka náta í Nóls­ oy, siga, at tað eru bara teir sum royna. Vit síggja ongan annan bát, sigur ein av monnunum. Nú er sjálvandi ikki far­ið av allari tíð enn, men sum út sær í løtuni, er tað bert leygardagurin, sum fer at hildnast til veður í kom­andi 5-daga útsøgn hjá veður­ stovunum. Men tað skuldi í hvussu er verið ein vika eftir frá kom­ andi mánadegi av nátatíðini. Nátin betur fyri í ár Tað heldur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur, sum tó bert vil úttala seg um støðuna í Nólsoy Juul Margar Jacobsen, vanliga nevndur Ulliba, tveitir veiðina upp á land. 164 var talið Mynd: Leo Pousen Virgar Joenen fekk 180 nátar mikudagin. Her liggur partur av rúgvuni og bíðar eftir at verða royttir Mynd: Evy Toftegaard Nielsen