hósdagur 28. august 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. august 2014 · Nr. 97
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Týsdagin 2. september verður
Kistin Andreassen í Havn
– Kirstin í Ullvøruhúsinum
– 90 ár. Síðsta árið hevur
hon búð á Lágargarði, og har
verður høvi at heilsa upp á
Kirstin í morgin - leygardagin
30. august millum klokkan 14
og 17.
Kirstin er havnarfólk. Her
varð hon fødd, og her hevur
hon búð so at siga alla sína
tíð.
Foreldrini vóru Jóhanna
og Jens Christian Guttesen.
Hon var úr Skálavík, og
hann var havnarmaður. Jens
Christian verður framvegis
minstur fyri síni serligu
evni at fáast við tónleik, og
tað hevur altíð verið nógvur
sangur og tónleikur har, sum
Guttesen fólkini hava verið.
Tey bæði, Jóhanna og
Jens Christian, fingu trettan
børn. Av teimum komu ellivu
undan, og við nútíðar eygum
tykist tað heilt ófatuligt,
at tað bar teimum til at bú
leikast í lítlu húsunum við
Tinghúsvegin, har tað eisini
ofta vóru gestir.
Tey ellivu systkini vóru:
Jens, Maja, Óli Jógvan, Gun
hild, Kirstin, Petur, Leivur,
Brynhild, Erling, Ingrid og
Gunnar. Nú er Kirstin tann
einasta, sum er eftir á lívi.
Eftir at hon var liðug í
skúlanum, arbeiddi Kirstin
í bakarínum hjá Frants, hjá
Hans Joensen og í Sápu
húsinum.
Áðrenn
hon
giftist var hon eitt skifti í
Keypmannahavn og tænti,
og fyrst í seksti árunum
arbeiddi hon í Radio El, sum
William Sloan átti. 22. au
gust í 1949 giftist Kirstin
við Leivuri Andreassen ella
Leivuri í Ullvøruhúsinum
í Havn. Fýra ár eftir, at tey
bæði vóru gift, fluttu tey
til Keypmannahavnar, sum
Leivur sigldi út frá. Tey búðu
niðri í trý ár. So fluttu tey
aftur til Havnar. Fyrst búðu
tey í raðhúsi í Jóannesar Pat
urssonargøtu, síðani fluttu
tey í Ullvøruhúsið, har tey
búðu í mong ár, og fyri einum
tredivu árum síðani fluttu
tey niðan í Jústsgøtu.
30. oktober verða tað
tíggju ár síðani, at Leivur
doyði. Tað var ein dyggur
smeitur hjá Kirstin at missa
mannin, sum hon var so
ógvuliga tætt knýtt at.
Kirstin og Leivur eiga
tvey børn - Maria og Jens,
sum bæði búgva í Havnini og
arbeiða á Landssjúkrahúsin
um. Hon er sjúkrasystir, og
hann er lækni. Barnabørnini
eru átta, og tað er farið at
fjølgast í næsta ættarlið
num.
Kirstin var í Ebenezerkór
inum, frá tí hon var blaðung
og inntil fyri einum fimtan
árum síðani. Hon hevur
góða og berandi rødd, og tað
finnast fleiri upptøkur, eitt
nú hjá Evangelisku Rødd
ini, har Kirstin eigur solo
røddina. Hóast nógvar av
upptøkunum vóru gjørdar
í skundi, tí onkur sangur
skuldi brúkast saman við
talu í útvarpssendingini frá
Monte Carlo, so eru sang
irnar framvegis til gleði og
signing.
Maria gav fyri tíggju
árum síðani fløgu út. Kirstin
sang saman við dótturini í
einum sangi. Tá var hon 80
ára gomul. Tað man næstan
vera met fyri at hava verið
við til fløguútgávu. Ikki
so sjáldan eru tær báðar,
Kirstin og Maria, at hoyra í
útvarpinum, har tær syngja
Eg stundi eftir at lenda har
heima.
Kirstin hevur altíð verið
stak fyrikomandi og smílandi.
Hon hevur so vælsignaðar
gávur at seta kulør á, har hon
hevur verið. Hon er framúr
gestablíð, og hennara næstu
bera henni, at tey høvdu ikki
kunnað ímyndað sær eina
betri ommu og langommu
Hjartaliga til lukku á
føðingardegnum Kirstin.
Sanna og Jóannes Hansen
Føðingar
14. august fingu Tórunn Isaksen, Kvívík, og Martin
Mikkelsen, Hauge, eina dóttur. Hon var 56 cm long og
vigaði 4780 gr.
31. juli fingu Krista og Allan Sólsker ein son. Hann vigaði
4510 gr og var 55 cm langur.
13. august fingu Randi Lisberg, Vágur, og Jacob Eli Rasmus
sen, Hvalba, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3940
gr.
19. august fingu Unn Baldursdóttir, Klaksvík, og Heri Olsen,
Sandavági, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði
3080 gr.
20. august fingu Kenneth Hovgaard Djurhuus og
Vilhelmina Olsen, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm langur
og vigaði 4390 gr. Stórasystir eitur Silja.
Kirstin Andreassen 90 ár