Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. august 2014 · Nr. 97 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú nærkast tíðin við seyðasýningum, tá sýnsmenn av øðrum plássum koma at sýna seyðin í bygdini. Í hesum døgum koma eisini sýnsmenn at kanna málið um tunnil undir Tangafjørð.Vit mugu seta álit á, at gløgt er gestsins eyga. Kanningarstjóri er fyrrverandi umboðsmaður hjá Fólkatinginum. Tað starvið er í veruleikanum at vera umboð hjá donsku stjórnarskipanini, at kanna eftir hvussu fyrisitingin heldur meginreglur í stýrisskipan og fyrisitingarlóg. Í so máta er sýnsmaðurin væl valdur. Niðanfyri skal eg tó loyva mær at koma við nøkrum ábendingum og áheitanum kanningini viðvíkjandi. Fyrst um setning, síðani um skipan av kanningini. Løgfrøði – rein og veruleikafjar Allarfyrst tó nakað um løgfrøði. Vit eru tíverri plágaði av, at løgfrøði í síni tíð gjørdist “reinsað” – løgfrøðingar vildu sleppa undan øllum órógvi av at práta um rangt og rætt (og serliga rættvísi), nú skuldi jura handla um vísindaliga at finna galdandi rætt við denti á §’ir ið áseta revsing. Fáa staðni gjørdis løgfrøðin meiri klinisk og formalistisk enn um okkara leiðir. At vera løgfrøðingur eftir hesi reinsaðu fatanini merkir at kanna, um onkur við stórari vissu kann revsast – alt annað er uttanfyri hvat juristurin fæst við. Hetta sæst aftur í stýrisskip­ anarlógini og umsitingini av henni. Landsstýrismálanevndin var sett at ansa eftir, um løgmaður og lands­ stýrismenn sita við málsøkjum á lógligan og fullgóðan hátt, og fyri tað mesta hava kanningar hennara staðfest, at revsing ikki kundi áleggjast – og at onki annað var vert at skriva heim um. Høvuðsmaðurin aftanfyri stýrisskipanarlógina kall­ aði frágreiðing sína til løgmans fyri “óvissa forsøgn um úrslitið” av hugsaðum rættarmáli. Hann kom til, at lítið sannlíkt var, at nevningating hevði dømt landsstýrissmannin fyri at vera farin útum heimildir sínar. Onki um, hvat lógin áleggur landsstýrismanni og fyristing hans- ara at gera, onki av rósi, ábreiðslum ella tilmælum, bert henda reinsaða (fyri ikki at siga piðaða ella gelda) løgfrøðin: ‘ikki vist at nakar verður dømdur.’ Henda royndin at reinsa løg­ frøðina hevur eisini gjørt hana veru­leikafjara. Hon svarar til, at í líknilsinum um miskunsama samariu­búgvan søgdu vit, at ein­ asta at staðfesta er, at ongin av teim­um ið sóu tann misfarna liggja bein­brotnan við vegin gjørdi nakað ‘ið nevninga­ting við vissu hevði dømt teir fyri.’ Ikki ber til at rósa samariu­búgvanum fyri rættan og góðan atburð, ikki ber til at harta hinar ið lótu mannin liggja. Serliga mugu vit ikki tosa um skyldur ella rættvísi, tí slíkt órógvar onkurs­ vegna løgfrøðiliga arbeiðsháttar­ lagið. Setningurin Landsstýrismálanvendin líður undir at fáa ráðgeving av hesum slagi. Nevndin kundi kanna málið um tunnilin og sagt okkum, hvat vit kunnu læra av tí, hvussu fyrisitið skal vera í slíkum førum og gjørt okk­um greið tilmæli fyri framtíðina. Serliga hjá framtíðar løgfrøðingum og øðrum embætisfólki og ráð­gev­ um var gull vert at fingið hesa søguna útlagda, so vit vistu hvør bar seg fyrimyndarliga at, og hvør ikki. At leita eftir ‘vissu fyri revs­ing’ er sum at siga, at líknilsi um sama­ rittin handlar um at búr­kroppar ikki mugu sláa fólk og stjala frá teimum. Í seyðasýning er hetta sum bert at vraka summar brundir og als ikki geva premiur. Denturin í spurningunum hjá landsstýrismálanevndini er á, um ávísur landsstýrismaður “hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins.” Harvið gerst kanningin ov smøl og ov nógv merkt av próvbyrðuspurningum. Tulk­ ing av heimildum og útgreinan av skyldum verður ávirkað av, at ivin skal koma tí skuldsetta til góðar, tá spurningurin er ‘skal hesin í geglið?’ Nevndin minnir um hin ið spurdi “doyði so ongin?” – skal ongin inn at sita, so er tað “ein ring søga.” Betri var at víðka setningin at spurt: ‘Kann kanningstjórin út­ greina, hvørjar heimildir, skyldur og meginreglur um góða fyrisiting vóru viðkomandi í málinum at tunnil undir Tangafjørð, og ber til at gera tilmæli um lógarsmíð, fyrisiting og eftirlit fyri framtíðina? Síðani skuldi verið lagt aftur­at, at var nakað at finnast at, skuldi kanningarstjórin sagt, hvørt grund­ arlag fyri at reisa mál um ábyrgd ella skaðabøtur. Løgn­asta avleiðingin av hesum avmark­andi spurningunum er, at tvey hugsandi brot á galdandi lóg – at break-fee faktiskt er goldið, og at fyrisitingin í so kreativt fann orsøkir at nokta innliti – als ikki eru fevnd av setninginum – heldur ikki niðurbræðingin av føroyska løg­ málaráðnum. Skipan Grundleggjandi virði í skipan okk­ ara eru almenni og innlit. Gamla Løgtingið helt fundir sínar uttan­ dura, har alt fólkið kundi møta og fylgja við. Ríkisgrundlógin sigur, at í rættargangi skal galda “offentlighed og mundtlighed i videst muligt om­fang”; stýrisskipanin sigur, at sjónvarp og útvarp hava “frítt at senda beinleiðis” frá løgtings­ fund­um, og vit hava lóg um bæði parts­innlit og alment innlit. Í stjórnar­skipanararbeiðnum var skotið upp at gera nevndarfundir á tingi almennar. Hesum fanst tann formalistiska løgfrøðin sjálvandi at, men nú eisini danir hava fingið sjónvarpaði samráð, átti at borið til at ‘sett í gildi’ ásetingar um tað sama. Mest upplagda var at brúkt stóra nevndarhølið á aðru hædd í Løgtinginum. Har hevði verið pláss fyri kanningarstjóra og fólk­ um hansara, teimum kannaðu og hjásitum eins væl og øllum áhugaðum. Á Fróðskaparsetrinum lesa 40 fólk løgfrøði, umframt at mong onnur lesa ella virka á økjum, sum kundu havt nyttu av at sæð kanningina framda. Men at brúka høli við 10 plássum er sum setningurin alt ov trongt. At banda allar frágreiðingar, men ikki at stroyma tær og ikki at leggja tær fremst á heimasíðuna hjá Løg­tinginum og ikki senda tær í Ting­varpinum er eisini í stríð við hesi grundleggjandi demokratisku virðini. Hartil kemur, at nyttan fyri pengarrnar verður nógv minni. Tí í løgfrøði eru altíð grundgev­ ing­arnar og faktum meiri týðandi enn niðurstøðan. Samanber við Leveson kanningina í Bretlandi. Tann kanningin sæst á netinum – á youtube (ella levesoninquiry.org.uk) sært tú eittnú Tony Blair greiða frá viðurskiftum sínum við miðlarnar hjá Murdoch – kropsmál, rødd, alt er við, sum gevur innlit í, hvussu bretska ríkisstjórnin arbeiddi. Niður­støðurnar í kanningini hjá Leves­on ganga eisini mest uppá fram­tíðina, hvussu tey sleppa undan at miðlar og myndugleikar fremja lógarbrot. Um hesin ella hasin av røttum skal revsast fyri at hava mutrað løgregluna ella stolið fartelefonir, er minni áhugavert (og tað letur Leveson løgregluna kanna), altýðandi er at betra um skipanina fyri framtíðina við at staðfesta, hvat skuldi og hvat ikki skuldi verið gjørt í fortíðini. Ja, fíggjarkorini eru trengri hjá okkum, men nøkur web cam og at leggja skjøl á heimasíðu kosta ikki tað stóra. Júst trongi setningurin sást longu fyrsta dagin í kanningini hjá Gammeltoft-Hansen. Spurdur um notatskyldu og innlit segði løg­frøðingurin hjá løgmanni seg ikki vita um víðkaðu skyld­una at notera sambært venju hjá um­ boðsmanninum. Tá so embætis­ maðurin segði við Gammeltoft- Hansen, at kanningn ikki var um góðan fyrisitingarsið á økin­ um, mátti kanningstjórin siga, at “forudsætningsvis” mátti hann kanna skyldurnar hjá lands­stýris­ mann­inum, eisini skyldurnar hjá innlendis­mála­ráðnum at skalfesta og lata innlit í tunnilsmálið, fyri at kunna siga, um hann hevði hildið tær. Tíbetur tambar kann­ingar­ stjórin setningin, men tað vísir bara, hvussu óneyðuga trongur setn­ingurin er. Slíkar eygleiðingar bera bert til, um vit sleppa at síggja kann­ingar­ tilfarið heldur enn bert at bíða eftir niðurstøðum. Kringvarpið gjørdi heldur ikki fólkinum nakra public service við at fáa ein av hesum sonevndu viðmerkjarunum at krevja løgmann avhoyrdan (fyri ikki at siga avrættaðan) í skundi, tí tann eini embætismaðurin (sum hevur staðið fyri at fingið hug­skotini til CIP-loysnirnar og annars stendur aftanfyri før­ oyska svarið uppá Tvind-lógina) ikki kundi hugsast at siga ósatt, tí hann var “í veruleikanum departe­ mentchefur.” Vit hava brúk fyri at fáa øll kortini á borðið. Okkum tørvar at spyrja kanningarstjóran, um hann ikki kann mæla til víðkaðan setning og geva okkum eina breiðari eftirmeting av allari umsitingini av málinum – gløgt er jú gestsin eyga – við denti á tilmæli um betri og rættvisari mannagongdir í framtíðini. Sýnsmenn skulu ikki bert vraka, teir skulu eisini greiða frá og geva premiru. Hesin sýnsmaðurin má siga okkum, ikki bert um nakar skal steinast (sjáldan nøkur nytta í tí), men heldur siga søguna um tann góða fyrisitaran í hesum høpi. Kári á Rógvi professari í løgfrøði www.arogvi.com At stjórna kanning tíðargrein Vit hava brúk fyri at fáa øll kortini á borðið. Okkum tørvar at spyrja kanningarstjóran, um hann ikki kann mæla til víðkaðan setning og geva okkum eina breiðari eftirmeting av allari umsitingini av málinum Kári á Rógvi, professari í løgfrøði