hósdagur 28. august 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 29. august 2014 · Nr. 97
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Føroya Sjómannadagur 10 ár á baki
Eyðun Joensen
klaksvíkingur í Havn
Havi helst verið øll farnu 10
árini á sjómannadegi í Klaks
vík hesa tíð og við hvørt á
egnum kjøli við seglførandi
ellisfari og havi hvørja ein
astu ferð verið ovfarin av
tí ótrúligu samhaldsføstu,
góðu fyrireiking og stákan ,
sum vit vitjandi hava verið
fyri.
Og tað so mikið, at eg
hvørja ferð havi stúrt fyri,
hvat nú og í komandi tíð
um. Hvat kunnu hesar fyri
reikandi eldsálir framhald
andi finna uppá at gera
árliga sómannadagin so for
kunnugan við ?
Eitt árið fingu vit vitjandi
høvi til at síggja gerandis
amboð sjófarandi umborð,
smiðjuna, eitt ár livandi hval
við bryggjukant og eitt árið
kavbát, tó av herðnarligum
ávum bert uttanífrá.
Eitt árið var tað umframt
alt tað forvitnisliga fasta
m.a. áður umstrýddi húkurin
sum innsigl til býin, nú kópa
konan í Mikladali og eitt sera
forkunnugt risa sjógætis
borð.
Og umframt alt so hittast
nógv fólk í øllum aldri á sjó
mannadøgum, sum annars
sjáldan hittast í øðrum høpi.
Aftur í ár var skráin
drúgv og forkunnug, heila
viku aftaná sumarfestivalin,
meðan vit spent bíðaðu eftir
hæddarpunktinum farna
leygardag.
Veður og vindur mugu sær
ráða og stundum hevur verið
heldur illfýsið á tilstundandi
heystardøgum, men í ár var
tað sum heild á einari leið , og
fyrireikarar høvdu tryggja
seg við alskyns inniskjólum,
og sólin sá eisini.
Seglførandi førini á vágni
vóru gamaní færri, tó fleiri
m.a. Johanne, Fram og tey
lokalu framvegis eru trúgv
og drúgv. Sjálvur fekk eg í
allarsíðstu løtu forfall vegna
smávegis
maskinbrek
og
mátti í staðin taka bilin.
Fyrrapartin var gaman í
regn og frískt hágættarlot, tó
tað út á dagin makaði og við
sólarglottum uppivið.
Hesuferð
var
stevnu
depilin fluttur yvir um vágna
á rúmsáttari øki nærri vitj
andi skipum og uppat øðrum
mentanarøkjum. Tað riggaði
heilt væl.
Har í Klaksvíksgarðinum
var gylt av fólki víða hvar
og tað serliga til fjølbroytta
og forvitnisliga fiskaborðið
og tað so mikið, at tað allan
seinrapartin ikki minkaði av
sera langari bíðirøð.
Konan og eg eygleiddu
bíðirøðina, fóru burturfrá til
annað áhugavert har nær
hendis, og tá vit umsíðir
smekkaðu til, tók tað gylta
tíð, men sama ger, tí smáprát
við kend og ókend fólk stytti
um, og til endans smakkaði
óføra væl av alla handa sjó
gæti og øðrum við.
Eftir fólkameinginum at
døma tóktist hetta avgjørt
vera tað mest forkunnuga
hesaferð.
Eg undraðist árini framm
anundan og undrist fram
vegis, hvussu í verðini tað
ber til at stápla sovorðið upp
á beinini bert við gávum,
beinasemi og sjálvboðnari
arbeiðsmegi og uttan petti
kostnað fyri brúkaran.
Samhaldsfesti, eldsálir,
gesta-
og
gávublídni
er
kanska eitt svar og gamaní
sigast norðoyingar at vera
lokalir og ærukærir í tí
sambandi, men har var eisini
dugni sýndur víða hvar í
landinum frá skipum og
fyritøkum. Sjómannadagurin
er ikki longur bara lokalur ,
men Føroya størsta og mest
fólksliga tiltak við áhuga og
stuðli víða hvar í landinum.
Latið tí hetta sera væl
eyðnaða 10-ára tiltak vera
okkum øllum ein áminning
um, at føroyngar – hóast ger
andisligt sundurlyndi- sakt
ans kunnu standa saman
og rógva saman, tá tað snýr
seg um eina góða felags
søk, og at nógvir kreativir
heilar, góður vilji umframt
ikki minst fjálgar og virknar
hendur saman kunnu taka
stór felags tøk .
Sostatt mikil heiður og
tøkk til fyrireikarar og alla
handa stuðlar av árliga sjó
mannadegi Føroya í Klaksvík
– eingin nevndur, eingin
gloymdur.
Væl kann afturvendandi
sukses forplikta fyri framtíð
ina, men við gongdini higartil
er lítið at stúra fyri, meðan
vit árliga bert njótandi gestir
bíða til næsta sjómannadag.
P.S.
Væntandi
hava
tit
mongu fyrireikandi eins og
mongu stuðlandi ein eftir
metingarfund og m.a. at
stinga víðari út í kortið og
hava í tí sambandi so søtliga
uppiborið
eitt
hugnaligt
kokkagildi.
Takk fyri enn eina rimmar
uppliving frá einum, sum í
lívinum samlar upp á góðar
upplivingar sum hesa.
Nú stendur á gomlum nøglum
Frank Davidsen
P/F THOR hevur eitt skriv
á Vágaportalinum í gjár við
víkjandi kyrrahavsloyvun
um, sum hava fingið uppi
sjóvarrættindi í føroyskum
sjógvi. Í skrivinum sigur P/f
THOR, at Jákup Mikkelsen,
løgtingsmaður, ikki hevur
sett seg nóg væl inn í fiski
vinnulóggávuna, og at undir
ritaði heldur ikki hevur sett
seg inn í, hvat er upp og hvat
er niður í hesum máli.
Tað stutta av tí langa er,
at
kyrrahavsskipini
bert
hava veiðiloyvi í altjóða
sjógvi. Sambært lógini um
vinnuligan fiskiskap, so eru
tey ræðisavmarkaði og hava
ikki atgongd til føroyskt øki,
tá ið tað kemur til fiskiskap.
Men líka mikið, hvussu ofta
eg lesi greinina, so síggi eg
onga staðni, at THOR vísir
á, hvar í lógini tað stendur,
at kyrrahavsloyvir og onn
ur
fjarfiskiloyvir
kunnu
fáa rættindir í føroyskum
sjógvi.
THOR heldur, at eftirsum
øll onnur fáa makrel¬kvotu,
so skal THOR eisini hava.
Trupulleikin er bara, at lógin
heimilar ikki, at skip sum
bara hava veiðuloyvi uttan
fyri føroyskt sjóøki fáa rætt
indi í føroyskum sjógvi.
THOR tykist halda, at
eftirsum
reiðaríið
hev
ur útvegað Føroyum heili
fimm prosent av uppisjóvar
fiskinum í Kyrrahavinum,
so skal THOR hava rættindi
í føroyskum sjógvi. Eg havi
alla virðing fyri, at THOR
hevur vunnið sær (og harvið
Føroyum)
hesi
rættindi.
Trupulleikin er bara, at lógin
heimil¬ar ikki, at skip, sum
bara hava veiðuloyvi í altjóða
sjógvi, t.d. kyrrahavinum,
fáa rættindi í før¬oysk¬um
sjógvi. Lógin hevur heldur
onga paragraff, sum heimilar
landsstýrismanninum
at
geva
reiðaríum
rættindi
afturfyri ”nýskapan”, sum
THOR tekur til.
THOR tykist halda, at
eftirsum THOR var ein av
fáu – um ikki einasta reiðara
fyritøka í Føroyum – sum
alment bakkaðu upp um
Jacob Vestergaard, lands
stýrismann, tá hann setti hol
á at hækka før¬oyska partin
av føroysku makrelkvotuni,
so skal THOR hava lut í
makrelkvotuni. Trupulleikin
er bara, at lógin heimilar
ikki, at skip, sum bara hava
veiðuloyvi í altjóða sjógvi, t.d.
kyrrahavinum, fáa rættindi
í føroyskum sjógvi. Lógin
hevur heldur onga paragraff,
sum heimilar landsstýris
manninum at geva reiðaríum
rættindi fyri at bakka ein
landsstýrismann upp.
Eg fyri mín part havi einki
ímóti
reiðarínum
THOR,
og einki av mínari skriving
hevur bent tann veg¬¬in. Eg
eri ongantíð í míni skriving
komin inn á, hvat er rætt og
rímiligt. Eg havi bara víst
á, at eitt nú THOR hevur
fingið rættindi í føroyskum
sjógvi av órøttum, t.v.s. í stríð
við lógina um vinnuligan
fiskiskap: Lógin heimilar
ikki, at skip, sum bara hava
veiðuloyvi í altjóða sjógvi,
fáa rættindi í føroyskum
sjógvi. Men tað havi eg ong
antíð kastað THOR fyri, men
bara samgonguni og serliga
landsstýrismanninum í fiski
vinnumálum.
THOR skrivar, at hækk
ingin
av
makrelkvotuni
hevur ”havt stóran týdning,
eftirsum botnfiskaflotin í
sama tíðarskeiði hevur ver
ið raktur av fiskaloysi og
samsvarandi vánaligari úr
tøku”. Skuldi man endiliga
tosað um, hvat er rímiligt,
so vildi tað verið upp á sítt
pláss at givið heimaflotanum
dastið av økingini, meðan
botnfiskurin fekk frið! Mun
urin er, at hetta hevði havt
heimild í lógini.
Tað, sum THOR førir
fram sum rímiligt, hevur
ikki heimild í lógini. Um so
er,
at
fiskimálaráðharrin
vildi nakað annað, enn tað,
sum lógin heimilar, t.d. at
geva THOR og øðrum við
veiðiloyvum ein¬ans uttan
fyri føroyskt øki, rættindir
í føroyskum sjógvi, ja so
kundi hann bara farið í
tingið og fingið sær neyðugu
heimildirnar.
Men tað er týðuligt, at
landsstýrismaðurin vil ráða
sjálvur! Tí hevur hann høgt
av hæli og sneitt av tá í lógini
fyri at býta, sum hann vil.
Vónandi fær THOR sítt ynski
uppfylt um, at fjølmiðlarnir
fara at lýsa, hvat er hent
síðani 2009. Ein fullfíggjað
lýsing fer møguliga at geva
THOR kreditt fyri teirra
leiklut, sum THOR sjálvt lýsir
hann. Men hon kann aldrin
staðfesta, at lógin heimilar
THOR rættindi í føroyskum
sjógvi við kyrrahavsloyvum/-
skipum.
Spurningurin er bara, um
landsstýrismaðurin
hevði
verið so fegin um, fjølmiðl
arnir fóru at grava í rúkandi
toftunum!