Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 29. august 2014 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Val borg á vitj an, um hon er liðug at skriva. Hetta er eftir øll um at døma bræv til Laurits. Opinbert skriva tær til sama fartin til Danmarkar. Val borg kundi vera nakað roksut, so hennara bræv er helst liðugt í seinastu løtu! Tann 17.7 1926 skrivar Valborg til Laur its úr Føroyum: Da der gaar Skib faar du en lille Hilsen og haaber det samme om Dig. Glæder mig til Thorsdag. Vi rejser 19.8. Pouline har det efter Omstændighederne saa godt hun kan. Hon undirskrivar seg Vallemor. Tann 9.9 26 skrivar Poulina til Val­ borg: Kære Søster, Kun et kort for at du kan vide, at jeg har det godt og faar lov til at komme op om et par Dage. Tak for Brevet. Du kan tro, at jeg savner dine Besøg, og jeg savner ogsaa Børnene. Fader kommer her endnu hver Morgen paa Besøg. Jeg forventer et rigtigt langt Brev fra Eder snart. Du kan skrive til Hospitalet, for her bliver jeg en Tid endnu. Kærlig hilsen Polli Tann 22.11. 1926 skrivar Poulina til Valborg: Nu har jeg lige sendt Brev og bagefter fik jeg Firkanterne. Malla kom fra Byen lige efter at Posten havde været. Jeg ved ikke hvordan de skal sys, skriv mig Besked med Tjaldur om det skal være Engelsk syning. Malla og Bagge er her i Dag, saa nu har jeg ofte Besøg. Hetta sigur nakað um ítriv, sum kvinn­ ur nar høvdu á sanatoriinum. Men at fáa henda fyrispurning svaraðan kundi taka vikur. Bagge er Knút (Háberg), son ur Mallu. Poulina og Anna vóru tað væl fyri, at tær kundu fáa vitjan av sínum næst­ ring um, tí tær vóru úr Havn. Tað var bara pápin sum vitjaði. Tá var mamman deyð. Í so máta vóru bygdafólk nógv verri fyri. Eg kendi ein mann úr Mikladali, sum var 10 ár á sanatoriinum. Alla hesa tíð fekk hann eina ferð vitjan av páp an­ um, og eina ferð var hann sjálvur eitt legg heima í Mikladali. Tann 27.5. 1927 skrivar Poulina til Val borg í Danmark. Nú er Poulina í Havn, og hetta er fyrstu ferð í 9 mán­ að ir. Helst er hon beint komin av Sana­ tor i inum, har hon hevur ligið í tvey ár. Hetta var einki óvanligt. Poulina doyr eisini ung og eingin í ætt ini minnist hana. Samband við Sloan ættina Valborg hevði samband við fleiri av børn unum hjá William G. Sloan. Tey vóru systkinabørn. Kona Sloan, Elspa, var mostir hennara. Gamli Sloan doyði í 1914, so Valborg hevur kent hann. Men søg an sigur einki um, at hon gjørd ist “bap tist”. Her vóru foreldrini í tvín ing­ um. Mamman, Isalina, gjørdist part ur av samkomuni, men sum tað skilst var páp in harðliga ímóti. Til jóla í 1933 fær Valborg jólakort frá Onnu Sloan og í 1934 frá Ellu og An drew Sloan. Tann 4. september komandi eru liðin 100 ár, síðan William Sloan doyði. Í hes um sambandi verða sama dag kl. 20 kvøldseta í Ebenezer. William Sloan fylti henda dagin 76 ár. Í hesum sambandi skal verða end ur­ giv in byrjanin av eini yrking, sum stóð í Sosialinum fyri júst 50 árum síðani. Yrkj arin var Ingibjørg Hansen og gevur hon eina góða lýsing av, hvussu fólk mint ust Sloan. Eg hoyrdi um ein mann hjartareinur, tað var hann. Hann kom her til Føroyaland nógvar sálir her hann vann. Evangeliið bar fram so øll undraðust á hann. Niðurlag: Hann fór frá bygd til bý forkynnaði og sang runt um alt Føroyaland, trúgv á Jesus og blív frí. Petur 100 ár Elst systir Valborg var Malla, sum var gift við Pola skómakaran. Tær báðar systr arnar høvdu eisini nógv samband teirra millum. Hetta var mest við brøv­ um. Men Valborg var eisini javnan við børn unum í Føroyum og ferðaðist. Tað var altíð spennandi, tá ið brøv­ ini frá Valborg vórðu lisin upp, tí hon visti altíð so nógv. Sum nevnt var Petur Há berg sonur Mallu. Eina ferð fortaldi Malla stolt vegna systrina Petur tey tíð­ indi, at nú var Knút hjá Valborg blivin “fuld mægtig”. “Ja men, mamma, tað havi eg longu verið í fleiri ár,” kundi Petur greiða mammuni frá. Tað visti hon ikki! Tann 31. august eru 100 síðani Petur var føddur. Sum nevnt varð hann kall­ að ur Petur eftir mammubeiggja sínum. Men hann varð eisini kallaður William eft ir William Sloan, sum doyði fýra dag ar seinni. Tað kann sigast at vera lagn unnar speisemi, at William Sloan verð ur uppkallaður í einum barnadópi! Tey vóru fimm systkin Elisa, Niels Juel, Petur, Elina og Knút. Petur var ein rættiligur geilamaður. Hann hevði skalda gávur, sum var eitt eyðkenni fyri teir í Geil. Eingin tók hann sum talari. Petur hevði sum ungur hug at gerast blað maður. Hann kom eisini at arbeiða á Dagblaðnum fyrst tað kom út, tá ið Ernst Sondum var blaðstjóri. Millum ann að hevði hann í 1935 eina samrøðu í Dagblaðnum við J.K. Kjølbro, sum tá var við at koma í hæddina. Seinni giftist hann við Hjørdis, sum var skyldkona Kjøl bro. Søgan hjá Petur er annars væl lýst m.a. í bókunum Frá Penni Petur Há­ bergs. Komandi sunnudag kl. 18 verður sang møti í Ebenezer at minnast 100 ára dagin hjá Petur. Aftur til Valborg Undir krígnum var sum kunnugt einki samband millum Føroyar og Danmark, men so skjótt tað var av, byrjaði sam­ skift ið av nýggjum. Tann 23.11. 1945 skrivar Niels Juel, son ur Mallu: Góða mostir og tit øll. Stóra tøkk fyri kortið, sum eg bleiv ógvuliga glað ur yvir. Eg sendi tykkum ein lítlan pakka, sum eg hopi kemur væl við. Vit fáa ikki loyvi til at senda meira enn 200 gr. Vit liva øll væl. Hetta við pakkanum er uttan iva kom ið væl við. Í Danmark var tørvur á nógv um vørum eftir kríggið, meðan tað var frægari statt í Føroyum. Tí kom tað væl við at hava skyldfólk í Føroyum, hó ast tað var avmarkað hvussu nógv ið kundi sendast. Men pakkar komu eisini hin vegin, og eg minnist framvegis súreplini sum komu til jóla frá millum øðrum Vallu­ most ir. Valborg bleiv gomul og livdi nøkur ár eftir Laurits. Villa Okkara varð seld, og Valborg kom á eitt røktarheim í Hol­ bæk. Men tað var stuttligt at hitta hana eina ferð enn í hesum postkortum. Komandi partur: Komandi partur verður enn ein søga úr gamla kirkjugarði. Í røðini hendur ið sleptu er Óli Olsen, Rikk Óli, umrøddur. Nú er komin undan kavi ein áhugaverd søga um dóttir hansara Henrikku, sum búsettist í Danmark. Hendan myndin á postkortinum frá Niels Juel til Valborg av Vágsbotni er helst tikin úr kirkjutorninum Jólakort frá Ellu og Andrew Sloan, teknað av Jákup Olsen Her eru tríggir Knútar. Gamli Knút saman við abbasynunum Knút hjá Mallu, vinstrumegin, og Knút hjá Valborg Hetta kortið sendi Malla í 1938 til Margith hjá Valborg. Gøtu skúli var tá roknaður fyri at vera ein tann fremsti skúli í landinum. Kanska hevur Malla valt hetta kortið, tí hon hevði en verson úr Gøtu