Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 97 · 29. august 2014 4 VIKUSKIFTI Hálva øld ár eftir syndarligu vanlukkuna, tá ið tríggir smádreingir druknaðu á Toftavatni, seta drongurin, sum slapp frá vanlukkuni við lívinum, og tey avvarðandi hjá teimum, sum druknaðu, orð á tað, sum higartil ikki hevur verið tosað so nógv um vanlukka Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Mánadagurin 31. august 1964 stendur negld­ur í sinninum og minninum á øll­ um teimum á Toftum og í bygdunum í granna­lagnum og so nógva staðni kring land­ið, sum tá vóru uppi á døgum, og iva­leyst hevur frásøgnin um henda dag­in eisini nomið so nógv onnur. Seint seinna­partin henda góðveðursdagin skol­aði vanlukkan yvir bygdina. Tríggir smá­dreingir – 10 og 11 ára gamlir – drukn­aðu á Toftavatni. Ein javnaldur teirra slapp frá vanlukkuni við lívinum. Upp á ein máta var hetta, sum tá ið boð­ini bórust um, at John F. Kennedy var skotin. Tey, sum eru farin eitt sindur upp um tey fimmti, minnast framvegis, hvar tey vóru stødd, hvørjum tey vóru saman við, og hvat tey tókust við. Hoyggingin var í hæddini, konur hongdu klæði út á snór, onkur málaði, kon­ur vóru í fiski og menn vóru til skips. Sam­mett við syndarligu skotini í USA í nov­ember árið fyri, so rakti hetta per-són­liga so ógvuliga meint. Elskuligir syn­ir og brøður og fittir vinmenn og skúla­fe­ lag­ar vóru í einum nú tiknir burtur. Bygd­in græt. Dreingirnir vórðu bornir til hús hetta sama kvøldið, og so vóru teir jarðaðir úr fimleikarahøllini í Tofta skúla og haðani í Nes kirkju og so í kirkju­garðin á Nesi. Sunnudagin 31. august verða tað 50 ár síðani vanlukkuna á Toftavatni. Nú hava tey avvarðandi tikið stig til, at minn­ing­arløta verður hildin á staðnum, og tá verður minnispláta avdúkað. Tað verð­ur pápi ein av dreingjunum, skjótt 90 ára gamli Jákup Mikal Mikkelsen, sum fer at avdúka plátuna. Martin Rest­orff Jacobsen, prestur, og Jóannes Sím­unarson Hansen, sum tá var 17 ára gam­al og taldist millum tey fyrstu, ið komu á vanlukkustaðið, fara at siga nøk­ur orð. So verður felagssangur, Pet­ ur Hans Hansen og onnur fara at syngja tveir sangir, og eftir haldið verður boðið til ein drekkamunn í Tofta skúla. Teir tríggir, sum druknaðu á Tofta­ vatni vóru: John Mikkelsen, føddur 22. juni 1953. Sonur Annu fødd Hansen av Toft­um og Jógvan Edvard Mikkelsen. Anna doyði ung, og John vaks upp hjá mostr­ini Raganhild og Frank Gaardbo. Páp­in giftist uppaftur í Noregi. Jákup Mikkelsen, føddur 19. februar 1954. Sonur Ninu og Jákup Mikal Mikk­ el­sen á Toftum. Oddmar Andreassen, føddur 21. janu­ar 1954. Sonur Hildu og Magnus (Magga ) Andreassen í Runavík. Tey vóru stutt frammanundan flutt av Toft­um. Vanlukkan Tann einasti, sum var eygnavitni til van­lukkuna og harvið kann greiða frá, er Hanus Davidsen, sum er ættaður av Toft­um og býr í Havn. Eftir skúlatíð henda mánadagin fór hann saman við vin­monnunum yvir á Toftavatn. Hanus Davidsen hevur ongantíð áð­ ur greitt frá ræðuleikanum, sum hann upp­livdi. Nú sigur hann soleiðis: – Oddmar var saman við foreldr­un­ um, Hildu og Magga, og systkjunum stutt frammanundan fluttur inn til Runavíkar at búgva. Hann gekk fram­ vegis í skúla á Toftum. Vit fýra vóru floksfelagar, og eftir at vit trígg­ ir á Toftum høvdu verið við hús við skúlataskunum, fóru vit yvir á Tofta­ vatn. Vit vistu, at ein flatbotnað jolla lá har, og vit ætlaðu at fara ein rógvitúr við henni. Hetta var einki óvanligt. Barna­heimið hjá mær var dygst niðri við sjóvarmálan. Vit spældu dagliga í fjør­uni, og tað kom meiri enn so fyri, at vit fingu karm. – Tá ið vit komu yvir á Toftavatn, fóru vit í lítlu jolluna, og so róðu vit nakr­ar metrar út frá. Eina ferð sóu vit eitt petti av einari bambustráðu ikki so langt frá okkum. Ein royndi at rætta seg eftir tráðuni, men tað toldi jollan ikki, og hon koppaði. Vit fóru allir undir, og vit komu allir upp aftur í sama borði av jolluni. Eg dugi ikki at siga, hvussu djúpt tað var, men vit gryntu ikki. Har lógu vit so. Eingin okkara dugdi at svimja, men eg royndi at koma inn ímóti. Tað eydnaðist. Ein av hinum kom aftan á mær, men tað eydnaðist ikki hjá honum, og skjótt hvurvu hinir báð­ir eisini. Hjá 10 ára gamla Hanusi Davidsen var einki annað at gera, enn at renna heim til mammu at siga frá: – Eg minnist væl, hvussu eg rann og leyp upp um hegnini á vegnum. Eg møtti fyrst einum manni, Dia inni í Króki, og so Jákupi Lamhauge, sum seinni var lærari á Toftum. Nú eru teir báðir farnir. Teir spurdu meg hvør í sínum lagi, hví eg var so vátur, og eg segði teimum. Tá ið eg kom til hús, spurdi mamma sama spurning, og so fór hon at ringja. Eg haldi, at hon mundi ringja til tey avvarðandi hjá ein av hinum dreingjunum, greiðir Hanus Dav­idsen frá. Næstu dagarnar minnist hann lítið til. – Eg minnist, at allar kisturnar fóru á einum lastbili út um Heygarnar. Kanska helt eg meg eitt sindur fyri meg sjálv­an ta fyrstu tíðina. Møguliga spurdi onk­ ur vinmaður um hetta. Eg minnist tað ikki, og tað varð ikki tosað aftur um hetta. Tá var eingin sálarfrøðingur, og eing­in eftirviðgerð, og tú royndi sum fræg­ast at koma víðari. Tíðindini ferðaðust skjótt Haldor Gaardbo, fosturbróður John Mikk­elsen, Annika Gunrim og Elin­ bjørg Petersen, systrar hjá Oddmar Andre­assen, og Jákup Mikal Mikkelsen, pápi Jákup Mikkelsen, hava tikið stig til minn­ingarhaldið á 50 ára degnum fyri van­lukkuni á Toftavatni. Hetta halda tey vera eitt slag av punktum fyri tað, sum millum lítið og einki hevur verið tos­að um, men sum hevur fylgt so mong­um hesa hálvu øldina. Mikukvøldið hittust tey saman við teim­um báðum, sum skulu siga nøkur orð sunnudagin, og eisini systkjunum hjá John Mikkelsen, Eileri, sum býr á Toft­um, og Annu, sum býr í Noregi og er komin heim í sambandi við minn­ ing­ar­haldið, og so var undirritaði við eis­ini. Eftir at hava tosað saman um 50 Ára gomul tøgn verður nú brotin Minnisplátan er sett á stein aftanfyri, har tey standa mikukvøldið: Martin Restorrf Jacobsen, prestur, Jákup Mikal Mikkelsen, Jóannes S. Hansen, Annika Gunrim, Anna Sundsrud, Elinbjørg Petersen, Eiler Mikkelsen og Hador Gaardbo