Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 97 · 29. august 2014 5 tað, sum er á skránni sunnudagin, kom tos­ið inn á vanlukkuna og tað, sum tey av­varðandi upplivdu. Samveran endaði á Toftavatni, har van­lukkan hendi fyri 50 árum síðani. Tað er bara onkur hendinga av teimum, sum hevur vitað, hvar vanlukkan var, og onkur í familjunum hava ongantíð verið yviri aftur á Toftavatni. – Eg var í Grønlandi við Havborgini, tá ið tíðindini bórust. Telegrafisturin á Jóann­esi Patursson las tíðindini. Hann nevndi eingi nøvn, men hetta neit fast hjá mær, og eg var ikki í iva um, at tað var onkur í familjuni, sum var farin. Dag­in eftir rópti skiparin meg upp á brúnna og bar mær boðini. Eg var 15 ára gamal, og tá ið eg kom heim aft­ur, varð einki tosað um hetta. Ikki fyrr­enn nú, vit fóru at tosa um at seta minn­is­ plát­una, fekk eg Jóannes S. Hansen at vísa mær, hvar hetta gekk fyri seg, sigur Hald­or Gaardbo. Eisini Jákup Mikael var burtur: – Eg var á sild norðanfyri við Silver Spray. Áðrenn telegramm kom til mín, hevði eg hoyrt hetta úr Danmark, har tað hevði verið í tíðindunum. Eg fór inn við Jens Christian Svabo, sum tá var vaktarskip. Tað var ógvuliga tungt. Nina arbeiddi í fiski inni í Heiðum. Av­ tal­an var, at sonurin skuldi fara inn til hennara, tá ið teir vóru lidnir at spæla á Toftavatni og so koma út við henni. Tað var gott, at skipað varð so fyri, at dreingirnir lógu heima, inntil jarð­ar­ ferð­in var. Men síðani hevur ikki verið tos­að nógv um hetta, sigur Jákup Mika­ el Mikkelsen. Hini fýra – Eiler og Anna og Elin­ bjørg og Annika – taka undir við tí, at fyri eftirtíðina var tað gott, at dreing­ irnir hetta sama kvøldið vórðu born­ ir til hús og lógu í stovunum, inn­til jarðarferðin var fríggjadagin 4. sept­ emb­er. – Vit vóru stutt frammanundan flutt inn í Heiðar at búgva. Hetta var ein sól­skinsdagur. Eg var 9 ára gomul, og harvið var tað so stutt millum Oddmar og meg. Dagurin stendur ljóslivandi fyri mær og tað, sum hendi aftaná. Mamma segði, at vit høvdu havt Odmar til láns, og nú hevði Jesus pápi tik­ið hann aftur til sín. Eg veit ikki, um vit tilvitað goymdu hetta burtur, men tað varð ikki gloymt, hóast vit ikki tos­aðu so nógv aftan á, sigur Elinbjørg Pet­ersen. Talið var ókent Stutt frammanundan vanlukkuni vóru Karla og Símun Hansen flutt í hús­ini, sum tey høvdu latið byggjað á Mýr­ un­um. Frumborni teirra, Jóannes S. Han­sen, var 17 ára gamal. Hann setur so­leið­is orð á: – Eg sat og spældi á flyglið í stovuni og sá dreingirnar á vatninum. Á veg inn í deild C at keypa – hetta var millum fimm og hálvgum seks – varð órógv á ferðsluni. Tá ið eg kom út aftur, fór eg oman á vatnið og sá, hvussu støðan var. Hetta var ræðuligt. Smiðir, sum smíð­ aðu hús á Mýrunum, vóru komnir á stað­ið og høvdu tikið dreingirnar upp. Eina løtu ivaðust teir í, um tað mundu vera uppaftur fleiri, tí teir kendu ikki tal­ið. Fólk kom úr grannalagnum og av Toft­um, og tað varð roynt at arbeiða upp á teir. Eina løtu seinni vórðu teir bornir niðan til okkara. Har varð hild­ ið fram at arbeiða upp á teir, men tað gjørd­ist einki. So varð steðgað. Vit fóru øll úr húsinum, og seinni á kvøldi vórðu dreingirnir fluttir til hús. Millum teirra, sum var eygnavitni á staðnum, meðan tað varð roynt at veita kunstigan andadrátt, var Eiler Mikk­el­ sen, beiggi John Mikkelsen: – Eg var fjúrtan ára gamal. Tá ið dreing­irnir vórðu bornir av staðnum og inn til Karlu og Símun, fór eg ein­sam­ all­ur til gongu yvir aftur á Toftir. Tað var lítið hugaligt, og eftir hetta varð mill­um lítið og einki tosað um hetta, sig­ur Eiler Mikkelsen. Mátturin í samanløgdu hondunum Nakað eftir vanlukkuna fóru Maja og Christian Høj av Strondum og yvir í Runavík at vitja Hildu og Magga Andreassen. Christian var mammu­ beiggi Hildu. Mikumorgunin í hesi vikuni – knapp­liga hálvt hundrað ár eftir synd­ ar­ligu vanlukkuna, har sonur hennara Od­mar var millum teir tríggjar, sum fór­ust – andaðist Hilda 88 ára gomul. Hon verður jarðað á Nesi í morgin und­ir liðini á manninum, sum fór fyri fjórð­ingsøld síðani. Tá ið Maja og Christian Høj vitj­aðu, helt Christian fyri við syst­ir­dóttr­ina, hvussu hon orkaði at liva tungu dag­ ar­nar eftir vanlukkuna. Hilda svaraði, at Der er magt i de fol­dede hænder. Christian skilti ikki til­sip­ing­ina. Hilda segði honum so frá um sálmin hjá norð­manninum Trygve Bjerkheim, sum tey plagdu at hoyra í ynskikonsertini í norska útvarpinum Tá var einki net og einki google. Eitt sindur seinni fekk Hilda bræv frá mammubeiggjanum á Strondum. Tá hevði hann funnið fram til norska sang­ in, sum hann hevði umsett til føroyskt. Ti er hesin sangurin á føroyskum: Orð: Trygve Bjerkheim Lag: Øivind Fritjof Tønnesen Týtt úr norskum: Christian Høj Tað gav mátt, tá tú helt saman hendur, – hóast hondin var lítil og veik, tá til alveldis Gud tú teim vendir, aldri neyðstadda barn sítt hann sveik. Svar hans ávegis er, einglar bera tær boð, um tað drálar, tað fram tó skal ná. Hetta játtar tær sannleikans trúfasti Gud: “Heit á meg, og tú bjarging skalt fá!” Tínum barni og vininum kæra, sum tú baðst fyri ár eftir ár - lat bert ótol og mistreysti fara, ein dag sendir tær svar Harri vár. Tú fekst mátt, tá tú helt saman hendur og í navni hans bað tína bøn. og tann dag, hann tær ferðarboð sendir, tú skal sanna, at stór var tín løn. Tað var her, at vanlukkan á Toftavatni var mánadagin 31. august 1964. Á minnisplátuni standa nøvnini á teimum trimum dreingjunum og beinrakin stutt lýsing av umstøðunum tá, sum Jóan Pauli Joensen, professari, hevur skrivað Takið á húsunum, sum Karla og Símun Hansen stutt frammanundan høvdu bygt, hómast omanfyri trøini