Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 97 · 29. august 2014 6 VIKUSKIFTI Næsta stóra Youtube-hit úr Føroyum kann vera sangur hjá 3. flokki í Sørvági, sum farna sunnudag var í Tindhólmi við filmstoymi Tónleikur Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo – Nú mugu tit geva tað besta, tit kunnu. Tað er Niclas Heri Jákupson, ið rópar. – Hugsið um, at ommur og abbar koma at síggja hetta! Børnini smílast, spæla gittar og syngja av hjarta: “At vera barn í Før­ oy­um, tað er gott, hvar tú hyggur er alt so pent og flott…” Tey eru 19 í tali, og sjálvan sangin spældu tey inn fyrr í summar í studio í Klaksvík. Nú er uppgávan at vísa náttúruna í Vág­oynni – glað, smílandi børn og ein ja­lig­an sang um at búleikast sum barn í Føroyum. Foreldrini gera pylsur og pizza í ein­um av teimum tveimum húsunum í Tindhólmi, meðan børnini syngja, spæla og gera myllur fyri at fáa video­ lagið so livandi sum gjørligt. Upprunamaðurin til sangin er kendi klaks­víksingurin Niclas Heri Jákupsson, ið nú er vorðin sørvingur. Hann hoyrdi flokkin syngja á jólum og varð yvirraskaður av, hvussu væl tey sungu. Hugskotið um at gera eitt lag við flokkinum birtist, og nakrar mán­aðar seinni stóð so allur flokkurin í einum studio í Klaksvík. – Tá var eg aftur yvirraskaður av teim­um. Tey sungu einaferð, og so sat sang­urin. Eg eri vanur við at noyðast um­aftur fleiri ferðir, sigur Niclas Heri. Vinnu- og handilslívið í Vágoynni stuðla sanginum, og Niclas Heri rósar eis­ini skúlanum og lærarunum, ið hava verið sera hjálpsom allan vegin ígjøgn­ um. – Tað er so týdningarmikið í einum slík­um projekti, at lærarar og foreldur eru við uppá tað heila, og tað hevur tað so sanniliga verið her, sigur hann. Tá børnini hava sungið sangin tríggj­ar ferðir á helluni í Tindhólmi, er døg­urðasteðgur, og síðani fara øll ein gongu­túr, so at nýggjar myndir kunnu tak­ast. Hesuferð er tað við Vágabjørgunum í bakgrundini. Børnini sita sum tað sýn­ ist uttast á hellini og syngja av hjartans hug. – Vit blíva minni og minni smæð­in fyri hvørju ferð, sigur ein av drongj­ un­um. Tá allar myndir eru tiknar av Tind­ hólmi, gongur leiðin aftur við bát­in­um “Jósup” til Sørvágs. Nú er tað Bíggj­ar­ sand­ur, ið fær eina vitjan, og har verða skógv­ar og sokkar blakað til viks, tá børn­ini fara út at vassa. Teir báðir vinirnir Pætur Høj og Mikkj­al Olsen filma, og tá børnini og for­eld­ur eru aftur í Sørvági eftir 5-6 tím­ar, eru teir og Niclas Heri endiliga nøgd­ir. Filmurin verður frumsýndur á for­ eldra­fundi hjá flokkinum í byrjanini av september, og eftir tað verður hann lagd­ur út á Youtube og aðrar sosialar miðl­ar.   Føroyar er heimsins besta stað Orð og lag: Niclas Heri Jákupsson Um tú ert barn og í Føroyum býr So kann lívið vera eitt ævintýr Eitt paradís á foldum er hvør bygd Jú her er sera vakurt gott og trygt       Niðurlag: Og vit kunnu velja hvønn dag At vera takksom nøgd og glað Fyri alt vit eiga Og fyri hendan stað Ja vit kunnu velja hvønn dag At síggja tað vakra og njóta tað Jú Føroyar eru heimsins besta stað   At vera barn í Føroyum tað er gott Hvar tú hyggur er alt so pent og flott Eitt spælipláss øll nátúran hon er Vit eru takksom at vit liva her Úr Tind­hólmi á Youtube Børnini tóku tey ljóðføri við sum tey dáma best. Einar og Tóki duga hatta vid at liva seg inn. Barbara, Lív, Bara, Sofía og Laura verða filmaðar. Mammurnar Annbritt, Debora, Andrea, Thyra og Anja hugna sær frálíkt meðan børnini verða filmað.