hósdagur 28. august 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 97 · 29. august 2014
8
VIKUSKIFTI
Carl Jóhan Jensen gevur í dag út nýggja skaldsögu.
Vit hava gjört samröðu við hann
samrøða
Jonhard Mikkelsen
post@sosialurin.fo
Ó-sögurnar endaðu við orðunum: Her
byrja søgurnar fyribils. Er henda fram
hald av Ó-søgum?
– Nei, tað er hon ikki. Hasi loka-orð
ini vórðu helst sett har til at arga lesarin
eitt sindur. Eg helt meg ongantíð hava
bundið meg til at skriva eitt framhald
av teimum sögunum, og tað hevði nú
eisini verið eitt sindur torfört, soleiðis
sum tann bókin varð gjörd og skipað,
nakað sum ein bíbliusöga um tað illa
ella djevulskapin. Henda nýggja bók
in afturímóti er meira sum ein hevd
bundin skaldsöga ella ið hvussu so
hevdbundin, sum nakar kann vænta
av mær.
Er hetta so annað bindið í einum trí
bindsverki?
– Hesar bökurnar hava tað felags,
at baksýnið í teimum er sama söguliga
tíðarskeiðið við öðrum orðum seinna
helvt av nítjandu og fram um miðja
tjúgundu öld. Ella öðrvísi sagt tað
hvarvið í söguni, tá ið föroyska sam
felagið eins og onnur samfelög um
okkara leiðir remba miðöldina av sær
bæði búskaparliga og mentunarliga og
verða til tað, vit kenna í dag. Eg havi ið
hvussu er eina bók afturat í umbúna,
har tær söguliga umstöðurnar eru tær
somu. Hinvegin haldi eg tó at bökurnar,
tað vil siga Ó-, nýggja bókin og henda
sum er í umbúna, eru sera ólíkar bæði
hvat tema og framseting viðvíkur.
Undirtittulin er Forspæl til ein gleðileik.
Hvat meinar tú við?
– Hatta er tað, tey rópa upp á ironi,
hugsi eg. Samtíðin í bókini er sein
summarið 1939, dagarnir beint upp
undir, at seinni heimsbardagi brestur
á. Orðið gleðileikur er ein týðing av
orðinum Comedia, soleiðis sum vit
kenna úr titlinum á stórverkinum hjá
Dante Divina Comedia og sipar til
kríggið, sum er í hondum. Forspælið
fyri sín part sipar partvíst til lívið hjá
hövuðspersóninum, íslendska skald
inum og vinnulívsævintýraranum
Benedikti Einarssyni, sum er föddur
miðskeiðis í átjanhundrað og trýss
árunum og partvíst til tann söguliga
samanhangin sum Benedikt útinnir
sína ævi í upp á gott og ilt.
Tú kallar hövuðspersónin vinnulívsæv
intýrara. Slíkar menn kenna vit aftur
úr norðurlendskum bókmentum, t.d.
August hjá Knut Hamsun, er tað ikki
eitt sindur tugt?
– Tú meinar, eri eg ávirkaður av slík
um lýsingum? Eg haldi ikki sum so, men
tað kunnu onnur döma um. Eg skal ikki
dylja fyri, at í lýsingini av Benedikti
havi eg tikið mær fyrimynd eftir einum
sannsöguligum persóni, sum veruliga
var bæði skald og vinnulívsævintýrari,
Einari Benediktssyni. Men eg vil taka
fram, at hetta á ongan hátt er ein ævi
sögulig lýsing av honum. Hetta er
reinur skaldskapur. Men annars er einki
at taka seg aftur í, at persónleikar av
hesum slagnum eru áleypandi í remb
ingartíðum eins og teimum, ið her
verða lýstar. Fólk sum spreingja allan
ásettan veruleika av sær við sínum ætl
anum, hvörjar tær so eru.
Umframt Einar Benediktsson kundi
í íslendskum samanhangi verið vert at
nevnt Jón Ólafsson, ritstjóra. Hann
ætlaði á sinni, í samráði við amerik
anskar myndugleikar, at flyta einar
tíggjutúsund íslendingar til Alaska við
tí fyri eyga at gera íslendingar til eitt
stórveldi og íslendskt til eitt heimsmál.
Tað stórætlaða sinnið vil gjarna ama
harmleikin upp á seg. Helst er tað tað,
sum fangar hugan bæði hjá hövundum
og lesarum.
Tú segði í eini útvarpssending fyri
stuttum, at hesin Benedikt livir í spenn
inginum ímillum tvær øldir. Hvat var
so hugtakandi við skiftinum inn í 20
øld?
– Eg haldi ikki at tað er nakað ser
stakt við nökrum aldaskifti í sjálvum
sær. Eitt aldaskifti er sum so bara
eitt skifti eins og eitt árskifti, eitt
mánaðarskifti ella fyri tað eitt viku
skifti. Tað, sum vekur mín áhuga í
sambandi við tjúgundu öldina, er,
hvussu knappliga hon kemur á. Við
ein brest so at siga. Við tí krígnum,
sum byrjaði fyri júst hundrað árum
síðani. Og tað var ikki bara eitt skifti,
tað orðið er ov smáfingið til lýsa hetta
siðmenningarliga skriðulopið, ta enda
vendingina av öllum veruleika, öllum
virðum. Tað hevur ikki verið sum at siga
tað at liva hetta, at lofta sær andliga í
slíkum tilveruligum bólti. Og tað gav
eisini at bíta í eftirspælinum eftir
heimsbardagan, í teimum sokallaðu
millumkrígsárunum.
– Mangur kom at standa úti í and
gletti, roynandi til fánýtis at halda
nítjandu öldina um seg sum einum
knappaleysum frakka. Tak eitt nú Os
wald Spengler, ta í senn flogvitugu
og fáfongdu mynd, hann kýtist við at
skapa söguna í, í bókini Untergang des
men eg
virði hann
Eg lifri ikki
fyri lesaranum