Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 97 · 29. august 2014 9 Abendlandes. Tað er sum heldur hann seg kunna byrja söguna av nýggjum upp á síni egnu kor. Og okkara maður, Bene­dikt Einarsson, er somuleiðis klov­ in í sínum hugburði, hann vil verða ein ímynd av tí nýggja, hann vil slóða fyri vökstri og vælferð í Íslandi, men hans­ ara virðisgrundarlag er nítjanda öldin eins og hon var fyri 1914, hann er eitt sann­gitið barn av tí framtíðarleysa bjart­skygni og áliti á, at tökni og vísindi borg­aðu fyri kristnari, vesturlendskari sið­menning um allar ævir. – Eitt umskiftið sum tað, ið brast á vesturlond í 1914, er enn óbrostið á okkum, sum nú liva. Ikki fyri tann skyld, at okkara samtíð ikki hevur havt tevin av slíkum umskifti. Tað hevur hon síðani Berlin-múrurin fall. Og tað hev­ur ikki staðið á fyriboðanum heldur. Eft­ir yvirgangsálopið í New York 11. sept­ emb­er 2001, meðan trýstibylgjurnar frá tí enn settu gjögnum fjölmiðlarnar, varð jabbað upp í saman, at nú ridlaði und­ir vesturlendskari siðmenning, nú fóru hóttafallini at koma kropp á kroppi. Gaman í elvdi yvirgangsálopið kríggj av sær í Irak og Afganistan, men heimurin stendur kortini toluliga sam­ur eftir, og hamskiftið, sum verða skuldi, vísti seg fyri tað mesta at vera retor­ikkur, bert hava til endamáls at stað­festa eina nýtslugalna siðmenning og surra tær valdaskipanir, sum tíðin hev­ur spent um hana. Tú hevur gjørt vart við, at ein høvundur má hava sítt egna mál. Hvat meinar tú við? Eg hugsi um, at stílurin í hesi bókini er líka sermerktur sum altíð hjá tær, og eg haldi, at ein ávísur vandi er fyri, at mál­ið kennist mongum so öðrvísi, at tey rætt og slætt ikki hætta sær undir tekstin? – Eg haldi tað vera sjálvsagt, at eitt listafólk skapar sær sína egnu fram­set­ ing. Hvussu skuldi tað öðrvísi verið, álv­aratos. Tú sigur, at málið er sermerkt og rör framundir, skilji eg teg rætt, at eg við mínum málsliga stíli misvirði les­ar­ an onkursvegna, ella ið hvussu er ikki taki atlit til lesaran. – Eg haldi beint tvörturímóti. Sum eg segði í áðni: tað er ikki ovsagt at kalla okkara samtíð nýtslugalna. Ein­ stakl­ingurin hevur bert gildi sum brúk­ ari. Brúkarin er fremstur av öllum og við brúkaran hevur tú onga samröðu. Tú lifrar fyri brúkaranum. Sölufólk lifra fyri keyparanum. Politikarar lifra fyri veljaranum. Og tey seinnu ár­ ini er tað vorðið eitt krav, eitt al­samt harðnandi krav í almenna rúm­in­um, at sum listafólk skalt tú eisini lifra. Rithövundurin skal lifra fyri les­ar­ anum. Myndlistafólkið fyri teim­um listáhugaðu. Sjónleikarin fyri áskoð­ar­ un­um o.s.fr. List er ein vöra, verður sagt eins og öll onnur vöra, sum sápa, bilar, utt­an­landsferðir, sjónvarp, vesipappír o.s.fr. – Men lifr hevur einki við virðing fyri nökrum at gera. Tvörturímóti. Sölu­maðurin lifrar pengarnar frá kund­anum, men krevur hvörki at virða kund­an ella kæra seg um, annaðhvört kund­in hevur brúk fyri vöruni ella ei. Sama er galdandi um politikaran, ið lifrar atkvöðuna frá veljaranum. Eg fyri mín part virði lesaran, men eg lifri ikki und­ir nökrum umstöðum fyri honum. Sam­skifti millum hövund og lesara má byggja á eina javnvág, eina sínámillum virð­ing, har hövundinum í sínum lagi loyv­ist at vera heilur í síni listarligu stremb­an, men lesarin fyri sín part hev­ ur krav upp á dygd, bókmentaliga sum máls­liga. Alt annað er reindyrkað und­ir­halds­ fas­isma.   Samskifti millum hövund og lesara má byggja á eina javnvág, eina sínámillum virðing, har hövundinum í sínum lagi loyvist at vera heilur í síni listarligu stremban, men lesarin fyri sín part hevur krav upp á dygd, bókmentaliga sum málsliga. Alt annað er reindyrkað undirhaldsfasisma, sigur Carl Johan Jensen mynd: Sigmar Mørkøre Eg síggi teg betur í myrkri Soleiðis stendur á bakinum á nýggju bókini: Í einum sólstóli á afturdekkinum situr íslendska skaldið og ævintýramaðurin Benedikt Einarsson og tekst við at doyggja av einum ovurskamti av morfini. Nú er tann lötan komin í lívi hansara, tá ið fortíðin hevnir seg aftur. Gjögnum dvínandi tilvit skaldsins kraklast minnini í dreymkendum brotum. Minni um eitt lív, livað í streymkvarðanum millum tvær aldir, ta nítjandu og ta tjúgundu. Eitt lív halgað skaldskapi og hugsjónini um at lyfta eina tilafturskomna tjóð upp úr armóð og framtaksloysi. Skaldsøgan Eg síggi teg betur í myrkri verður lögd fram í Steinprenti á Skálatröð í dag, fríggjadagin 29. august klokkan 17.00.