Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 97 · 29. august 2014 10 VIKUSKIFTI – Eg royni at hugsa, at tað kundi tað sama verið eg, sum var í teirra støðu, og tí vil eg vera við til at rætta eina hjálpandi hond, har onnur hava slept. Tann tankin og so eisini kristna trúgvin gera, at eg haldi til hetta starvið. Tað sigur Ovi Brim, ið er leiðari á umsorganarheiminum í Grønulíð í Havn. Eitt heim, har tey fólkini, ið eru endað á lívsins skuggasíðu, kunnu búgva samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Heimið í Grønulíð 3, sum liggur í vest­ ara parti av Havnini, sær út sum eitt­ hvørt annað heim. Hvít sethús við lítl­ um urtagarði rundan um. Fólkini, sum hvønn dag ganga trapp­urnar inn til hurðina og kalla hús­ið sítt heim, eru tó við til at gera Grønu­líð 3 til eitt heilt serstakt heim. Í Grønulíð 3 búgva í løtuni seks fólk, sum av víttfevndum sosialum orsøkum ikki kunnu fastahalda egnan bústað. Ofta er tað alkohol, sum er trupulleikin, men í summum førum eru fólkini eisini bund­in at ymsum rúsevnum. Tað er hjálparfelagsskapurin Blái Kross­ur, ið rekur umsorganarheimið í Grønu­líð, og millum tey fýra starvs­ fólk­ini er 28 ára gamli Ovi Brim, sum er leiðari á heiminum. – Eg plagi at siga, at vit rætta hes­ um fólkunum hondina, har onnur hava slept, tí hetta eru veruliga menniskju, sum so at siga eru uppgivin av familju, vin­um, starvsfeløgum og øðrum, sig­ur Ovi Brim, sum í januar tók við leið­ara­ starv­inum á heiminum í Grønulíð 3. – Tað er ikki soleiðis, at vit hjálpa fólk­unum, sum hava adressu hjá okk­ um, við kravi um, at tey skulu fáa eitt van­ligt lív sum tú og eg, men ístaðin hjálpa vit í vónini um bata, sigur Ovi Brim, sum er útbúgvin teologur og hev­ ur verið á pastoratseminari. – Eg var júst prestlærdur, tá starvið sum leiðari á umsorganarheiminum í Grønu­líð bleiv lýst leyst, og eg havi al­tíð sagt við meg sjálvan, at skuldi eg ikki arbeiða sum prestur, so skuldi eg antin arbeiða fyri Bláa Kross, Heima­ missiónina ella annað kristiligt hjálp­ ar­arbeiði. Sum prestur fæst tú nógv við sál­arrøkt, og tað er eisini nakað, sum eg í stóran mun arbeiði við í heiminum í Grønu­líð, sigur Ovi Brim. Tungt lívsviðføri Fólkini, sum búgva í Grønulíð 3, eru rætti­liga ymisk. Har eru bæði kvinnur og menn, tey koma úr øllum land­in­um, og so eru tey í fleiri ald­urs­bólk­um, men tað eru serliga tey millum 50 og 80 ár, ið hava adressu har. Eitt hava hesi fólkini tó í felag: Lívs­ viðførið er tungt. Ofta er talan um fólk, sum hava havt stórar, sosialar trup­ul­ leik­ar heilt frá barnsbeini av. Fleiri hava upp­livað vanrøkt sum børn og annars trage­diur av øðrum slag. Í flestu førum hava tey alkoholtrupulleikar og onkur er endaður í rúsevnismisnýtslu. – Tað er rættiliga trupult at siga, hví tey ikki megna at fóta sær aftur og koma úr rúsdrekkatrupulleikanum. Or­ søkirnar eru ymiskar, men tað er púra víst, at eingin, sum er bundin at rús­ drekka ella rúsevnum, rúsar seg, tí tað er stuttligt. Misnýtslan og trongdin at rúsa seg er sum ein leinkja. Ofta hava tey hvørki orku ella yvirskot til at sleppa burtur úr trupulleikanum, sigur Ovi Brim og vísir á, at fólkini, sum búgva í Grønulíð 3 enntá eru uppgivin av sínum nærmastu. – Eg skilji væl, at tey nærmastu ikki orka meir. Hava tey livað við einum, ið er bundin at rúsdrekka í fleiri ár, so er tað slítandi fyri familjuna, og tað er ógvuliga hart at vera avvarandi. Tí geva tey upp. Eg skilji tað væl, og tað ger misnýtarin eisini í nógvum førum, sig­ur Ovi Brim og heldur fram: – Tú kanst ikki bara siga, at tey skulu taka seg saman. Tað er ikki har, trup­ulleikin liggur. Talan er um fólk, sum ikki kenna til annað, enn at lívið er hart og strævið. Tey eru ofta svikin og kenslan av at missa er teimum ikki ókend, sigur Ovi Brim. Treytirnar skulu haldast Arbeiðsdagurin hjá Ova Brim í heim­ in­um í Grønulíð er rættiliga ymiskur. Eing­in dagur er líka, tí støðan í hús­in­ um er ikki eins hvønn dag, og ymsar av­bjóð­ingar kunnu stinga seg upp – Mín ábyrgd er fyrst og fremst at syrgja fyri, at húsið virkar soleiðis, sum tað skal. Umframt at hava ábyrgd av fíggjarliga partinum, samskifta við almennu myndugleikarnar, máls­ við­gerðar og onnur er tað eisini mín upp­gáva at syrgja fyri, at vit kunnu hava ein so vanligan gerandisdag sum gjør­ligt. Ein gerandisdag, ið minnir um tann, sum vit kenna frá einum og hvørj­ um øðrum føroyskum heimi, sigur Ovi Brim. Starvsfólkini plaga at vakja bú­fólk­ ini um 9-tíðina, morgunmaturin verð­ ur etin, og síðani verður farið at gera dags­ins verk. – Fólkini hjálpa til eftir førimuni. Onk­ur vaskar upp, dustsýgur, lúkar í tún­in­um, men so eru tað eisini tey, sum bara vilja hava frið ella vilja sleppa út ein túr. Tað skulu tey eisini kunna, um tey hava hug til tað, sigur Ovi Brim. Hóast búfólkini hava tað rættiliga frítt í heiminum í Grønulíð, eru ávísar treyt­ir, sum skulu lúkast, um ein vil búgva har. – Fyri at fáa eitt hús sum hetta at fung­era er neyðugt við ávísum reglum. Hús­ið hevur ikki altíð verið fult, ofta av tí at fólk ikki ynskja at liva eftir teim­um treytunum, vit seta. Sjálvur haldi eg, at vit eru rættiliga large, men tær regl­ urn­ar, sum eru, skulu haldast, og har er einki at gera – reglarnar skulu haldast, sig­ur Ovi Brim og vísir á sum dømi, at bú­fólk­ini kunnu koma heim drukkin, men tað er ikki loyvt at hava rúsdrekka ella rúsevni við sær inn í húsið. – Tað kann elva til onkrar konfliktir, og eg fái onkrar keðiligar ákoyringar, men tað lagar seg altíð, tá vit hava tos­ að um tingini, sigur Ovi Brim og leggur í sama viðfangi afturat: – Tað er gott, at vit hava so fittar og toln­ar grannar, tí onkuntíð hevur verið eitt sindur rokaligt, sigur Ovi Brim. Einki parkeringspláss Ein stórur partur av teimum fólkunum, sum fáa bústað í Grønulíð 3, búgva har rest­ina av lívinum. – Nøkur fólk eru deyð úr húsinum, men livir tú hart við alkoholi og kanska eis­ini rúsevnum, heldur kroppurin ikki til eitt langt lív, sigur Ovi Brim og vísir aft­ur, at tilboðið við einum bústaði í Grønu­líð er við til at fasthalda hesum fólk­unum í misbrúkinum. – Onkur kann halda, at vit hava giv­ ið upp og við hesum tilboðnum siga, at viðkomandi kann bara halda fram við misbrúkinum, tí vit skulu nokk ansa eftir tær, meðan tú gert tað. Men Vit hjálpa tá onnur hava givið upp