Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-28, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 97 · 29. august 2014 11 í fleiri førum hevði støðan verið tann, at fólk høvdu sovið úti á gøtuni, ikki havt eina heita song og ongan, sum hevði neyðugu orkuna at vera góð­ur við tey. Blái Krossur byggir á kristnu menniskjafatanina, at eitthvørt menn­ iskja er skapt í Guds mynd, og tí hevur ósig­andi virði. Vit ynskja, at øll skulu kenna seg elskaðan av Gudi, og tí gera vit hetta umsorganararbeiðið, greiðir Ovi Brim frá. – Heimið í Grønulíð skal á ongan hátt gerast ein sovipúta ella eitt park­er­ ings­pláss, og tí eggja vit eisini fólkunum her til at fara út í lívið aftur. Vit arbeiða fram ímóti, at fólkini skulu blíva edrú og koma burtur úr rúsevnismisnýtsluni, og vit royna eisini at hjálpa teimum við at finna eitt kamar ella íbúð, um tey ynskja tað, sigur Ovi Brim. – Tað týdningarmiklasta er, at vit royna at hjálpa, tá øll onnur hava givið upp. Og tað gera vit í eini vón um bata, ikki einum kravi um bata, sigur Ovi Brim. Kennir tað sum eitt kall Ovi Brim dylir ikki fyri, at tað til tíðir er ógvu­liga hart og slítandi arbeiði, hann fæst við, og tað eru løtur, har hann hugs­ar, at hann ikki orkar meir. – Tað hendir, at eg hugsi, at nú orki eg ikki longur. Tá er tað, at eg minni meg sjálvan á, hví eg geri hetta. Minni meg sjálvan á, at eg eri ikki harri yvir hesum fólkunum, men med­menn­iskja. Tað kundi jú verið umvent – tann persónurin, sum er endaður í hesi støðuni, kundi líka so væl verið eg, um eg eisini hevði havt tann barn­dóm­in, tann uppvøksturin og tær lívs­roynd­ ir­nar, sum hesi fólkini hava, fortelur Ovi Brim. Hann heldur tað vera av alstórum týdn­ingi, at hóast henda skuggasíðan er at finna í so at siga øllum samfeløgum, eig­ur hjálp at verða veitt teimum. – Vit eiga at arbeiða fyri, at eisini hesi menniskjuni kunnu fáa eitt virðiligt lív. Og halda teimum frá at liggja køld úti og sova. Tað eigur alt samfelagið, pol­it­iskt og vit sum einstaklingar, at virka fyri. Fólkini, sum eru komin í hesa syndarligu støðu, ynskja ikki at liva soleiðis. Tað ger eingin. Men lívið hjá teimum háttaði seg nú einaferð so­ leið­is, sigur Ovi Brim. Hann vísir á, at tað eisini er rættiliga av­bjóðandi, tá hann og hini starvsfólkini royna at hjálpa búðfólkunum, og tey so ferð aftan á ferð koma heim drukkin ella ávirkað av rúsevnum. – Har er tað, at eg skal halda fast í, hvat tað er, vit starvsfólkini gera – hjálp­ar­arbeiði á kristnari grund. Tá haldi eg nettupp, at arbeiðið skal vera grund­að á, at líkasum Gud hevur elskað okk­um, soleiðis eiga vit eisini at elska og vera góð við okkara medmenniskju. – Hóast eg í dag geri døgurða og gevi eina heita song til eitt av fólkunum, og í orði og talu verði traðkaður niður næsta dag, so skal eg í morgin aftur gera tað sama, sig­ur Ovi Brim. Tað er í stóran mun trúgvin, ið hjálp­ir Ova Brim í sínum arbeiði. – Tað er avgjørt mín kristna trúgv, sum ger, at eg orki hetta. Eg haldi, at eg eri kallaður til at vera góður vitn­is­burð­ ur fyri fólk, og tað er millum ann­að við at gera hetta arbeiðið, sigur Ovi Brim og vísir á, at stuðulin frá konuni og teim­um nærmastu annars eisini eru við til at hjálpa honum at gera sítt arbeiði. Velji at hugsa naivt At uppliva tær ymisku og ofta syrgiligu menn­iskjalagnurnar, sum eru at finna á heim­inum í Grønulíð, hevur eisini sína ávirk­an á Ova Brim. – Tað er rættiliga ymiskt, hvussu eg verði ávirkaður, men eg vil siga, at eg taki tað til mín. Eg hugsi um hesi fólk­ini, tá eg sjálvur fari heim til hús, men eg hugsi eisini um, at eg havi mítt egna lív og gleðist um tað, eg sjálvur havi heima. Annars verður tað ikki hald­bært, og eg hevði ikki klárað hetta starv­ið, sigur Ovi Brim. Hann vísir á, at tað til tíðir kann vera eitt møtumikið starv, hann hevur, tí í flestu førum broyta fólkini ikki lívsstíl, hó­ast Ovi Brim og hini starvsfólkini hjálpa. – Eg velji at vera tilvitaður naivur, tí annars hevði eg ikki hildið til hetta arb­eiðið. Eg trúgvi upp á, at tað er ein møgu­leiki hjá øllum at koma burturúr mis­nýtsluni, men hinvegin eri eg eisini bara menniskja og hugsi ofta, at har er eingin kjansur. Men tá er tað, at eg taki tað tilvitaða valið og sigi við meg sjálv­an, at jú har er ein møguleiki, sigur Ovi Brim, sum eisini sigur seg uppliva sól­skinssøgur í Grønulíð 3. – Tað kemur fyri, at eg síggi, at fólk eru flutt úr Grønulíð til eitt vanligt lív við egnum bústaði og føstum arbeiði. Men so haldi eg eisini, at tað er ein sól­skins­søga, at hóast ein persónur ber tungt lívs­viðføri, er tað altíð onkur, sum orkar per­són­in. Tað er gleðiligt, sigur Ovi Brim.  mynd: Álvur Haraldsen • Umsorganarheimið í Grønulíð 3 hevur virkað síðani 2008 • Upptøka til umsorganarheimið fer fram, við at persónar sjálvir venda sær til heimið, ella við at Almannastovan vendir sær til heimið • Pláss er fyri sjey búfólkum. Í løtuni eru seks búfólk í Grønulíð 3 • Endamálið við umsorganarheiminum, er at veita varandi bústað til tey, ið ikki sjálvi megna at fasthalda ein bústað. • Starvsfólk eru um búfólkið, stuðla teimum, veita hjálp og umsorgan og tryggja teimum virðiligar liviumstøður og skipaðar umstøður FAKTA