Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-28, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

mynd: privat 11 Fríggjadagur 29. august 2014 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Starvið Nú Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava hava skipað samstarv um tænastur innan eldraøkið, er eitt áhugavert, spennandi og fjøl- broytt starv, sum leiðari fyri Heimatænastuna í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, leyst at søkja. Leiðarin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av Heimatænastuni og teimum stovnum ið eru, og koma, í økinum hjá kom- mununum. Leiðarin skal tryggja at uppgávur- nar verða loystar á einum høgum stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv. Tú verður sjálv/ur í stóran mun við til at skapa starvið, og at menna nýggju umsitingina saman við leiðslunum og starvsfólkunum í kommunu- num. Talan er um eitt nýtt og spennandi starv við nýggjum avbjóðingum innan eldraøkið, har tú fært møguleikan at verða við til, at saman- sjóða allar tænasturnar, ið Heimatænastan hevur at bjóða í Eysturkommunu og Fugla- fjarðar kommunu. Sum leiðari kemur tú at vísa beinleiðis til stýrið fyri Heimatænastuna, sum hevur evstu ábyrgd av eldraøkinum. Dagliga umsitingin av Heima- tænastuni verður partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru m.a. at: • ganga á odda, soleiðis at tænasturnar í Heimatænastani frameftir verða í fremstu røð • gera uppskot um bygnað og samansjóðing av øllum tænastunum í Heimatænastuni • byggja upp eitt vælvirkandi og samskipandi leiðslutoymi fyri Heimatænastuna • fremja skilagott samstarv og samskifti við politikarar, borgaran, leiðslur, starvsfólk, myn- dugleikar og aðrar áhugabólkar • tryggja at visitatiónin innan allar tænastur og veitingar, sum samstarvið veitir borgarunum í økinum innan heimatænastu, eldrarøkt v.m., verður skipað so skilagott sum til ber • ráðgeva stýrinum o.ø. og vegleiða í spurning um innan eldraøkið • verða skrivari og at føra gerðabók fyri stýrið í Heimatænastuni Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a. at tú: • hevur viðkomandi hægri útbúgving, ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir. • hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum, og at tú við tínum leiðsluhátti skapar trivnað og mennir leiðarar, starvsfólk og Heimatænastuna sum heild • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva • ert sjónlig/ur og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum • ert strukturerað/ur, hevur skil fyri fíggjar- stýring og hevur góðar umsitingarligar førleikar • hevur førleika at menna samstarvið og samskiftið við politikarar, borgaran, leiðslur, starvsfólk, myndugleikar og aðrar áhugabólkar Setanar- og lønartreytir Starvið verður lønt í 35. lønarflokki hjá Tæn- astumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Lønin er í løtuni 39.293,77 kr um mánaðin, og harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Starvið verður áramáls- sett í 5 ár, við einum lønarískoyti sum er 20%. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkoman- di skjølum skulu sendast til: Eysturkommunu Kulibakki 8 520 Leirvík ella til t-post: eystur@eystur.fo Umsóknin skal verða Eysturkommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. september 2014 kl. 12:00. Starvið verður sett frá 1. oktober 2014, ella skjótast tilber. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Jóhan Christiansen, stýrisformann, á tlf.: 730010, ella til Erik Lervig, kommunustjóra á tlf.: 730011. Síðufótur Stýrið fyri Heimatænastuna er sett saman av 3 kommunustýrislimum úr Eysturkommunu og 2 kommunustýrislimum úr Fuglafjarðar kom- munu. Í Heimatænastuni eru eldrasambýlini Giljagarður í Leirvík, Gøtubrá í Gøtu og Vestur- stova í Fuglafirði. Umfamt hesi eru Dagtilhaldið í Fuglafirði og heimarøktin í kommununum báðum eisini í Heimatænastuni. Tað eru 51 starvsfólk knýtt at heimunum og 7 heimahjál- parar eru knýttir at heimarøktini. Harumframt eru heimasjúkrarøktarfrøðingar, svarandi til 3 ársverk og ½ ársverk sum ítrivsfólk, eisini knýtt at Heimatænastuni. Leiðari til Heimatænastuna í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu Vit sóknast eftir einum dugnaligum og framskygdum leiðara at standa á odda fyri Heimatænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu Sókt verður eftir 2 handverkarum og 2 lærlingum til Húsavarðartænastuna at byrja skjótast tilber. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. hesar: • Húsavarðartænastu uppgávur. • Húsaumvælingar bæði stórar og smáar. • Nýbygging/umbygging - av ymiskum slag. • Umframt aðrar líknandi uppgávur. Krøv til tann, ið settur verður: • Ert lærdur bygningssnikkari ella timburmaður. • Hevur hug og áræði at læra til timburmann • Umsøkjari, sum hevur tikið SIT 1, hevur fyrimun sum lærlingur • Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt. • Ert fyrikomandi og ágrýting. • Ert skjótur og nærlagdur. • Hevur góð samstarvsevnir. • Ert málrættaður. Húsavarðartænastan kann m.a bjóða tær: • Eitt spennandi og avbjóðandi starv. • Samstarv við nógvar ymiskar kundar. • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina umsókn, har tú greiður frá tínum fakligu og persónligu eginleikum og royndum. Sámal Erik Hentze, Brattalíð 8, 100 Tórshavn. Tlf. 29 00 29 - hvt@olivant.fo Alt snikkara- og timburarbeiði Ogna tær tín egna húsavørð Handverkarar og lærlingar til Húsavarðartænastuna nr. 97 · 29. august 2014 12 VIKUSKIFTI