mánadagur 1. september 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 89
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað hava ongantíð verið so nógv
útlendsk tíðindafólk í Føroyum
Vit eru sloppin at greiða frá okkara
meining um grindadráp
Áki Bertholdsen
Tað hava ongantíð verið so
nógv útlendsk fjølmiðlafólk
í Føroyum sum í ár.
Tað staðfestir Súsanna
Sørensen á Ferðaráðnum.
Hon sigur, at bara higartil
í ár hava eini 100 útlendsk
fjølmiðlafólk
verið
í
Føroyum og tað er tað mesta
nakrantíð upp á so stutta tíð.
Hon sigur, at seinastu
nógvu árini hevur Ferðaráð
ið gjørt eitt miðvíst arbeiði
fyri at fáa útlendsk tíðinda
fólk higar at skriva og gera
sendingar um Føroyar.
–
Tað
hevur
eydnast
so mikið væl, at talið á út
lendskum tíðindafólki, sum
hava verið í Føroyum er al
samt vaksið ár undan ári
og í ár er tað so tað størsta
nakrantíð.
Hon
sigur
onkur
er
kanska komin higar í kjalar
vørrinum á Sea Shepherd.
Men
tað
eru
avgjørt
undantøkini.
Nógv tey flestu eru komin
higar sum eitt úrslit av tí
miðvísa arbeiðið, Ferðaráðið
hevur gjørt og onnur eru
komin higar, tí tey hava frætt
um Føroyar onkrastaðni frá
og halda, at hetta eitt spenn
andi land at viðgera í teirra
fjølmiðili.
Súsanna Sørensen hevur
heldur hug at venda tí við og
halda, at tað er stak hugaligt
at vita sær, at so stórir út
lendskir
fjølmiðlar
vilja
koma higar, hóast vit halda,
at allur heimurin er ímóti
okkum fyri tað at vit drepa
grind.
– At vit drepa grind sær
ikki út til at ávirka hugin hjá
útlendskum fjølmiðlum at
koma higar at gera sendingar
um Føroyar.
– Tað er heldur ikki grind
ini, teir eru áhugaðir í, men
tey gera sendingar um alt
møguligt annað.
– Onkur er kanska áhug
aðir í grind, men bara sum
ein partur í eini lýsing av,
hvat Føroyar og føroyingar
eru sum heild og ikki sum
tann berandi parturin í teirra
lýsing av okkum.
– Tað, sum er áhugavert
fyri útlendsku miðlarnar er
at lýsa hetta serstaka sam
felagið mitt í Atlantshavi og
sum so fá vita nakað um.
20 milliónir
Súsanna Sørensen sigur, at
slík umrøða er gull verd fyri
Føroyar.
Á Ferðaráðnum gera tey
upp, hvussu nógv umrøðan
í útlendskum miðlum hevði
kostað, skuldu tey havt líka
stórar lýsingar í útlendskum
miðlum.
Leggja vit tað saman, út
lendskir miðlar hava skrivað
um Føroyar og rokna út,
hvussu tað hevði kostað hjá
okkum at keypt líka stórar
lýsingar, hevði tað kostað
okkum einar 20 milliónir
í lýsingapengum, sum vit
ístaðin fáa ókeypis.
Aðrastaðni meta tey, at
ókeypis umrøða í bløðum
ella tíðarritum er tvær ella
tríggjar ferðir so nógv vert
sum ein lýsing, so eftir tí
geva útlendsku fjølmiðlarnir
føroyingum
ókeypis
marknaðarføringum
fyri
einar 40 til 60 milliónir.
Súsanna Sørensen sigur,
at her er mest hugsað um
prentaðu fjølmiðlar, tí um
røða í øðrum miðlum er verri
at gera upp í lýsingapengum.
Vit sleppa at siga
okkara meining
– Vit eru eisini sloppin at
siga okkara meining.
Tað
heldur
Ólavur
Sjúrðarberg,
formaður
í
Grindamannafelagnum.
Tá ið Sea Shepherd her
fyri hálaðu gitnu, men
hálvfølnaðu
hollywood
stjørnuna,
Pamelu
Anderson til Føroya, gjørdi
grindamannafelagið av at
spæla við.
Tá ið Sea Shepherd boð
aði frá, at Pamela Anderson
skuldi hava tíðindafund
og at hann skuldi sendast
beinleiðis um allan heimin,
gjørdi Grindamannafelagið
av at gera eitt undantak og
at møta upp á fundinum.
– Endamálið við tí var,
at tað, Sea Shepherd og
Pamela
Anderson
førdu
fram á tíðindafundinum,
skuldi ikki sleppa at standa
einsamalt
Og formaðurin í grinda
mannafelagnum heldur, at
ætlanin eydnaðist.
– Á sluppu vit at siga
okkara meining um grind og
eg haldi, at vit fingu okkara
boðskap greiðari fram, enn
tey fingu teirra
Og í kjalarvørrinum á tí
tíðindafundinum vóru tað
ein ørgrynna av útlendsk
um fjølmiðlum, sum vildu
sleppa at tosa við okkum.
Og eisini síðani hava
nógv útlendsk tíðindafólk
tosað við okkum við tí
endamáli at lýsa grindadráp
úr okkara sjónarhorni.
Ólavur Sjúrðarberg sigur,
at hetta vóru professionell
tíðindafólk, sum kenna sína
ábyrgd at lýsa eitt mál frá
øllum síðum.
aki@sosialurin.fo
Ongantíð
so nógv
sum í ár
so nógv
Ongantíð
FØROYAR VÍÐAKENDAR
Gull vert
Innrásin av útlendskum tíðindafólkum vindur
bara upp á seg og tað er gull vert fyri Føroyar