mánadagur 1. september 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 89
Tað gav baksláttur fyri Sea Shepherd at tey hálaðu
gitnu hollywood-stjørnuna, Pamelu Anderson, til Føroya
FØROYAR VÍÐAKENDAR
Gera Føroyar kendar
um alla verðina
Kend filmsstjørna
gav føroyingum
eina rødd
– Í ár hava føroyingar fingið
heilt ótrúliga nógva umrøðu
um allan heimin.
Tað sigur Ingi Sørensen,
kavari,
myndamaður
og
mangt annað.
Sjálvur
hevur
hann
gjørt sítt til at gera Føroy
ar kendar við sínum ser
merktu og stórfingu mynd
um av Føroyum, undir
vatnskorpuni.
Hann staðfestir, at árið
í ár er ikki bara árið, har
fólk frá illa umstrídda um
hvørvisfelagsskapinum, Sea
Shepherd, vóru her í stórum
tali í eini roynd at koma
føroyingum í ringt orð at
fáa okkum at halda uppat
at drepa grind.
Hetta var nevniliga eis
ini árið, har útlendsk sjón
varpslið í stórum tali hava
vitjað land okkara við tí í
hyggju at gera sjónvarps
sending um Føroyar.
Bókin,
tann
prátingarsami
Ingi
Sørensen hevur givið út við
undirvatnsmyndum hevur
hann kendan uttanfyri um
landoddarnar og hann er ein
av teimum føroyingunum,
nógv sjónvarpslið vilja hitta,
tá ið tey eru komin higar.
Men
hann
staðfestir,
at tað er slett ikki grind
og grindadráp, sum hevur
teirra stóra áhuga.
Síggja so nógv annað
– Onkur av teimum út
lendsku
sjónvarpsfólk
unum, sum hava verið her,
eru komin higar tí at tey
eru vorðin varug við okk
ara land við tað, at Sea
Shepherd er komin higar
og hevur roynt at varpa ljós
á okkara grindadráp.
– Summi av sjónvarpslið
unum eru tískil upprunaliga
komin higar við tí í hyggju
at gera sending um grind.
–
Men
komin
higar,
er eingin grind og eingir
hálvørir og blóðtystir før
oyskir barbarar at síggja.
Ístaðin fyri fáa tey eyga á
so mangt annað í landi okk
ara og Ingi Sørensen sigur,
at útlendsku sjónvarpslið
ini finna skjótt útav, at tað
er so nógv annað í Føroyum,
sum er mangar ferðir áhuga
verdari at gera sending um,
enn grindadráp.
– Tey gera sendingar um
náttúru, um fólk og mentan
og
undirvatnsmyndirnar
hjá mær hevur eisini vakt
áhuga fyri sendingum um
kaving í Føroyum.
– Onkur tekur kanska
grindaráp upp á tunguna,
men tað er avgjørt ein við
fáningur í teimum sending
um, sum eru gjørdar.
Tað positiva vinnur
á tí negativa
Sjálvur heldur Ingi Søren
sen, at hóast Sea Shepherd
ger sítt ítarsta at koma okk
um í ringt orð sum land
og sum fólk, hava Føroyar
aldrin fingið so nógva posi
tiva umrøðu úti í heimi, sum
vit fáa í ár.
– Summar av teimum
sjónvarpsstøðunum,
sum
hava verið her og gjørt
sendingar,
eru
rættiliga
stórar, sigur hann.
Men tað eru ikki bara
vanligar
sjónvarpssend
ingar, sum spyrjast burtur
úr útlendsku vitjanunum í
Føroyum.
– Eitt nú hevur eitt
stórt
týskt
sjónvarpslið
verið í Føroyum og gjørt
eina lýsing fyri eitt ávíst
slag av urum. Í Føroyum
vórðu tvær tyrlur leigaðar
til endamálið og lýsingin
verður víst í Japan, Evropa
og í USA einaferð í heyst.
– Sjónvarpsfólkini eru
heilt ovfarin av Føroyum
og føroyingum og at hetta
var eitt tað besta upplivilsið,
tey høvdu havt, sigur Ingi
Sørensen frá teimum.
Tann negativa umrøðan,
vit fáa av grindadrápi og
øðrum, er ikki annað enn ein
evarska lítil viðfáningur og
tað fullkomiliga druknar í
allari teirri positivu umrøð
ini, heldur kendi føroyski
kavarin og myndamaðurin.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
– Vit hava fingið eina rødd.
Tað sigur Hans Jákup
Hermansen, nevndalimur í
Grindamannafelagnum.
hann sigur, at í seinastuni
hevur
ein
ørgrynna
av
útlendskum
fjølmiðlafólki
vent sær til Grindamanna
felagið at kunnað seg um
føroysku sjónarmiðini um
grind.
Tað er fyri ein stóran part
Hans jákup Hermansen, sum
saman við formanninum,
Ólavi Sjúrðarberg, sum hava
umboðað grindamannafel
agið úteftir og sum hevur
tosað við hesi útlendsku fjøl
miðlafólkini.
Fyri stuttum hálaði sea
Shepherd tað gomlu og
kendu,
men
hálvfølnaðu
hollywoodstjørnuna,
Sea
Shepherd til Føroyar í eini
roynd at varpa ljós á grinda
dráp útí í heimi.
Tað er ein roynd, sum
kann hava víst seg at geva
baksláttur fyri umhvørvis
felagsskapin.
Grindamannafelagið
gjørdi ikki mætari enn at
møta upp á tíðindafundinum
við Pamelu Anderson í Før
oyum, og sum varð sendur
beinleiðis á alnetinum um
allan heim
– Av tí at tað var ein
fundur, sum varð sendur
beinleiðis bar ikki til hjá
Sea
Shepherd
at
klippa
tað burtur úr, teimum ikki
dámdu, sigur Hans Jákup
Hermansen.
– Tey, sum hava havt
áhuga í málinum, hava so eis
ini sæð, at myndin av føroy
ingum og Føroyum er ikki so
einføld, sum Sea Shepherd
hevur gjørt tað til.
Læt nógvar dyr upp
Og Hans Jákup Hermansen
sigur, at hesin fundurin læt
nógvar dyr upp fyri Grinda
mananfelagnum.
– Síðani tá hava heilt nógv
útlendsk miðlafólk vent sær
til grindamannafelagið at
lýsa grindadráp frá einum
føroyskum sjónarmiði, sigur
nevndarlimurin í Grinda
mannafelagnum.
– Hendan vitjanin hjá
Pamelu Anderson og tíð
indafundurin
við
henni,
gav okkum av álvara eina
rødd úti í heimi, leggur hann
afturat.
hann heldur eisini, at her
er talan um fjølmiðlafólk,
sum kenna sína ábyrgd at
lýsa eitt mál frá øllum síðum.
Summi av teimum eru
komin higar í kjalavørrinum
á Sea Shepherd.
Tey hava greitt Grinda
mannafelagnum frá, at Sea
Shepherd hevði ætlað at
gjørt avtalu við hesi tíð
indafólkini um, hvat tey
skuldu vísa og greiða frá úr
Føroyum.
– Men tað vildu tíðinda
fólkini ikki, tí tey vildu
vera
óheft,
sigur
Jákup
Hermansen.
Hann sigur, at tað eru
eisini fleiri fjølmiðlafólk sum
hava vent sær til okkara,
uttan at tað hevur nakað
samband við Sea Shepherd,
leggur hann afturat.
Nógv umrøða
Sjónvarpslið, sum hava verið
her, eru bæði úr Danmark,
Týsklandi, Russlandi, USA
og aðrastaðni og í summum
førum er talan um støðir
sum hava nógvar hyggjarar.
– Tey spyrja okkum ikki
bara um grind, men eisini um
nógv onnur viðurskifti.
– Vit vildu helst verið Sea
Shepherd fyri uttan, men tá
ið vit nú ikki sleppa undan,
eiga vit at royna at fáa sum
mest burtur úr.
Og
nevndarlimurin
í
Grindamannafelagnum
heldur, at eitt úrslit av øllum
hesum
fjølmiðlarokinum,
eisini í kjalarvørrinum á Sea
Shepherd, er, at Føroyingar
fáa rættiliga nógva umrøðu
uttanlands – og tað er
umrøða av tí góða slagnum.
Sea Shepherd blíðkað
Hans
Jákup
Hermansen
heldur eisini, at eisini í Sea
Shepherd eru tey so smátt
farin at síggja veruleikan í
eyguni og hava ásannað, at
framferðarhátturin, tey hava
brúkt higartil, ber ikki á mál.
Helst hava tey í Sea
Shepherd ásannað, at tey
vinna ikki á mál við at fara so
harðliga fram. Tvørturímóti
hava tey sameint føroyingar
ímóti teimum. Tey hava
styrkt føroyingar í mótstøð
uni ímóti Sea Shepherd og
hava fingið føroyingar til at
sláa enn sterkari manngarð
um grindadráp – kanska ikki
tí at tey taka so heilhugað
ímóti grindadrápi, men held
ur tí at tey eru ímóti fram
ferðarháttinum
hjá
Sea
Shepherd.
– Men tað er heilt týðiligt,
at tey í Sea Sheperd eru ikki
líka harðlig í orðum ímóti
okkum føroyingum nú, sum
tey hava verið.
– Tey eru blíðkað ótrúliga
nógv. Tey eru farin at rósa
løgregluni og at tosa pent
um føroyingar, sjálvt um
tey sjálvandi enn eru ímóti
grindadrápi.
– Sea Shepherd er farið at
føra seg fram sum ein felags
skapur, ið ikki er ímóti føroy
ingum, men fyri hvalunum.
– Orðalagið var munandi
harðari fyrr, men fígginda
myndin av føroyingum er
kámað rættiliga nógv í teirra
orðavalið.
EIN RØDD
Tíðindafundurin hjá Sea Shepherd og Pamelu
Anderson gekk ikki heilt sum ætlað, tí hann gav
føroyingum eina rødd úti í heimi, sigur Hans Jákup
Hermansen, nevndarlimur í Grindamannafelagnum
Nógv gott
Nógv gott er sagt og skrivað um Føroyar úti í stóru verð hesa
seinastu tíðina, sigur Ingi Sørensen, kavari og myndamaður