Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 98 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kanningarstjóri Skúlarætt fyri Gammeltoft: Løgmaður trilvaði fýra ferðir Kaj Leo Holm Johannesen var væl fyri undir drúgvari avhoyring fríggjadagin. Kanningarstjórin fekk sannførandi frágreiðingar og sum oftast tey svar, hann bað um. Men í fýra førum rann fram fyri ein úr fótbóltinum gamla og slitna hugtakið Kaj-túrur, tá hol kom í tey annars sannførandi svarini frá løgmanni Jón Brian Hvidtfeldt – Eg kann spyrja teg, hvat tú gjørdi ein hósdag fyri einum ári síðani? Spurningurin kom frá løg­manni, tá Dagur & Vika stutt fekk orðið á hann eftir avhoyring fríggja­dag­in. Spurningurin til tíð­inda­ mann­in var óivað ætlaður sum ein roynd at lýsa, hvussu trupult tað er at kortleggja niður í minstu smálutir tað, ið fór fram fyri rúmari tíð síð­ani. Klokkan var eitt korter til ellivu, tá løgmaður setti seg í avhoyringarstólin hjá Hans Gammeltoft Hansen, og klokk­an var tíggju minuttir í fýra, tá kanningarstjórin takk­aði fyri og ynskti gott viku­skifti. Okkurt um fýra tímar í effektivari av­hoyr­ ingar­tíð, tá steðgirnir eru drig­nir frá. Hesar tímarnar fingu kann­ingarstjóri, hjálparfólk, spyrjari, hjásitarar og áhoyr­ arar til opnu og almennu av­hoyringina eina mynd av tunn­ilsmálinum, soleiðis sum løgmaður sær málið. Uppgávan hjá kann­ ing­ar­stjóranum er sum kunn­ugt at finna útav, um løg­mað­ur og fyrrverandi lands­stýrismaðurin í inn­ lendismálum hava fyrisitið málið um Eysturoyartunnilin á lógligan hátt. Avhoyringin fríggjadagin skuldi vera við at kort­leggja, hvønn leik­lut løg­maður hevði í tunn­ils­mál­ in­um? Tagdi hann við upp­ lýsingum fyri løgtinginum, gav hann løgtinginum skeivar ella villeiðandi upplýsingar? Og hevur løgmaður røkt sína eftirlitisskyldu sum løg­ maður? Av tí at løgmaður er partur av málinum og tí í síðsta enda kann ákærast fyri at hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrisins og/ ella stýrisskipanarlógina, so hevur hann ikki skyldu at svara øllum spurningum, ið kanningarstjórin setir hon­ um. Men løgmaður gav bein­ an­vegin til kennar, at hann ætlaði sær at svara. Føraratroyggjan Undir avhoyring hósdagin í síðstu viku legði Kári P. Højgaard stóran dent á, at løgmaður tók ”førara­troyggj­ una” í tunnilsmálinum longu mánadagin 24. juni í fjør, tá hann boðaði sínum lands­ stýrismanni frá, at sáttmálin við CIP fór ikki at verða undirskrivaður í Løkshøll hósdagin 27. juni klokkan 10, men í staðin fór aftur í løgtingið. – Eg royndi at muta ímóti og vísti á, at at vit kundu missa alt á gólvið. Men løgmaður hevði tikið sína avgerð. Hesa løtuna føli eg, at sleppi eg ikki at skriva undir hósdagin 27. juni, so missi eg stýringina. Við avgerðini tekur løgmaður yvir, fer í føraratroyggjuna og koyrir málið víðari, greiddi Kári P. Højgaard frá framman fyri kanningarstjóranum. Fyrsta trilvanin í frágreið­ ing løgmans var at hoyra um henda dagin, mánadagin 24. juni. Tí meðan løgmaður mintist væl boðini, ið hann gav sínum landsstýrismanni í innlendismálum, so hevði hann ilt við at minnast, hvørt boðini nú eisini fóru til hin partin, ið ætlandi skuldi skriva undir í Løkshøll 27. juni klokkan 10. Spyrjarin hjá Gammeltoft, advokaturin Jens Wang, spurdi fleiri ferðir ítøkiliga, um Kaj Leo Holm Johannesen tosaði í telefon við Rúna Bro Róin frá CIP henda mána­ dagin. Men ítøkiligt svar fekst ikki. Løgmaður segði seg snøgt sagt ikki minnast at hava tosað við CIP-stjóran í telefon henda dagin. Hann kundi ikki útihýsa tað, men mintist ikki. Spyrjarin vísti til tele­ fon­notat, ið CIP-stjórin skuldi havt gjørt frá nevndu samrøðu. Og hann vísti somuleiðis á, at fyrrverandi aðalstjórin Rúni Joensen – Eg kann spyrja teg, hvat tú gjørdi ein hósdag fyri einum ári síðani, spurdi Kaj Leo Holm Johannesen eftir drúgvu avhoyringina fríggjadagin