mánadagur 1. september 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kanningarstjóri
undir avhoyring hevði greitt
frá, at løgmaður hevði sagt
við seg, at hann hevði tosað
við Rúna Bro Róin henda
dagin. Men líka lítið hjálpti.
Løgmaður mintist ikki.
Tað tykist tó greitt, at
CIP bæði hevur fingið boð
ini og byrjar at handla út
frá teimum, so at siga bein
anvegin. Sambært upplýs
ingum, ið komu fram und
ir
avhoyringini
av
Kára
P.
Højgaard,
varð
longu
fyrrapartin
týsdagin
25.
juni
teldupostur
sendur
av skrivstovuni hjá CIP til
Kurt Bardeleben (ráðgevi
hjá
Innlendismálaráðnum,
red.), har skrivað var um
endurgjald fyri at tunnils
ætlanin varð útsett. Í hesum
telduposti stendur bara ein
strika framman fyri orðið
”milliónir.”
Telduposturin
varð
beinanvegin
víðari
sendur til Rúna Joensen, tá
verandi aðalstjóra.
Tað er sjálvandi ógjørligt at
siga frammanundan, hvønn
týdning
kanningarstjórin
Hans Gammeltoft Hansen
kemur at leggja í hesa tele
fonsamrøðu, ið antin var
ella ikki var millum Kaj Leo
Holm Johannesen og Rúna
Bro Róin. Men fór ein tílík
samrøða fram, so kann hon
siga nakað um leiklutin hjá
løgmanni og hvønn lut hann
átti í tí avtalu, sum seinni
bleiv til ”break-fee milliónin
til CIP.”
Samráðingarnar
Heimildin at gera break-
fee avtalu er ein av spurn
ingunum, ið Hans Gammeltoft
Hansen er biðin um at lýsa.
Fyrst og fremst mótvegis
Kára P. Højgaard, ið sum
landsstýrismaður
skrivaði
undir ískoytisavtaluna við
CIP. Men spurningurin peikar
eisini móti løgmanni, sum
hevur eftirlitisskyldu við
sínum landsstýrisfólkum.
Tí varð løgmaður undir
avhoyringini tráspurdur um
sín leiklut, dagarnar fram til
27. juni, tá ískoytisavtalan
varð undirskrivað.
Hóast stóra avgerð løg
mans í tunnilsmálinum varð
tikin mánadag, so hendi
sambært frágreiðing løg
mans einki meira fyrr enn
mikudag.
Sambært
løg
manni hevði hann einki
samband við CIP fyrr enn
mikumorgunin 26. juni, tá
Rúni Bro Róin kom á gátt í
Tinganesi.
– Tað var ein reint ófor
mellur
fundur,
har
eg
bjóðaði ein kaffimunn og
greiddi honum frá politisku
støðuni og at tunnilsmálið
nú skuldi aftur í løgtingið.
Fundurin vardi ein tíma til
hálvan annan, segði Kaj Leo
Holm Johannesen undir av
hoyringini.
Sambært løgmanni ilsk
aðist Rúni Bro Róin av boð
unum. Men CIP-stjórin setti
ikki krøv av nøkrum slag,
sambært løgmanni, ið grund
gav soleiðis fyri, hví fundurin
yvirhøvur varð hildin:
– Eg varð av landsstýris
manninum
biðin
um
at
kunna CIP um avgerðina at
senda tunnilsætlanina niðan
aftur í løgtingið, og tað gjørdi
eg henda fyrrapartin. Eg
yvirtók ikki nakað sum helst,
men átók mær at greiða
Rúna Bro Róin frá politisku
støðuni.
Svarið var hitt sama, hóast
løgmaður varð tráðspurdur
um týdningin av hesum fundi,
um hví løgmaður fundaðist
einsamællur við CIP-stjóran
og hví einki fundarreferat er
frá fundinum.
Talan var, sambært løg
manni, bara um ein ófor
mellan fund, at líkna við eina
kunning. Og tá kunningin var
givin, fór CIP-stjórin á dyr.
Spyrjarin hjá Gammeltoft
segði seg hava ilt við at
skilja logikkin í, at ein sam
gonguleiðari letur ein stjóra
í fyritøku, sum stendur á
gáttini til at skriva undir
sáttmála um størstu sam
ferðsluútbygging í Føroya
søgu, fáa eina óformella
kunning á kaffifundi fyri
síðani at lata sama stjóra
spáka víðari út á gøtuna
uttan so frætt sum avtalu
um næsta stig.
Løgmaður
kveistraði
undranina til viks:
– Allar mínar royndir við
samráðingum hava víst mær,
at áðrenn undirskrift er sett á
sáttmála, so fara samráðingar
fram. Tað gera tær alla tíðina.
Eg hugsaði ikki so nógv um,
at Rúni Bro Róin var farin út
av mínari skrivstovu. Inn
lendismálaráðið skuldi jú
halda fram við samráðing
unum eftir mína kunning.
Ein av uppgávunum hjá
Hans Gammeltoft Hansen
verður óivað at tulka virðið
og týdningin av hesum fundi.
Men tað verður so uttan
fundarreferat at stiðja seg til,
tí eitt slíkt finst eftir øllum at
døma ikki.
Eisini dagin eftir, hósdagin
27. juni 2013, er løgmaður
á fundi við CIP. Aftur her
hevur løgmaður, sambært
síni egnu frágreiðing, bara
ein kunnandi leiklut. Um
framt løgmann eru Kári P.
Højgaard,
Rúni
Joensen,
ráðgevin Kurt Bardeleben,
CIP-stjórin Rúni Bro Róin
og ein advokatur hjá CIP
við á fundinum. Sambært
frágreiðingini hjá løgmanni
varð tosað um endurgjald til
CIP. Og løgmaður varð eisini
beinleiðis biðin um at gera
eina endurgjaldsavtalu.
– Eg varð beinleiðis spurd
Framhald á næstu síðu
Okkurt um fýra tímar í effektivari avhoyringartíð, tá steðgirnir eru drignir frá. Kaj Leo Holm Johannesen skuldi
svara fyri seg, tá hann varð avhoyrdur av Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra