Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 98 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ur av Rúna Bro Róin um at gera avtaluna. Eg gjørdi honum greitt, at tað kundi eg ikki. Aðalstjórin Rúni Joensen og Kurt Bardeleben gjørdu á fundinum báðir greitt, at tann uppgávan lá hjá Kára P. Højgaard. Tí má tað standa øllum greitt, at eg havi ikki gjørt nakra avtalu, greiddi Kaj Leo Holm Johannesen frá. Í síni frágreiðing hevur Rúni Joensen greitt frá, at í veruleikanum var tað løgmaður, sum gjørdi ískoytis­avtaluna við CIP, hóast tað formliga var Kári P. Højgaard, ið skrivaði undir. – Tað eri eg ósamdur í. Rúni Joensen var við á fundinum. Hann hevði orðið og segði greitt, at uppgávan at gera eina møgu­ liga av­talu lá hjá lands­stýr­is­mann­ inum Kára P. Høj­ gaard. Seinni vátt­ aði aðal­stjórin eisini skriv­liga, at soleiðis bleiv, segði Kaj Leo Holm Jo­hanne­ sen og vísti til svar til rættar­nevndina og grein-52 fyrispurningar, ið nú fyrrverandi aðal­stjórin hevur verið við til at orða. Spyrjarin hjá Gammeltoft, Jens Wang, reisti tá spurn­ ing­in, hvørt løg­maður sum stjór­nar­leiðari kann vera til stað­ar á einum fundi, uttan at hava nakr­an leiklut í eini avtalu, sum varð gjørd út frá hes­um fundi. Tað nærmasta, ið Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen kom til at við­ganga nakað sum helst í hesum sam­bandi, var tá hann speisk­liga svar­ aði: – Tað er trupult at fáa ein stórnarleiðara inn í eitt rúm og fáa hann til at vera fluga á vegginum. Eftir stendur tó, at løg­ mað­ur í tveir fylgjandi dag­ar var á fundi við Rúna Bro Róin, samstundis sum milliardaavtalan um Eyst­ ur­oyartunnilin hekk í sera klønum tráð. Løg­mans­skriv­ stovan hevur eingi notat frá hesum báðum fundum, ið komu í kjalarvørrinum á eini telefonsamrøðu, sum løg­maður møguliga, møgu­ liga ikki, hevði við sama CIP- stjóra. Missilin frá LV Undir síni avhoyring legði Kári P. Højgaard ikki fingr­ar­ nar ímillum, tá hann skuldi seta orð á sína mis­nøgd við leiklutin hjá Landsverki hesar avgerandi tunnilsdagarnar í fjør. Landsverk varð mill­ Jón Brian Hvidtfeldt Kaj Leo Holm Johannesen hevði bara rósandi orð at bera sínum fyrrverandi lands­stýrismanni og sam­ starvs­felaga undir fýra tíma drúgvu avhoyringini fríggja­ dagin. Báðir verða teir í hesum døgum avhoyrdir av Hans Gammeltoft Hansen, ið sum kanningarstjóri skal staðfesta, hvørt málið um Eysturoyartunnilin er fyri­ sitið á lógligan hátt. Avhoyringarnar geva sam­ stundis eina mynd av einum samstarvi teirra millum, ið var fyri óbótaligum skaða mánamorgunin 24. juni í fjør. Á fundinum ger løgmaður sín­um landsstýrismanni greitt, at sáttmálin við CIP verð­ur ikki undirskrivaður sum ætlað, men at málið í staðin verður lagt fyri løg­ tingið einaferð afturat. Ballið í Løkshøll hósdagin 27. juni klokkan 10 er avblást. – Eg fái at vita frá løg­ manni, at avtalan verður ikki undirskrivað hósdagin. Sam­bært løgmanni var ov nógv rumbul um málið. Har var ikki politisk undirtøka fyri tí, segði hann. Tá føli eg, at teppið varð rykt undan. Eg var sannførdur um, at endaði málið aftur í løgtinginum, so fingu vit trupulleikar, greiddi Kári P. Højgaard frá undir avhoyringini. Landsstýrismaðurin í inn­lendismálum royndi at muta ímóti, men til fánýtis. Løgmaður hevði tikið sína avgerð. – Hesa løtuna, tá eg fái at vita frá løgmanni, at eg sleppi ikki at skriva undir hósdagin 27. juni, so missi eg stýringina. Tá tekur løgmaður yvir, fer í føraratroyggjuna og koyrir málið, greiddi ein rørdur Kári P. Højgaard frá, tá hann varð avhoyrdur. Hjálpandi hond Undir síni avhoyring greiddi løgmaður frá orsøkini til avgerðina: – Nøkur í samgonguni fingu kaldar føtur, og tey settu eina røð av spurningum. Undi­rtøkan var fallandi, og eg hevði trupult við at telja upp í 17. – Kári P. Højgaard var keddur av støðuni og bað meg um at hjálpa sær við at greiða fólkunum hjá CIP frá politisku støðuni, ið nú var íkomin. Tað játtaði eg sjálvandi, greiddi Kaj Leo Johannesen frá. Ein av uppgávunum hjá Hans Gammeltoft Hansen er at kanna og lýsa út í æsir, hvat ítøkiliga lá í hesum, sum sambært løgmanni var ein hjálpandi hond til ein illa sperdan landsstýrismann. Hósdagin 5. september var aftur lagnufundur í Tinga­ nesi. Undir avhoyr­ingini fríggja­dagin segði løgmaður soleiðis: – Um tú hyggur at Kára P. Højgaard sum menniskja, so hevur hann stóran integri­tet. Hann fer ikki út á djúpt vatn í spurningum um lógarheimildir, og eg hevði onga orsøk til at ivast í, at hann í tunnilsmálinum hevði handlað fult og heilt sambært reglunum. Men eg má eisini vurdera míni lands­stýrisfólk eftir teirra møguleikum at fáa avgerðir ígongum. Eg bjóðaði honum eisini, at Sjálvstýrisflokkurin kundi vera verandi í sam­ gonguni, enntá velja ein ann­ an landsstýrismann, men tað bleiv so ikki, greiddi Kaj Leo Holm Johannesen frá. Løgmaður hevði eisini ein persónligan vinkul: – Kári P. Højgaard hevði verið undir sera stór­um trýsti í langa tíð. So hendi eisini nakað í Inn­lendis­mála­ ráðnum, har upplýsingar lóku út, og tað var Kári P. Højgaard bæði sera illur og harmur um. Hann var undir óveruliga stórum trýsti, eitt nú frá ávísum miðlafólkum. Eg var faktiskt bangin fyri hansara heilsu. Stungin Hesar lagnudagar í september í fjør gingu eisini søgur um, at tað vóru samgongufelagar, – Síðstu tíðina sum landsstýrismaður var Kári P. Højgaard undir óveruliga stórum trýsti, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum fyrst avblásti ballið í Løkshøll og stutt eftir sendi sín landsstýrismann til hús Suðuroyar­ sigling freistar Smyril Line s10-11 Løgmans stey Rutinan gjørdi mu ítr s27-31 Kanning: Soleiðis velj føroyingar Summar s8-10 Fríggjadagur 9. august 2013 Nr. 90 87. árg. kr. 25,00 Hetta vikuskiftið í Mylnuni Nestle Nesquick 375 g. vanl. 29,95 20- Nuggabitar vanl. prísur 15,00 Tak 2 fyri 20,- InnlendIsmálaráðIð: Føroyska løgmálaráðið er avmonterað í sínum egna lógaruppskoti um Eysturoyartunnil. Sum fakráð hevur Innlendismálaráðið gjørt sínar viðmerkingar, men hesar verða hildnar loyniligar s8-9 Umrøða av nýggjari útgávu Á ferð við Arnold Dylir egna vitan kanningarstjóri Kaj Leo bangin um heilsuna Framhald av síðu 7 Undir avhoyringini fríggjadagin tvíhelt løgmaður um, at hvørki hann sjálvur ella nakar annar á Løgmansskrivstovuni hevði sæð hesa forsíðuna á Sosialinum