mánadagur 1. september 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kanningarstjóri
ið høvdu trýst løgmann til
at fremja eitt vaktarskifti
í
Innlendismálaráðnum.
Tann ivin hevur hingið við
hjá Kára P. Højgaard líka
síðani, og tí varð løgmaður
eisini beinleiðis spurdur um
hesi viðurskifti undir av
hoyringini fríggjadagin.
Løgmaður og landsstýris
maðurin tosaðu tvær ferðir
saman henda hósdagin 5.
september.
Sambært
av
hoyringunum var Kári P.
Højgaard fyrst á kontórin
um hjá Kaj Leo Holm Jo
hannesen fyrrapartin, har
hann fekk at vita, at tað
helst einki fór at henda hesa
vikuna. Løgmaður ætlaði
sær at síggja tíðina ann.
Komin niðan aftur í Inn
lendismálaráðið sær Kári P.
Højgaard úr vindeyganum,
at Bárður Nielsen og Rod
mundur Nielsen spáka oman
til løgmann. Tað gongur ein
løta, so ringir løgmaður og
biður
landsstýrismannin
koma omanaftur. Tá verður
uppsøgnin handað.
– Var nakað samband mill
um hesa vitjanina og upp
søgnina, spurdi Jógvan Páll
Lassen løgmann vegna Kára
P. Højgaard.
– Nei, eg tosaði við Bárð
Nielsen og Rodmund Nielsen
um nakað heilt annað. Har
var einki samband millum
hasi tingini, svaraði Kaj Leo
Holm Johannesen.
um annað biðið um at geva
sínar viðmerkingar, tá løg
tingsmenninir Høgni Hoydal
og Aksel V. Johannesen í
grein-52 spurningi hálvan
juni spurdu, hvussu nógv
dýrari ein privat tunnilsloysn
fór at vera fyri føroyska
samfelagið, sammett við um
landið sjálvt gjørdi tunnilin.
– Landsverk kom tá við
einum svari, ið segði at pri
vata tunnilsloysnin var 1,9
til tríggjar milliardir krónur
dýrari enn ein almenn tunn
ilsloysn. Hetta er svarið,
ið eg skal bera víðari til
Rættarnevndina, mitt í einari
sera eksplosivari tíð. Eitt
svar til løgtingið skal vera
vegleiðandi, ikki villeiðandi.
Hetta svarið var bensin á eitt
bál. Sum landsstýrismaður
skal eg svara eftir mínari
bestu sannføring, og tí valdi
eg snøgt sagt at síggja burtur
frá hesum upplýsingum frá
Landsverki, greiddi Kári P.
Højgaard frá.
Hans Gammeltoft Hansen
er biðin um at kanna, um
Kári
P.
Højgaard
hevur
framt brot á lóg um ábyrgd
landsstýrismanna við ikki at
lata løgtinginum allar upp
lýsingar.
Framman
fyri
Hans
Gammeltoft Hansen hevði
løgmaður sera trupult við
at minnast, nær hann frætti
um hesar upplýsingar frá
Landsverki, ið ikki vórðu
latnar løgtinginum.
Hóast
spyrjarin
hjá
Gammeltoft spurdi upp í
saman eftir einum dato, og
hóast spurt var til eftirlitis
skylduna hjá løgmanni í
hesum sambandi, so rein ikki
við. Løgmaður segði seg ikki
minnast, og fór tvørturímóti
í offensivin:
– Eg haldi faktiskt at
Landsverk hevur ein trupul
leika, tá teirra tøl eru so
ymisk, og tá munurin millum
tølini er so stórur, segði Kaj
Leo Holm Johannesen sip
andi til líknandi meting frá
Landsverki árið fyri, ið segði
at munurin millum privat og
alment var einar 800 milli
ónir.
Spyrjarin kom ikki nærri
einum svari. Eftir stend
ur tó, at 4. juli í fjør hevði
Rás2 søguna um tølini frá
Landsverki, ið landsstýris
maðurin lat vera við at bera
niðan í løgtingið. Og sama
dag bað Rás2 løgmann gera
viðmerkingar til nýggju út
rokningarnar.
Notatið
Fjórðu ferð, ið løgmaður
trilvaði undir drúgvu av
hoyringini
fríggjadagin,
var tá hann skuldi greiða
frá sínum kunnleika til eitt
atfinningarsamt notat, ið
teir tríggir deildarstjórarnir
í
Innlendismálaráðnum
í
felag skrivaðu um tað lógar
uppskot, ið varð úrslit av
politisku avgerðini um at
Eysturoyartunnilin
skuldi
aftur í løgtingið. Notatið er
dagfest 4. juli 2013, men varð
ikki alment fyrr enn nógv
seinni. Skjalið skal síggjast
í tí ljósi, at avsendarin er
hægsti serkunnleiki í før
oyska løgmálaráðnum, og í
innihaldinum eru hvassar
atfinningar
móti
einum
lógaruppskoti, ið er smíðað
upp ímóti einum loyniligum
sáttmála.
Men undir síni avhoyring
royndi løgmaður at minka
um týdningin av hesum
notati.
– Hetta var eitt innan
hýsis notat, sum bara skuldi
brúkast innanhýsis, segði
løgmaður undir avhoyring
ini.
Notatið var forsíðusøga
í Sosialinum 9. august í fjør.
Kortini var eingin reaktión í
Tinganesi. Sambært frágreið
ingini hjá løgmanni hevði
hann ikki sæð forsíðuna
og greinina í blaðnum. Ei
heldur løgmansstjórin ella
nakar annar á Løgmans
skrivstovuni. Heldur ikki
kunningarráðgevin hjá løg
manni hevði varnast for
síðuna, sambært frágreið
ingini hjá løgmanni.
Øðrvísi var tó í Inn
lendismálaráðnum. Spurdur
um tað sama svaraði Kári
P. Højgaard undir sínari av
hoyring:
– Eg eri haldari av Sosial
inum. So sjálvandi sá eg hasa
forsíðuna og greinina.
Spyrjarin hjá Gammeltoft
helt fast í notatinum, ið sum
nevnt ikki kom í løgtingið
fyrr enn fjølmiðlar vístu á,
at tað var til. Jens Wang vísti
á úttalilsi hjá Jenisi av Rana,
sum segði at forsíðusøgan
hevði vakt ans í samgonguni,
og at notatið varð umrøtt
á fundi í sonevndu ”lítlu
samgongu.”
– Jenis spurdi ikki meg
um tað, hann spurdi Kára P.
Højgaard eftir notatinum.
Kári var eitt sindur irriterað
ur um, at innanhýsis notat
í
Innlendismálaráðnum
skuldu út til løgtingslimir.
Men eg bað so Kára P. Høj
gaard um at fylgja tí upp,
greiddi løgmaður frá og legði
í sama viðfangi dent á, at
talan var um sera yvirordnað
prát um nevnda notat.
Hans
Gammeltoft
Hansen er biðin um at
kanna,
hvørt
fyrrver
andi landsstýrismaðurin í
innlendismálum hevur brot
ið lógina um ábyrgd lands
stýrisins við ikki at kunna
løgtingið um eftirkanningar-
og
viðmerkingarskrivið
frá
deildarstjórunum
í
Innlendismálaráðnum,
tá
lógaruppskotið um Eystur
oyartunnilin varð lagt fyri
og viðgjørt í løgtinginum.
Eisini í hesum sambandi
peika spurningarnir eisini
móti løgmanni. Gammeltoft
er biðin um at kanna, hvørt
løgmaður hevur tagt við
upplýsingum til løgtingið,
og um hann hevur røkt sína
eftirlitisskyldu.
Samanumtikið
Hóast tað var ein vælupp
lagdur løgmaður, sum svaraði
væl fyri seg í samfullar fýra
tímar av effektivari spyrjitíð,
so vóru frágreiðingarnar í
fýra førum trilvandi.
Løgmaður mintist ikki,
um hann hevði ringt til
Rúna Bro Róin mánadagin
24. juni í fjør. Tað fekk Hans
Gammeltoft at undrast, ser
liga tá løgmaður segði seg
vera greiðan yvir, at hansara
avgerð um at nokta Kára
P. Højgaard at skriva undir
kundi hava við sær, at CIP
leyp frá avtaluni.
Løgmaður hevði trupult
við at sannføra um, at hann
absolutt einki hevði við
ískoytisavtaluna við CIP
at gera. Ikki minst tá hann
var á fundum við Rúna
Bro Róin tveir dagar upp
í slag. Manglandi stuðul
frá embætisfólki á Løg
mansskrivstovuni, herundir
fundarfrágreiðingar, gjørdu
ikki uppgávuna hjá løgmanni
lættari undir avhoyringini
fríggjadagin.
Løgmaður mintist ikki,
nær hann hoyrdi um tølini
frá Landsverki, ið lands
stýrismaðurin í innlendis
málum lat vera við at bera í
løgtingið.
Løgmaður mintist ikki,
nær hann hoyrdi um notatið
frá deildarstjórunum í Inn
lendismálaráðnum, og hann
tóktist
eisini
trilvandi
í
hesum spurninginum.
hjá Kára
Tað er trupult at fáa ein stórnarleiðara inn í eitt rúm
og fáa hann til at vera fluga á vegginum
–Kaj Leo Holm Johannesen um sín leiklut, tá ískoytisavtalan varð gjørd við CIP
Sambært løgmanni
stóð sera nógv á Kára
P. Højgaard, líka frá
tað mánadagin
24. juni stóð greitt,
at tunnilsmálið fór
aftur í løgtingið, til
landsstýrismaðurin
varð loystur úr starvi
hósdagin 5. September