mánadagur 1. september 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 98
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Kjakið um at einskilja jørð
ina fær ikki vónirnar upp
hjá Paturi Bærentsen, bónda
í Kaldbaksbotni. Hann held
ur, at talan er um, at politik
arir vilja tekkjast veljarum,
og flyta fokus frá øðrum
trupulleikum,
nú
Jacob
Vestergaard
landstýris
maður hevur tikið spurn
ingin um at einskilja jørðina
upp aftur. Hevði Pætur
Bærentsen
møguleikan,
hevði hann helst keypt, sig
ur bóndin, men tað velst um
prísin.
- Nú hava vit hildið garðin
í fleiri ættarlið. Vit hava gjørt
íløgur og goldið tryggingar í
nógv ár, tað kann ikki vera
rætt, um vit skulu gjalda
marknaðarpis fyri garðin,
sigur hann.
Tað er ikki meira enn rími
ligt, at bóndirnir sleppa at
eiga jørðina, sum teir røkja,
heldur bóndin.
- Tað er soleiðis í dag, at
tað eru A borgarar og tað eru
B borgarar. Skipanin er ein
órættur mótvegis festibónd
um, sum skulu gjalda alla
røkt av garðinum, íløgur og
tryggingar, men sleppa ikki
at fáa nakað við av garðinum,
sigur Pætur Bærentsen.
- Tað eigur at vera so,
at festibóndin kann keypa
garðin fyri ein prís, men um
onkur annar vil keypa hann,
skal tað vera til ein hægri
prís, tað er ikki meira enn
rímiligt, sigur Pætur Bærent
sen.
Umstøðurnar ótolandi
Men uttan mun til, um jørðin
verður einskild ella ikki, so
eiga broytingar at gerast.
- Sum nú er eigi eg einki.
Eg skal gjalda alt sjálvur, sum
krevst fyri at halda garðin,
men eg eigi hann ikki sjálvur.
Allar inntøkur frá garðinum
fara í Búnaðargrunnin, men
útreiðslurnar skal eg gjalda,
sigur Pætur Bærentsen.
Hann hevur fulltíðarstarv
hjá J&K Petersen, og rekur
garðin við síðuna av. Hevði
hann ikki tað, hevði hann
ikki ráð til at reka garðin, sig
ur Pætur Bærentsen.
- Einasta inntøkan vit
hava frá garðinum er, at vit
sleppa at selja seyðin, men
tað er sera lítið, vit fáa burtur
úr tí – tað er ikki meira enn
til fóður og heilivág, sigur
hann.
Skal ein festibóndi gera
íløgur í garðin, kann hann
søkja Búnaðargrunnin um
pengin til verkætlanir.
- Tað eitur seg, at Búnað
argrunnurnin stuðlar okk
um, og vit kunnu søkja um
lán, men eg haldi ikki, tú
kanst kalla tað stuðul, tí tað
er teirra egna ogn, og teir
áttu at goldið alt, ella lati
festibóndan fingi inntøkur
nar frá garðinum, sigur Pæt
ur Bærentsen.
Leiguinntøkur
til garðin
Eitt nú hevur garðurnin hjá
honum inntøkur frá útleigu
av Sornfelli og Mjørkadali,
men tann inntøkan fer til
Búnaðargrunnin.
- Um ikki jørðin verður
einskild, so kundi ein loysn
verið, um ikki annað at giv
ið garðinum inntøkuna frá
leigu av jørðini, sigur Pætur
Bærentsen. Hann er givin
við at samskifta við Búnað
argrunnin, tí hann fær einki
svar haðani.
- Eg eigi milliónir á festi
kontu hjá Búnaðargrunni
num, men skrivi eg til teir
og spyrji, um eg kann fáa lán
ella stuðul til íløgur í garðin,
fái eg ikki nakað svar – ikki
so mikið sum eitt nei, sigur
hann.
Tá Pætur Bærentsen eina
ferð verður pensioneraður
hevur hann rætt til at keypa
jørðina, sum bóndahúsini
standa á, og ger hann tað,
fær hann húsini. Hann verð
ur sostatt ikki tveittur á dyr,
men trupulleikin er, at kom
andi bóndin skal eisini búgva
á jørðini, og higartil hevur
kommunan ikki viljað givið
loyvi at byggja fleiri hús í
Kaldbaksbotni.
Fólk merkja ikki mun
Um jørðin er almen ella pri
vat kann gera meiniga før
oyingini tað sama, heldur
Pætur Bærentsen.
- Helvtin av jørðini í Før
oyum er privat, og tey allar
felstu støð, har tú gongur í
haganum, veist tú ikki, um
tú gongur í einum privatum
ella
almennum
haga.
Meinigi
føroyingurin
fer
ikki at merkja nakran mun,
um festibóndirnir sleppa at
keypa jørðina, sigur Pætur
Bærentsen.
- Hví skal tað bráddliga
fara at broyta nakað sum
helst, um tann jørðin, sum í
dag er almen, verður privat?
Vit hava ikki sæð hetta
henda, har sum jørðin longu
er privat, sigur bóndin í Kald
baksbotni.
Haraftrat er tað møguligt,
at eitt nú gera reglur fyri,
hvat landsjørðin skal brúkast
til, um hon verður seld.
- Tað ber til at gera reglur
um, at jørðin skal brúkast til
landbúnað, og at gera reglur
um, at man skal kunna
ganga í haganum. Eingir
tílíkir reglar eru fyri privatu
jørðina í dag, men tað ber
til at seta inn, sigur Pætur
Bærentsen. Hann er 39 ár, og
hevur nýliga yvirtikið garðin
frá foreldrunum.
Vit eru B borgarar
Í dag eru A og B borgarar í Føroyum. Skipanin er ein órættur mótvegis festibóndum, og uttan mun til, um almenna
jørðin verður einskild ella ikki, so mugu viðurskiftini broytast, heldur bóndi í Kaldbaksbotni, Pætur Bærentsen
Pætur Bærentsen saman við familjuni. Pætur er 39 ár, og tók yvir garðin hjá foreldrunum í Kaldbaksbotni fyri trimum árum síðani
Privatmynd
Bóndin í Kaldbaksbotni starvast dagliga hjá J&K
Petersen og rekur garðin við síðuna av
Privatmynd