Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 98 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 11 KJAK Musikkskúli í 33 ár: Loksins grønt ljós Til skúlaársbyrjanarfundin hjá Tórshavnar Musikkskúlas hóskvøldið 21. august í Skúlanum við Løgmannabreyt var Ólavur Hátún sum gestarøðari biðin um at greiða frá tilgongd musikkskúlans frá byrjan. Ólavur Hátún Ein dagin eg komi til hús beint fyri jól 1980, situr ung­ ur íslendingur stovuni. Jú, hann var bólta­temj­ari í Gøtu; men av út­búgv­ing var hann mus­ik­ari, pro­fessi­on­ ell­ur fa­gott­spæl­ari, og vildi feg­in fáa møgu­leika eisini at und­ir­vísa í tónleiki, nú hann var her. Av tí at hann hevði frætt, at eg gekk við mus­ikk­ skúla­tonk­um, hevði hann nú leit­að meg upp. Jú, rætt var, sum hann segði. Í eitt 15-ára tíð­ar­skeið hevði eg regluliga gjørt roynd­ir at fáa al­menna und­ ir­tøku til ein komm­un­al­an mus­ikk­skúla í Havn fyri børn og ungfólk, soleiðis sum teir, byrjandi í Svøríki, eis­ini fóru at taka seg upp í Dan­ mark fyrst í 60-árunum. Um enn útlitini onkuntíð høvdu ver­ið jalig, so var kortini onki kom­ið burturúr. Men OK – vit høvdu tá júst fingið nýtt lands­stýri, eg skuldi gera enn eitt legg út í Tinganes. Og tá bar til. Lands­stýri­ menn­in­ir Torbjørn Poul­sen við mentamálum og Eilif Samu­el­sen í skúla­mál­um sýndu beinanvegin hug­ skot­in­um um musikkskúla áhuga og bóðu okkum arb­ eiða víð­ari við málinum. Íslendingar løgdu fyri Bjørn Árnason – soleiðis æt hes­in nýggi venjarin hjá GÍ – kendi tvey onnur íslendsk tón­listafólk, hjúnini Hrefnu Egg­ertsdóttir, pianistur, og Kjartan Óskarsson, klari­ nett­spæl­ari, sum júst vóru um at vera liðug við sína útbúgving í Wien. Uttan iva mundu tey hava hug til at vera við til at byggja upp ein musikkskúla í Havn. Landsstýrismenninir settu seg í samband borg­ ar­stjóran Poul Michelsen um at verða við í nýggja til­takinum, og eftir fund á Landsskúlafyrisitingini varð sett upp ein ætlan um eitt musikkpedagogiskt roynd­ ar­ár við nevndu musikarum sum lærarar. Men tá nú tann eini lær­ar­ in búði í Gøtu, loyvdi eg mær und­irhonds at hava fund við borg­arstjórarnar í Gøtu og Fugla­firði og bað teir søkja um at sleppa upp í part. Fekk eitt nefs frá landsstýrinum fyri hetta stig aftrat; men slopp­ið var, og soleiðis var støð­ið frá byrjan lagt til ein Før­oya Musikkskúla. Við góðum treysti varð so farið til verka eft­ir summ­ar­ frí 1981. Ís­lend­ing­arnir fullu væl til í Før­oy­um, trivust eis­ini væl í ger­and­is­deg­num, vóru m.a. við til at taka hav­ hest og annað slíkt, og ikki stóð á at fáa næm­ing­ar. Men ein vansi var tað, at nýggi musikkskúlin ikki hevði egin hølir. Eftir skúla­ tíð sluppu vit inn í skúla­stov­ ur og aulur, har flyg­il vóru, men dagligur trup­ul­leiki gjørdist m.a. tað, at vaski­ kon­ur­nar tá ikki høvdu so frítt at fara í sínari rein­gerð og tí kundu ilskast. Eitt munandi stig til bata var tað tí, tá býráðið læt upp fyri musikkskúlanum í nið­ur­løgdu skúlabarakkini á Frúutrøð. Var sjálvur við í einum blokkfloytubólki hjá Kjartani, og eg minnist, hvussu hugaligt tað var tá at kunna sessast í mus­ikk­skúl­ ans egnu hølum, hóast tap­ et­ið hekk í lepum og nógv ann­að var at gera við. Hjá Hrefnu var tað tó ikki so hugaligt, at onki klav­er var, og hon eina tíð mátti vera nøgd við eitt trakki­ harm­onium. Men við umsíðir nýggj­um klaveri kom eisini tað í rættlag, og gleðiligt var tað móti vári at kunna bjóða til musikkskúlakonsertir, har tað góða arbeiðslagið og tey lovandi talentini vóru eyð­sýnd. Men tað, sum tó loksins var við til at køva niður aft­ur eldhugan hjá okkara fyrstu musikklærarum var hetta: Í Íslandi høvdu tey tær royndir, at mus­ikk­ skúla­næm­ing­ar, sum møttu til tímar tvær ferðir um vik­ una, fingu tríggjar ferðir so væl burturúr sum hinir. Tá Landsskúlafyrisitingin nokt­aði fyri hesum møgu­ leika hjá okkum, gjørdi tað sítt til, at hetta frálíka trí­ manna­toymið valdi í staðin at taka við góðum tilboðum úr heimlandinum. Heimaftur til betri umstøður Hvør á sín hátt komu tey at gera vart við seg í tón­list­ ar­heim­in­um í Reykja­vík: Bjørn stovnaði og gjørd­ ist leið­ari á rytmiska mus­ ikk­skúlanum og var har­til for­mað­ur í íslendska mus­ ikklær­ara­fe­lag­num í ein mans­ald­ur. Kjartan gjørd­ist, sum frá leið, stjóri á sjálv­um musikkháskúlanum í Reykja­ vík, og Hrefna Egg­erts­dótt­ir, sum tað stuttu tíð hon var hjá okkum m.a. fekk mun­ að væl til, at okk­ara mæti klaver­spæl­ari Jó­hann­es Andr­e­a­sen spældi seg inn á mus­ikk­háskúlan í Wien, er eitt kent navn í Reykjavík bæði sum leikari og sum lær­ ari. Royndarmusikkskúlin heldur fram við tilboðum til alt landið Men okkara mus­ikk­skúla­ roynd datt ikki nið­ur­fyri, held­ur menti hon seg undir heit­in­um Roynd­ar­mus­ikk­ skúl­in til so við og við at um­ fata alt landið. Sjálv­ur hevði eg ongantíð havt tað í huga at gerast um­sit­ing­ar­ligur partur av mu­s­ikk­skúlanum – hevði mítt góða starv á lær­ara­ skúl­an­um og dugdi held­ur ikki at ímynda mær meg sum sitandi á einum skriv­ stovu­krakki. Men tá løg­ tings­l­ógin, sum mátti til fyri at leggja provisorisku mus­ ikk­skúlaskipanina í fast­an karm, ikki bleiv lóg um ein Før­oya Musikkskúla, men held­u­r bara ein fíggj­ar­lig stuð­ulsskipan hjá komm­ un­al­um mus­ikk­skúl­um, var að­al­tankin um und­ir­vís­ing­ ar­til­boð eis­ini til tær mongu smáu kommunurnar, sum ikki kundu megna egn­an fjøl­broyttan mus­ikk­skúla, so­statt komin í vanda. Tí søkti eg og fekk leið­ara­starv­ ið frá skúla­árs­byrj­an 1985. Saman við góðum fólki fingu vit tá skipað mus­ikk­ und­ir­vís­ingina í størri eind­ ir so sum Musikkskúlin í Suðri, Musikkskúlin í Sand­ oynni, í Vágum og í Norð­ streymi. Í Eysturoynni fingu vit ikki í lag nakra størri heild. Klaksvík er jú Norð­ oya móðir, sum tekur sær av sín­um, og viðvíkjandi Havn­ ini so var tað frá byrj­an mín tanki, at land og komm­una í felag áttu at seta eina aðal­ leiðslu, sum skuldi síggja til, at ein heildar mus­ikk­skúla­ skip­an hekk væl sam­an til fe­lags gagn og íblástur, og at helst ongi børn og ung­dóm­ ar í Førjum skuldu verða sett uttanfyri. Men sterkt sum sundurlyndi er í okkara fólki, vistu vit, at tað var nyttu­leyst at leggja slík­an fe­lags­tanka fram fyri løg­ tings­manningina. Um enn viðurskiftini tá ikki gjørdust optimal, var av­bjóðingin tó ikki minni spenn­andi at halda fram við nýggja musikkskúlanum. So stór­ur gravgangur var eftir at fáa tillutað mus­ikk­skúla­ tím­ar, at læraratalið tá eftir fá­um árum vaks úr 24 og upp í 44 fulltíðarstørv, tá repast mátti aftur vegna versnandi fíggj­ar­vánir. Sínámillum samskifti í musikkskúlanum gevur góð hugskot Fyri at tryggja okkara mus­ ikk­skúla eitt breitt altjóða støði varð lýst eftir lærarum í øllum Norðurlondum og eisini í Bretlandi, og sanni­ liga var tað, fyri mesta part­ in, eitt vala lið av væl út­ bún­um lærarum, sum vit sam­bært fakligu krøvunum í musikkskúlalógini fingu sett í starv. Nógv felags samskifti var bæði við lærarar og við lokalar leiðarar, og um enn fundir kundu vera í so roka­ ligir – musikarar eru jú indi­ vidu­al­ist­ar, og ikki mundi lands­leiðarin altíð vera so diplom­atiskur –, so var tað gagn­ligt at vita hvør av øðr­ um, í felag at kunna bera fram hugskot og at leggja fram ætlanir. Eitt úrslit av slík­um fundarpráti var t.d., at vit settu okkum í samband við Associated Board í Lon­ don til stigaroyndir sum eggj­andi stuðulsmøguleika í mus­ikkskúlaarbeiðinum. Við tí fyri eyga at fáa bygt upp eitt musikkskúlans nóta­savn høvdu vit til annan fund – hann var í Vágum – fing­ið savnað nótatilfar til fram­sýn­ing­ar frá forløgum í Skandinavia og eisini úr Ong­landi til lærarnar at velja burt­urúr. Nakað av nótum varð tá bílagt; men vit høvdu ikki skrivstovuførleika til fuln­ar at kunna umsita og hava eftirlit við slíkum savni, og tí kundi henda tað, at nótar læntir t.d. inn í Eyst­u­roynna eftir rúma tíð brád­liga kundu koma undan kavi t.d. suðuri í Suðri, so har máttu vit bara sleppa end­an­ um aftur. Betri royndist íløgan í Suz­uki-frálæruna. Kendi væl undangongukvinnuna á hesum øki í Norðurlondum Tove Detrekøy frá seinast í 60-árunum, tá maður henn­ ara Bela Detrekøy var her sum orkesturleiðari hjá gamla Tórshavnar Mus­ikk­ skúla. Tók tá – móti end­an­ um av mínari mus­ikk­skúla­ tíð – stigið og fekk tey bæði upp higar til eina røð av skeið­um, har hon tók sær av tí pedagogiska og hann legði lag á í spælinum. At Sám­al Petersen og Annette Niel­sen tóku hesa frálæru til sín, hevur sum kunnugt havt alstóran týdning fyri strok­ spæl­ið í Føroyum. Vegna sítt dugnaliga arbeiði sum Suz­uki-lærari hevur Sámal eis­ini vunnið sær altjóða við­ ur­kenning til at vera skeið­ leið­ari í øðrum londum. Annað um sama mundið var tað, at vit – sum part av ynsk­in­um at kunna inn­korp­ ur­era rytmiska tón­leikin meira inn í heild­ina – tóku stig til eitt úr­vals big band, svar­andi til Aldubáruna inn­ an tað klass­iska. Fekk frá donsk­um starvs­brøðr­um mælt til at heita á am­er­ik­ anska úr­mælingin Butch Lacy um at standa fyri fyrstu roynd­ini. Í samstarvi við Brand Øssursson fingu vit sett saman eitt vala lið av lær­ar­um og næmingum mus­ ikk­skúl­ans, sum Brandur gav navn­ið JASPIS , ið merkir gim­steinur. Frálík var tá kon­sertin í Útvarpshøllini, og kanska gav hendan roynd­in ávís­an íblástur til fram­hald­andi dugnaverk á hes­um øki. Mín tíð sum mus­ ikk­skúlaleiðari var tá um at vera úti, men í hesum nýggja rytm­iska tiltaki hevði eg hugs­að okkum av og á vitjan av serkønum uttanífrá, eins og vit í kórheiminum hava havt almikið gagn av kór­leið­ ar­um sum Karl Clau­sen, Willi Gohl og so mong­um eftir teir. Góðar musikk­ skúlaupplivingar Sam­anumtikið helt mus­ ikk­skúlavirksemið, hóast skerj­ing­ar her og har, alla tíð­ina fram í sínari góðu gond. Hædd­ar­punkt vóru t.d. árligu mus­ikk­skúla­stevn­ ur­nar, sum m.a. góvu eisini næmingum av smá­pláss­ un­um høvi til sam­an­spæl. Part­ar av fe­lags­upp­livingini vóru tá t.d. fót­bólts­dystir í Gundadali og rock and roll dansur uppi í Norð­ur­landa­ húsinum. Vit leið­arar og lærarar funnu okk­um eis­ini høvir til hugna­lig veitslu­ hald. Í teimum árum vóru her eis­ini musikkpedagogiskar stór­hendingar, sum t.d. tá vit í 1987 skipaðu fyri NMPU- ráð­stevnuni, har fleiri enn 500 vitjandi musikkskúlafólk og ungdómar úr øllum Norð­ ur­londum tóku lut í verk­ skeið­um og fyrilestrum av yms­um slag. Líknandi var nøk­ur ár seinni, tá vit hýstu mus­ikkskúlanna ork­est­ur­ stevnu, sum norð­ur­lendska mus­ikk­skúla­leiðara-sam­tak­ ið legði upp til. Stórar upp­ livingar fingu tá bæði lut­tak­ andi og lurtandi. Men fyri mær var tað upp­liv­ing í serklassa, tá Mart­in Mouritsen við sín­ um 67-manna unglinga har­m­oniorkestri á enda­ kon­sertini hjá fyrru slík­ari ork­esturstevnu í Kol­ding steig á pall og fram um úr­ vals­lið úr hin­um norð­ur­lond­ um hug­tók áhoyrara­skar­an – væl stuðlaður av gamla Se­b­asti­an Bach. Tá mátti eg taka lumma­klútin fram. Út­lit­ið lovandi, um vit lofta løt­uni Hetta vóru barnaárini hjá mus­ikkskúlanum. Í dag er støð­ið eyðsýniliga vorð­ið mun­andi hægri, sum vit t.d. merktu tað á Mus­ikk­stevn­ uni á Eiði í vár. Ein serligur dyna­mikkur er fingin í lag við Mið­náms­deildini í samstarvi við Hoydalar, sum meira enn nak­að slóðar fyri til pro­fessi­ on­ell­ar útbúgvingar í øðr­um lond­um. Og ikki er at for­ gloyma, at tað óhugsandi er við at gerast veruleiki: eitt full­búgvið symfoniorkestur í ein­um samfelag, sum ikki tel­ur so mikið sum 50.000 sálir. Ikki er her komið á mál, tí enn er tørvur á spælarastuðli utt­an­ífrá til tey meira krevj­ andi avrikini. Men løtan er har. Hon stendur tó ikki í stað, og úrmælingar sum Bern­harður Wilkinson hanga ikki á trøunum. Tí ræður um, at allir viðkomandi part­ar nú seta segl til, at tann góða til­ gongdin kann halda á og bera fram til tað stóra úr­slit­ið.