mánadagur 1. september 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
12
KJAK
Almennar tænastur í høvuðsstaðnum
Hoyvíkssáttmálin er systematiskur ójavni
Framsókn, .... ella var
tað nú aftursøkn??
Annfinn Brekkstein
Býráðlimur í Tórshavn
fyri Sambandsflokkin
Menning av útjaðaranum –
økismenning
Tað hevur í fleiri ár
verið ein partur av polit
isku uppskriftini hjá lokalu
politikarunum í Løgtingin
um, at menningin av útjað
aranum skal gerast við m.a.
at leggja almennar stovnar
og tænastur út í økini, bæði
verandi og nýggjar almennar
tænastur. Endamálið er at
skapa arbeiðspláss og virk
semi annars.
Tað eru gjørdar flytingar
av almennum stovnum, eitt
nú Skipaeftirlitið og part
ar av tænastunum hjá Taks
og Almannaverkinum. Tær
ávaringar,
sum
gjørdar
vóru tá var, at tænastan
vildi gerast verri ella lægri
tænastustig, serliga tí, at
tað er trupult at rekruttera
kvalifiserað fólk, og trupult
er at skapa eitt mennandi
arbeiðsumhvørvi og trivna.
Minnist meg rætt hava fólk
við sjúkrarøktaraútbúgving
havt skrivstovustarv á Taks
í onkrum av økjunum. Hetta
vísir seg nú, nøkur ár eftir,
júst at vera ein trupulleiki, og
álvarsligir trupulleikar eru
við nøkrum av hesum stovn
um, t.d. meirnýtsla, vánalig
tænasta og leiðsluloysi.
Sostatt er tíðin komin
at endurskoða henda økis
menningarpolitikk,
serliga
nú hesir almennu stovnar
ikki virka nøktandi og flestu
fiskiloyvi
og
tilhoyrandi
virksemi, so at siga, alt er lat
ið útjaðaranum.
Hvat skal til
høvuðsstaðin
Skipaskrásetingin og FAS
halda til í Havn, Sjóvinnu
stýrið heldur til í havn, með
an Skipaeftirlit og Manning
halda til í Miðvági. Skipa
eftirlitið og Manning hava
eina geografiska plasering,
sum er burturvið og tæn
ir ikki arbeiðinum hjá eft
irlitinum og teimum, sum
skulu brúka eftirlitið. Tað
eigur eisini at verða umhugs
að at flyta aftur til Havnar
aðrar almennar stovnar.
Sama eigur at gerast
við deildir hjá Taks, Al
mannaverkinum og Sjúkra
húsverkið – so nógv sum
gjørligt flytast til høvuðs
staðin. Hetta kann gerast
uttan trupulleikar og nógv
bíligari við tí góða interneti,
telesamskifti og vegasam
bandi, sum er í dag og sum
landið hevur brúkt hundra
tals milliónir at útbyggja og
heldur fram við at útbyggja
fyri milliardir.
Hetta við sentralisering
minnir
um
yvirtøkumál
– skulu málsøki liggja hjá
dønum ella skulu vit yvir
taka og soleiðis sjálvi valda
og gjalda ymisk øki. Skulu
almennar tænastur loysast í
Havn ella leggjast út á bygd
ella útjaðaran. Hesi inntriv
hava nakrar tænastuligar og
fíggjarligar avleiðingar - van
liga dýrari og vánaligari tæn
astu í sambandi við yvirtøku
ella flyting. Men politiska
endamálið er at skapa virk
semi og arbeiðspláss kring
alt landið – kosta hvat tað
kosta vil.
Hesar vánaligu royndir
við flyting av almennum
stovnum úr Havn ella høv
uðsstaðnum eiga at hava við
sær, at ikki ein tann einasta
flyting ella nýggjur stovnur
verður fluttur ella lagdur til
útjaðaran í framtíðini.
Higartil eru ongar saklig
ar og objektivar greiningar
gjørdar av, hvørt tað er skila
gott at flyta almennar stovn
ar til smærri økini í hesum
lítla landi. Hetta er gjørt av
lokal-politiskum
orsøkum,
over night og hóast ávar
ingar um afturstig í tænast
uni og óneyðuga høgar út
reiðslur til fyrisiting o.a.
Bárður Nielsen
Limur í uttanlands
nevndini fyri Sam
bandsflokkin
Tann bleyta politiska linjan,
har ið Føroyar góðtaka alt
frá íslendskari síðu, má enda
nú.
Tað má vera niðurstøðan,
nú vit aftur síggja, at Ísland
ikki virðir Hoyvíkssáttmálan,
og ein føroysk skipsmanning
í íslendskari havn fær við
ferð sum okkurt slag av sjó
rænarum.
Vit eru nú komin hagar
til, at íslendingar mugu fáa
at vita, at annaðhvørt er sátt
málin galdandi báðar vegir,
ella er hann ikki galdandi
longur.
Íslendingar plaga at vera
góðir handilsmenn, men tó
skulu vit ikki at góðtaka,
at "brøðurnir" í Íslandi ár
eftir ár hava fyrimun av, at
Hoyvíkssáttmálin reelt ikki
gevur Føroyum pláss sum ein
javnbjóðis handilspartnari.
Hoyvíkssáttmálin er
systematiskur ójavni.
Niðurlagið
hevur
verið,
at nú skuldu viðurskiftini
koma upp á pláss. Veruleik
in er tó, at íslendingar seta
føroyingum
handilstekn
iskar forðingar, sum støðan
hjá Nærabergi er nýggjasta
dømið um.
Tað varð longu greitt, tá
ið sáttmálin skuldi setast
í gildið, at ójavnvág var í
sáttmálanum, og orðaskifti
tók seg upp um, hvørt tað
var rætt at seta hann í
gildið, áðrenn sáttmálin var
rættaður upp. Ein felags
nevnd skuldi loysa trup
ulleikan, men í dag kunnu
vit tó staðfesta, at tað
hevur verið trupult at loyst
trupulleikan í felagsnevnd
ini.
Bæði vit, sum manna
uttanlandsnevndina hjá Løg
tinginum, og løgmaður eru í
Íslandi komandi dagarnar.
Nú er lagaliga løtan, og ís
lendska stjórnin skal hava at
vita, at annaðhvørt er sátt
málin galdandi báðar vegir,
ella verður hann uppsagdur.
Naiva myndin, ið nógvir
føroyingar hava av Íslandi
sum brøðratjóðin, ið bert vil
okkum alt tað besta, má nú
avloysast av veruleikanum.
Íslendingar hugsa fyrst og
fremst um seg og síni. Einki
forgjørt er í tí, men tá gevur
tað onga meining fyri før
oyskar fyritøkur at hava ein
Hoyvíkssáttmála.
Hann er í grundini verri
enn onki.
Nú má bera ella bresta.
Bjarni Djurholm
Fólkaflokkurin
Nú er formaðurin í Fram
sókn á portalunum, har
hann ger burturav sær, tí nú
er tað Fólkaflokkurin, sum er
orsøkin til, at íslendingar ikki
virka sambært Hoyvíkssátt
málanum??
Nú man panikkur vera
komin
í.
Fólkaflokkurin
rennur ikki undan Hoyvíks
sáttmálanum, sum formað
urin í Framsókn eisini at
kvøddi fyri á sinni. Tá sat
hann á fjórða ári av umleið
seks árum sum varamaður
fyri undirrtaða á Løgtingi.
At vit í Fólkaflokkinum
eru ivasom um gongdina, er
ikki annað enn nátúrligt, tá
vit uppí saman staðfesta, at
sáttmálaviðurskiftini
við
íslendskar
myndugleikar
halta.
Tí gera vit vart við okk
um.
Ikki
fyri
at
skaða
viðurskiftini í samhandlin
um við Ísland, men fyri at
gagna Føroyskari útflutn
ingsvinnu. Tað kann eing
in hava nakað ímóti, ella
hvussu?
At Framsókn ikki fekk eitt
hissini uppskot ígjøgnum á
tingi í fjør, hevur einki við
gerandisveruleikan at gera.
Longri er tann søgan ikki,
sum annars minnir mest um
eina aftursøkn.
Naiva myndin, ið nógvir føroyingar hava av Íslandi sum brøðratjóðin, ið bert vil
okkum alt tað besta, má nú avloysast av veruleikanum. Íslendingar hugsa fyrst
og fremst um seg og síni. Einki forgjørt er í tí, men tá gevur tað onga meining fyri
føroyskar fyritøkur at hava Hoyvíkssáttmálan. Hann er í grundini verri enn onki.