Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 98 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 13 KJAK Hart í móti hørðum við Íslandi Janus Rein Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Hava tit nakrantíð hoyrt stór­veg­is um trupulleikar við at fáa íslendskar vørur inn á føroyska marknaðin? Hava tit nakrantíð hoyrt stór­veg­ is um trupulleikar við at fáa ís­lendsk­ar tænastur inn á før­oyska marknaðin? Ella hava tit nakrantíð hoyrt stór­veg­is um trupulleikar at fáa íslendska arbeiðsmegi ella kapital inn á føroyska markn­að­in? Allir føroyingar kunnu óivað uttan at blunka svara noktandi upp á om­ an­fyristandandi spurn­ing­ ar. Heilt nógvar ís­lendsk­ar vør­ur koma frítt á før­oyska markn­aðinum, utt­an at nak­ar setur forðingar fyri tí. Íslendskar tænastur og arb­eiðs­megi eru á føroyska markn­að­in­um í hópatali, eis­ ini uttan at nakar setur forð­ ing­ar fyri tí. Hví? Tí vit hava eina fríhandilsavtalu, kallað Hoyvíkssáttmálin, við Ís­ land, og vit føroyingar virða yv­ir­ornað henda sáttmála. Men, vendi eg spurn­ing­ inu­m við og spyrji, um tit nakr­an­tíð hava hoyrt um trup­ul­leik­ar hjá føroyskum vør­um, tænastum, arb­eiðs­ megi ella kapitali á Íslendska markn­að­in­um, er svari óivað ja,ja,ja og aftur ja! Og so­leið­ is virða íslendingar somu handilsavtalu við Før­oy­ ar. Í Íslandi leggja tey, pol­ it­ik­ar­ar og embætisfólk, ferð eftir ferð forðingar fyri m.a. møguleikanum hjá føroyskum vørum á ís­ lendska marknaðinum. Nógv kann nevnast. M.a. mjólka­ úr­dráttir, meir ella minni alt kjøt, og eisini eitt nú lodna. Aftur ein orrusta Seinasta dømið er, um eitt før­oyskt fiskiskip sum ikki slapp í íslendska havn at fremja tað, sum skip nú einaferð fara í havn at fremja; m.a. taka olju og provi­ant eins og at landa. Skip­ið slapp so til endans í havn, men bert tí at tað hevði maskinbrek, og var í eini minni neyðstøðu. Men olju, proviant og landing; nei, ongar veitingar. Hetta hó­ast at skipið fiskar á júst sama hátt og á sama stað og av somu kvotu, sum eini 10 íslendsk skip gera. Tey í Ís­ landi krógva seg í løtuni aft­ an­fyri eina íslendska kunn­ gerð. Men mint verður á, at tað altso eru íslendskir pol­ it­ik­arar og íslendsk em­bæt­ is­fólk, sum gera íslendsku kunn­gerð­irnar. Í mínum huga­heimi er hetta undir alt lágmark, beinleiðis í stríð við Hoyvíkssáttmálan, og nær­ um láturligt. Eg veit ikki, um eg skal gráta ella flenna. Hoyvíkssáttmálin Hoyvíkssáttmálin varð und­ ir­skriv­aður hin 31. august 2005, og kom í gildi hin 1. nov­emb­ur 2006. Líka síðani tá hava føroyingar barst við allar tær forðingar, sum íslendingar á henda og handa hátt hava lagt, fyri at før­oysk­ar vørur, tænastur, arb­eiðsmegi og kapitalur ikki skulu megna at fáa fót­in fyri seg á íslendska markn­ að­in­um. Grein 1 og 3 í Hoy­víks­sátt­ mál­anum eru annars so­ljóð­ andi: “§ 1 - ENDAMÁL Endamálið við hesum Sátt­mála er at fáa í lag eitt búskaparøki, ið fevnir um umveldini Ísland og Føroyar. Á hesum bú­ skap­ar­øki verður, innan inni­haldsvídd Sáttmálans, bann­að at gera mismun vegna tjóðskap, virkisstað ella vegna vøruuppruna.” “§ 3 - INNIHALDSVÍDD Er ikki annað tilskilað, er hes­in Sáttmáli virkin fyri:  a) handil við vørum;  b) handil við tænastum;  c) flyting hjá persónum og uppihaldsrætt;  d) flutning av kapitali og íløgur;  e) stovnseturætt; f) kapping, almennan einkarrætt, almennan stuðul og innkeyp hjá tí almenna;  g) samvinnu á øðrum økjum, sum ásett í Grein 7.” Teksturin tosar væl greitt fyri seg: eitt búskaparøki, har bann­að er at gera mismun. Hvat eru vit so nú? – Á einum vegamóti! Tað mugu vera mørk fyri, hvussu nógv vit í Føroyum lata okkum lumpa og verða drigin eftir hárinum á tílíkan hátt. Vit eru á ein­ um vegamóti. Løgmaður, sum umsitur málsøkið, og føroysku umboðini í Hoy­ víksnevndini mugu gera íslendingum heilt klokku­ greitt, at nú mugu tey læra seg at virða og halda sínar skyld­ir í sáttmálanum ella má hann setast úr gildi! Vit kunnu snøgt sagt ikki loyva okkum at lata standa til longur og hoyra upp á allar undanførslurnar, sum íslendingar ferð eftir ferð koma við, um hví Hoy­víks­ sátt­málin ikki verður hildin. Dómstólur – møguliga sum eitt alternativ Sum ein triði møguleiki, ber møgu­liga til at stovnseta ein ser­dóm­stól at taka støðu um Hoyvíkssáttmálin, frá støðu til støðu, er brotin. M.a. innari marknaðurin í ES hevur ein tílíkan dómstól, nevnd­ur EF-dómstólurin. Í øllum førum eigur ein tílík­ ur dómstólur tá at hava heimild til at áleggja tap­andi partinum at gjalda sak­ar­ máls­kostnað og at áleggja bøt­ur, gjarna stórar bøtur. Tá høvdu londini helst hugsað seg meira um, áðrenn tey ásettu reglur o.a. í stríð við Hoy­víks­sátt­málan. Eg havi var­hug­an av, at mangar av um­stríddu reglunum eru ásett­ar við vilja, hóast væl­ vit­andi at tað fór at verða í stríð við Hoyvíkssáttmálan. Hetta kann kallast “går- den-så-går-den politikkur”. Sum er, inniheldur Hoy­ víks­sátt­málin, miðskeiðis í grein 5, ávísar reglar sum skulu tryggja javna kapp­ ing í nýstovnsetta bú­skap­ ar­øk­in­um. Hesar reglur vísa til kappingareftirlitini í londunum báðum, og við und­ir­virðissølu verður víst til WTO og stig at taka smb. GATT 94. Hesir møguleikar eru, eftir míni sannføring, fyrst ov veikir, og síðani ov snævr­ir og møtumiklir. Handilssáttmálar Sjálvur eri eg fyri, at Føroyar hava handilssáttmálar við onnur lond ella toll­sam­gong­ ur, eisini við Ísland. Eis­ini meti eg Ísland sum brøðra­ tjóð. Men tað kemur altíð eitt tíðspunkt, har vit sum før­oysk tjóð mugu spyrja okk­um sjálvi, hvussu langt vit vilja lata onnur trýsta okk­um, áðrenn vit siga, at nú er nokk. Viðvíkjandi Hoy­ víks­sáttmálanum haldi eg, at tann tíðin er komin. Skulu vit áhaldandi hava Hoy­víks­ sátt­mála við Ísland og ís­ lend­ing­ar, má kravið, uttan und­an­tak, verða, at tey virða enda­málgreinina, grein 1, í sátt­mál­anum og lata vera við at diskriminera føroyskar vør­ur og tænastur í Íslandi. Røtt timing Mánadagin í komandi viku fara løgmaður, utt­ an­lands­nevnd­in og útnorðurnevndin á fyri­skip­ aða ferð til Ísl­ands í samband við Útnorðurráðstevnu. Fund­ur verður eisini helst bæði í Hoy­víks­nevndini og í Hoy­víks­ráðnum. ‘Tim­ing­ in’ kundi ikki verið bet­ur. Tað skal hervið verða mín almenna áheitan til løg­ mann og løg­tings­limirnar í uttanlandsnevndini og í útnorðurráðnum (sum sam­ stund­is eisini er Hoy­víks­ting­ nevndin), um at nýta høvið at taka hesi álvarsviðurskifti upp við íslendingar. Tí eitt er greitt: vit kunnu ikki bara lata standa til sum nú er! Nú mugu íslendingar læra seg at halda Hoyvíkssáttmálan, ella má sáttmálin sigast upp! Harmast illa umhugsaða atburðin hjá íslendsku stjórnini Vegna stýrisins FOIS Kristín S. Hjálmtýsdóttir Stjóri í Føroyska- íslendska handils­ kam­arinum Føroyska-íslendska hand­ ils­kam­ar­ið harmast um illa um­hugs­aða atburðin hjá ís­lendsku stjórnini, tá før­ oyska skipið, Næraberg kom til Reykjavíkar. Tað er greitt, at hesin at­ burð­ur sáar iva í Føroyum, um at Ísland hevur verið við av heilum huga viðvíkjandi Hoy­víkssáttmálanum, sum skal tryggja, at íslendingar og føroyingar eru á jøvnum støði, eins og fyritøkur í báð­ um londunum. Áðrenn størri skaði, enn longu er vorð­ in, stendst av hesum, heit­ir Føroyska-íslendska hand­ ils­kamarið á stjórnirnar í Ís­landi og í Føroyum um at taka neyðug stig til tess at tryggja, at slíkt ikki aftur skal henda. F ø r oy s k a - í s l e n d s k a hand­ils­kam­arið mælir til at styrkja enn meira samstarv Ís­lands og Føroya á øllum økj­um, og fyri at úrslitið av hes­um sam­starvi skal verða týði­lig­ari, mugu stjórnirnar beina burtur allar tær forð­ ing­ar, ið sáa iva um sann­føri í sjálv­søgdum og væl­eydn­að­ um samstarvi.