mánadagur 1. september 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
14
KJAK
Uttanlandsnevndin fer til
Íslands uttan mál og mið
Poul Michelsen
Framsókn
Í mars í 2013 legði Framsókn
uppskot (løgtingsmál nr. 99)
fyri tingið um at landsstýrið
skal lýsa, hvønn týdning
Hoyvíkssáttmálin
hevur
havt fyri føroyska búskapin
og menningina av føroyska
samfelagnum.
Ein
frágreiðingin
frá
landsstýrinum skuldi verða
grundarlagið undir einum
aðalorðaskifti um sáttmálan.
Framsøgufólkini vóru á
einum máli um, at íslend
ingar hava fingið nógv meiri
burtur úr sáttmálanum enn
føroyingar. Tey vístu á, at
tað hevur verið vónleyst
hjá føroyskum virkjum og
fyritøkum at sleppa inn á ís
lendska marknaðin, meðan
íslendskar fyritøkur hava
havt munandi lættari við at
fáa fótafesti í Føroyum.
Í viðmerkingum til upp
skotið frá Framsókn varð
m.a. sagt:
...at endamálið við Hoy
víkssáttmálanum
er
at
skapa fyritreytir fyri sam
felagsligari menning í Før
oyum og í Íslandi. Við Hoy
víkssáttmálanum
verða
búskaparligu
sambondini
millum Føroyar og Ísland
nýskipaði. Búskaparsáttmál
ar millum londini bæði hava
higartil og í høvuðsheitum
verið avmarkaðir til frælsi
fyri vøruhandil landanna
millum.
Týðandi tættir í Hoyvíks
sáttmálanum snúgva seg um
at seta í gildi tey sokallaðu
fýra frælsini, ið skulu tryggja,
at vørur, tænastur, kapitalur
og persónar kunnu flyta seg
ótarnað millum londini bæði.
Víðari var sagt: ... at Hoyvíks
sáttmálin hevur nú virkað
síðan í august 2005 ella í
skjótt 8 ár. Ymiskt er, sum
fólk halda um sáttmálan.
Ikki so sjáldan er at hoyra, at
sáttmálin ikki javnvigar og
ikki er til fyrimuns fyri menn
ingina í Føroyum.
Nógvar íslendskar fyri
tøkur arbeiða í Føroyum, og
íslendingar eru undantiknir
teimum lógum, har verja er
sett móti útlendskum ognar
rætti. Sama rætt hava vit før
oyingar í Íslandi, men brúka
vit føroyingar henda rætt
ella ber til at brúka hann?
Vit hava sera gott og vin
arligt samskifti við íslend
ingar á øllum økjum, og tí
er tað ikki rætt, at ein slík
avtala livir sítt egna lív, og at
eingin veruliga veit, hvønn
týdning
sáttmálin
hev
ur, og hvussu javnvágin er
millum londini. Hetta er ikki
virðiligt. Landsstýrið eigur
tí í eini frágreiðing at skipa
fyri aðalorðaskifti um Hoy
víkssáttmálan.
Eisini eiga vit at meta, um
tað er rætt, at Hoyvíkssátt
málin frameftir skal verða
framdur við støði í upp
skoti til samtyktar og ikki
sum løgtingslóg. Flest allir
løgfrøðingar meta, at hetta
er í ósamsvari við stýrisskip
anina. Ísland, sum er hin
parturin av sáttmálanum,
hevur ikki tryggjað sátt
málan við lóg. Ávísir umsit
ingartrupulleikar vóru tá
sagdir at forða fyri at halda
stýrisskipanina.
Eru
for
treytirnar broyttar nú, so
leiðis at Hoyvíkssáttmálin
frameftir kann virka sum
uppskot til samtyktar og ikki
við løgtingslóg?
Uppskotið hjá Framsókn
varð beint í uttanlands
nevndina, og tá tað kom út
aftur úr nevndini var greitt,
at sitandi samgonga ikki
var áhugað í uppskotinum
og mælti løgtinginum til at
fella uppskotið. Tað gjørdi
løgtingið.
Júst hetta, at ongin lýsing
er gjørd av sáttmálanum ger,
at eingin veit hvat Hoyvíks
sáttmálin kann brúkast til og
hvørjar ábøtur skulu gerast
fyri at hann skal virka eftir
ætlan.
Hetta gevur rúmd fyri
áhaldandi gitingum og tá eis
ini rúm til m.a. Bjarna Djur
holm at sláa politiskan mynt
av eini sera keðiligari hend
ing. Einari hending, sum
bara kom í, tí at samgongan
millum
Sambandsflokkin,
Fólkaflokkin og Miðflokkin
ikki vil lurta eftir øðrum enn
sær sjálvum
Í morgin 1. September
ferð
uttanlandsnevndin
til Íslands og Grønlands. Á
fyrireikandi fundi við m.a.
løgmann
herfyri
gjørd
ist greitt, at onki nýtt er
undir
sólini
hvat
Hoy
víkssátmálanum
viðvíkur.
Hetta sjálvt um vit hava
fingið at vita frá íslending
um, at teirra sáttmáli við ES
altíð stendur omanfyri Hoy
víkssáttmálan og at hesin
tí bert virkar tá sáttmálin
millum Ísland og ES loyvir tí.
Tað stutta av tí langa er,
at
tá
uttanlandsnevndin
í morgin fer til Íslands í
morgin, er hon ófyrireikað
og tá uttan mál og mið. Tað,
ið verri er, er at hon veit av tí.
Fólkaflokkurin, sum er servandur í politiskum dupultmorali, og sum nú rópar varskó, hevur sjálvur alla
ábyrgdina av, at Hoyvikssáttmálin er vorðin ein skammblettur í samstarvinum millum Føroyar og Ísland.
Vit harmast um atferðina hjá íslendingum í málinum um Nærarberg, men
politiska skipanin í Føroyum má taka sín part av ábyrgdini av støðuni.
Øll góð og fullkomin gáva er omanífrá
Símun Pauli
Jacobsen
Ja vissuliga er øll góð og full
komin gáva omanífrá. Tá
eg lesi hesi undirfullu orð í
Jákupsbrævi, renna dýrabar
minni mær huga.
Sum øllum kunnugt var
álvarslig kreppa í landi okk
ara í nítiárunum. Landið
skyldaði milliardir, og høv
uðsvinna okkara – fiskiv
innan – lá í andaleypi. Arb
eiðsloysið var komið upp
um 20%, og landið átti ongar
pengar. Harumframt vóru
allir tríggir bankarnir farnir
fallit.
Toskurin
var
nærum
horvin av grunnum okkara,
og bønarflokkar kring landið
fóru at biðja til Harran um, at
hann mátti lata fiskin svimja
aftur á grunnarnar.
Og vissuliga vórðu bøn
irnar hoyrdar. Vissuliga var
Harrin ikki smáligur við
hjálpini, tá børn hansara
róptu neyðarróp til hansara.
Toskurin, sum nærum
ikki hevði verið at uppdríva
frammanundan, var brádliga
allastaðni.
Sum kunnugt er Harrin
mentur at hjalpa langt útyv
ir tað, sum biðið verður um,
og ta gjørdi hann eisini hesa
ferð.
Føroyski búskapurin kom
at hava viðrák innan øll øki,
serstakliga
hvat
viðvíkti
fiskiparísum,
oljuprísum,
rentu v. m. og við avlopum
av løgtingsins fíggjarlógum
úr umleið 500 miljónum til
800 miljónum krónum.
Danski staturin yvirtók
alla skuld landsins upp á
góðar 4 milliardir krónur.
Hesa skuld skuldi lands
kassin gjalda aftur, við ein
um 20 ára annuitetsláni
upp á 5% í rentu. Árligu
anniutieturin
var
góðar
300 milliónur krónur. Esiini
fingu føroyingar útgoldið
900 miljónir krónur sum við
víktu uppgerðum við keypi
av Føroya Banka.
Heildarveitingin
úr
danska ríkinum, sum um tað
mundið var umleið 1,3 milli
ardir krónur, varð broytt
soleiðis, at umleið ein milli
ard krónur vórðu settar í ein
blokk, sum skuldi prístals
regulerast.
Føroyingar kundu sjálvir
ráð fyri, hvussu hesin pen
ingur varð nýttur. Tá ið Harr
in hjálpir, hjálpir til fulnar,
og eg ivist onga løtu í, at
hann serstakliga hugsði um
fólkið – tey gomlu, tey veiku,
tey sjúku, tey einsamøllum
einkjur- og faðirleys eins og
øll, ið standa á skuggasíðu
lívsins.
Sum nevnt frammanfyri,
so lutaðist mær í eini 20
ár at vera limur í einum
bønarflokki í Vestmanna.
Bønarflokkurin
mundi
hava ímóti 30 limum, og
uppmøtingin til fundirnar
mánakvøld mundi ikki so
sjáldan tátta upp ímóti 100
prosentum.
Tað vóru veruliga lívgandi
stundir, har hugur okkara
flutti seg nærri og nærri
forgørðum Harrans, har ein
dagur er sum túsund aðrir.
Umleið
helmingurin
av
vinum okkara í bønarflokk
inum eru nú farnir heim í
dýrdina.
Guds friður við minni
teirra.
Teir vóru trúfestir.
Tit hildu út inntil endan.