mánadagur 1. september 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 89
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
undir fýra eygum
Eg ræðist ikki
ópopulerar avgerðir
Eyðun Klakstein
Tað var í einum summar
húsum á Selatrað, at áhugin
hjá Finnbjørn Vang fyri talvi
kveiktist av fyrstan tíð.
Hann var 11 ára gamal og
royndi fyrstu ferð at telva.
Síðani gjørdist hann púra
burtur í talvi, og seinastu ár
ini hevur hann serliga staðið
og skipað fyri talvi í Føroy
um.
Nú er hann eisini blivin
europeiskur varaforseti í
talvi, og tað gevur honum
nýggjar
avbjóðingar
og
møguleikar.
– Eg tími serstakliga væl
at skipa fyri og leggja til
rættis. Eg søki ikki prestisju
ella heiður, men stórtrívist
millum
talvfólk.
Talvum
hvørvið er heilt serstakt,
og mær dámar sera væl at
verða mitt í rokanum, sigur
Finnbjørn Vang.
– Sum telvari kemur tú
sera tætt uppá fólk, og tú
kanst eisini kenna teg sár
baran, tí tú ert einsamallur
í kapping. Tú situr yvir av
einum persónligum mót
støðumanni í fleiri tímar. Tit
royna at fella hvønn annan,
lesa tankarnar hjá hvørjum
øðrum og eru í eirindaleysum
stríði á talvborðinum. Tað
skapar ein nærleika, sum
tú ikki upplivir í nógvum
øðrum ítróttargreinum, og
tú kemur at kenna fólk væl
– bæði við talvborðið og í um
hvørvinum annars.
Kann vera krevjandi
Seinastu fimm árini hevur
Finnbjørn
Vang
verður
forseti í Talvsambandi Før
oya, og áðrenn tað var hann
fleiri ár í nevndini í talvsam
bandinum.
– Innan talv er tað sum
við so nógvum øðrum felags
skapum, at fólk tíma illa í
nevnd. Ein orsøk er helst, at
tað kann verða tungt at hava
fíggjarliga ábyrgd av einum
felagsskapi og vera tann,
sum stendur fyri skotum,
um alt ikki gongur eftir vild.
Gongur tað illa, fært tú allar
ákærurnar, men gongur tað
væl, fært tú ikki rósið, sigur
hann.
– Eg bjóðaði meg fram, tí
eg tími nevndararbeiði, og
tí eg haldi meg gera mun.
Eg hevði eisini nakrar mein
ingar um, hvussu vit kundu
stíla fyri talvi í Føroyum.
Summi fólk bjóða seg fram
til alt, men eru ikki til reiðar
at taka eitt tak. Ein frítíðar
felagsskapur hevur ikki ráð
at gjalda seg frá uppgávum,
og tí er fyrsta treytin, um tú
ætlar tær at standa fyri, at tú
ert til reiðar at gera ein inn
sats.
– Onkur heldur kanska, at
eg eri ov nógv blandaður upp
í praktiskar fyrireikingar og
at avvikla kappingar, men
tað dámar mær væl, og tað
er sera gevandi. Eg eri ikki
blivin forseti í Talvsamband
inum fyri at umgangast
topparnar. Eg trívist best
millum
talvfólk
mitt
í
talvumhvørvinum,
sigur
Finnbjørn Vang.
– Talvsambandið hevur
ikki ráð at keypa seg til tæn
astur, tí um vit brúka nógvar
pengar í dag, hava vit ongar
pengar at brúka í morgin og
ovurmorgin. Eg leggi stóran
dent á, at tað, sum vit gera, er
fíggjarliga skynsamt.
Samleiki
Tað kann verða slítandi at
standa á odda fyri einum
ítróttarfelagsskapi, og tað er
púra vanligt, at ítróttarleið
arar brenna út og leggja frá
sær.
Finnbjørn er tó við gott
mót, hóast hann nú hevur
staðið á odda fyri Talvsam
bandinum í fimm ár.
– Januar mánaður er van
liga sera strævin. Tá fella
nógvar uppgávur saman,
og tá kann eg kenn meg
strongdan. Í ár spurdi eg
meg sjálvan, hví eg geri hetta.
Men tað lagaði seg eisini, og
eg havi ongar ætlanir um at
taka meg aftur. Eg kom at
siga í útvarpinum, at eg elski
talv, og hóast tað kanska
ljóðar eitt sindur undarligt at
siga, so er nakað um tað. Talv
er partur av mínum sam
leika, sigur Finnbjørn Vang.
Sum
ein
hvør
annar
ítróttarleiðari kemur Finn
bjørn eisini í støður, har
fólk eru á ymiskum máli um
ymisk viðurskifti.
– Gularótin er avgjørt
betur enn pískurin, og hóast
vit skulu royna at finna
semjur og verða samd, so má
ein ítróttarleiðari viðhvørt
taka ein avgerð sjálvur
– eisini um tað er ein
ópopuler avgerð. Tað eri
eg avkláraður við og havi
ongar trupulleikar av.
– Í felagsskapi skulu
øll ikki at verða samd alla
tíðina, men tað er umráðandi,
at vit duga at verða ósamd
og alíkavæl fáa avgreitt øll
viðurskifti, samstarva og fáa
úrslit.
– Tað er so nógv uppi í
tíðini, at leiðarar skulu verða
semjusøkjandi og taka fólk
við upp á ráð, at vit um nøkur
ár fara at uppliva leiðarar,
sum ikki megna at taka eina
avgerð
sjálvur.
Samstarv
er gott, men viðhvørt skal
onkur skera ígjøgnum og
taka
eina
avgerð,
sigur
Finnbjørn Vang.
Altjóða uppgáva
Í summar verða Finnbjørn
Vang valdur til vara
forseta í europeiska
talvsambandinum,
European
Chess
Union, fyri næstu
fýra árini.
– Tað er gott
fyri
føroyska
telving
og
fyri Føroy
ar sum
heild,
a t
v i t
h a v a
fingið umboð í
eurpeisku talvnevnd
ina. Eg eri fullvísur í, at tað
fer at hava onkrar fyrimunir
við sær fyri Føroyar, og har
afturat fáa vit eisini markera
okkum enn meira í altjóða
talvi, sigur Finnbjørn Vang.
– Hetta ger tað eisini moti
verandi hjá mær at halda
fram sum leiðari innan talv,
tí hóast tað kann gerast
strævið, so er tað eisini
spennandi at royna nakað
nýtt.
– Føroyar eru ikki so lítlar
Skulu vit halda fram at drepa grind?
– Grindadrápið er partur av okkara mentan, og stovnurin er ikki
hóttur. Vit skulu ikki drepa grind til stuttleika, men eta tað, sum vit
drepa. Eg eri uppvaksin í einum útróðrarumhvørvi, og eg eri vanur
við, at mann etur tað, sum kemur úr havinum.
Er talv ein ítróttur?
– Talv er avgjørt ein ítróttur. Sum yngri kundi eg renna sólina svarta í fót-
bólti og koma skjótt fyri meg aftur, men eftir eitt 6 tíma talv var eg púra
útlúgvaður mentalt og kropsliga. Telvarar skulu verða í góðum formi, tí
annars er tað sum við øðrum ítrótti, at tú gert feilir, tá tú troyttast.
– Tað er so nógv uppi í tíðini, at leiðarar skulu verða
semjusøkjandi og taka fólk við upp á ráð, at vit um
nøkur ár fara at uppliva leiðarar, sum ikki megna
at taka eina avgerð sjálvur. Samstarv er gott, men
viðhvørt skal onkur skera ígjøgnum og taka eina
avgerð, sigur Finnbjørn Vang, føroyskur talvforseti
Mynd: Eyðvør Klakstein
Finnbjørn Vang
– Gularótin er betur enn pískur, og hóast vit skulu royna at finna semjur og verða samd,
so má ein ítróttarleiðari viðhvørt taka eina avgerð sjálvur – eisini um tað er ein ópopuler
avgerð, sigur Finnbjørn Vang, føroyskur forseti og europeiskur varaforseti í talvi