mánadagur 1. september 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 89
undir fýra eygum
í talvsamanhangi, men vit
kunnu styrkja okkara støðu
enn meira, og tað er tað eftir
øllum at døma brúk
fyri, tí eg møtti fyri
stuttari tíð síðani
einum
norð
manni,
sum
ikki visti at
Føroyar vóru
til.
Finnbjørn
Vang
heldur,
at
føroyska
f e r ð a v i n n a n
kundi nógv meira
burtur úr talvfólki
og
ítróttarfólki
annars.
– Vit senda nógv
fólk til altjóða talv
kappingar, og føroysk
ítróttarfólk
ferðast
allatíðina,
men
eg
merki einki til áhuga
frá ferðavinnuni at breiða
kunnleikan til Føroyar út.
Tað skuldi verið upplagt, at
vit fingu visitkort og tilfar
við okkum, tá vit fara á ferð,
men í best føri megna vit at
grava onkrar faldarar, sum
ikki eru serliga væl egnaðir,
fram, sigur hann.
Finnbjørn Vang kann í
øllum førum føra Føroyar
fram í altjóða talvumhvørv
inum næstu fýra árini.
– Eg veit væl, at politikkur
hevur við sær, at mann skal
lata eitt sindur fyri at fáa,
men eg ælti mær ikki at
missa meg sjálvan burtur
í altjóða talvheiminum. Eg
fari at verða so erligur, sum
eg yvirhøvur kann verða,
og eg verði ikki við til nakað
politiskt spæl, um viðurskift
ini eru ivasom, lovar føroyski
talvforsetin.
UM FINNBJØRN VANG
Finnbjørn Vang er 35 ára gamal og
ættaður úr Klaksvík, har hann eisini
býr. Hann er giftur Sólgerð, og tey eiga
dóttrina Estrid, sum er 6 ára gomul.
Finnbjørn hevur gingið á Handilsskúla
og hevur eitt nú tikið dugnaskapsroynd. Í løtuni er
hann í holt við at gera læraraútbúgvingina lidna,
og annars fæst hann við skrivstovuarbeiði fyri
útróðrarbátarnar Kallanes og Norðsøka, sum pápi
hansara eigur. Hann er forseti í Talvsambandi Føroya
og varaforseti í europeiska talvsambandinum ECU.
Hvat er tín yndis tónleikabólkur?
– Mær dámar væl klassiskan rocktónleik, og Def Leppard er
helst mín yndisbólkur, hóast eitt nú Queen eisini er nakað heilt
serligt. Eg eigi alt av Def Leppard – fløgur og dvd – og eg lurti
framvegis javnan eftir teimum.
Hvat kann gera teg illan?
– Órættvísi í orðsins sanna týdningi. Tað er eingin loyna, at eg eri rímili-
ga snarsintur, og eg sigi vanliga mína hjartans meining. Tað kann koma
eitt sindur upp á tvørs við hvørt, men eg kann sanniliga eisini biða um
umbering, tá tað er neyðugt.
Tað er ikki heilt av leið at
siga, at telvarar ofta verða
uppfataðir sum nørdar –
eitt fólkaslag, sum veru
liga kavar niður í smálutir
og brúkar nógva tíð til at
venja, analysera og spæla
spælið, ið kann verða
rættiliga fløkt. Hetta er
ein heimur, sum kann
tykjast fremmandur fyri
nógv fólk.
Men tá ið Helgi Dam
Ziska fyri nøkrum árum
síðani
gjørdist
altjóða
meistari, hendi nakað.
– Eg haldi, at Helgi
broytti myndina, sum fólk
hava av telvarum. Helgi
hevur fingið sera góð úrs
lit í altjóða kappingum, og
hann hevur eisini dugað
sera væl at verið frammi
í miðlunum. Hann er ein
skilagóður ungur maður,
og onkursvegna hevur
hann verið við til at
broyta fatanina, sum fólk
hava av telvarum, heldur
Finnbjørn Vang.
– Vit eru ikki longur
nørdar í sama mun áður
– nú eru vit kanska bara
eitt sindur serir, sigur
hann skemtandi.
klakstein@sosialurin.fo
Helgi Dam Ziska
broytti myndina
av telvarum
»Eg møtti fyri stuttari tíð síðani einum
norðmanni, sum ikki visti at Føroyar vóru til«
»Gongur tað illa,
fært tú allar ákærurnar,
men gongur tað væl,
fært tú ikki rósið«
Mynd: Eyðvør Klakstein