Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 98 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Pætur Albinus Tað gingu bara tveir minuttir, til Emma Hansdóttir hevði skot­ið sítt fyrsta mál, men lítla løtu seinni javnaði Re­ bekka Olsen við góðum stút­ ara. B36 hevði tó takið á dysti­ num, og um miðjan fyra hálv­leik legði Maria Weyhe tær aftur á odda. Eftir steðgin skrædnaði full­komu­liga. B36-liðskiparin Maria Weyhe skoraði tvær ferð­ir afturat, og eisini skor­ aði Hjørdis Viðstein eitt mál. Emma Hansdóttir, sum byrj­aði málskjótingina, setti eisini eitt ordans punktum, tá hon skeyt tey trý seinastu mál­ini í dystinum, og hon bleiv eisini kosin dagsins spæl­ari eftir dystin. B68-B36 1-8 (1-2) 0-1: Emma Hansdóttir, 2. 1-1: Rebekka Olsen, 4. 1-2: Maria Weyhe, 10. 1-3: Maria Weyhe, 21. 1-4: Hjørdis Viðstein, 26. 1-5: Maria Weyhe, 30. 1-6: Emma Hansdóttir, 33. 1-7: Emma Hansdóttir, 36. 1-8: Emma Hansdóttir, 37. Pætur Albinus HB spældi rætt Tað sást frá dystarbyrjan, at tað neyvan fór at vera lætt hjá KÍ at spæla seg ígjøgnum verju­kenda taktikkin hjá HB, sum dystin á tamb skuldi vísa seg at rigga sera væl. Eitt vet av nervum tóktust eisini at spæla inn hjá annars so sigursvanda KÍ-liðnum, sum var uttan liðskiparan, Ma­ lenu Josephsen. Tær gjør­ du ov nógvar villur í upp­ spæli­num og fingu har­við ikki skapt nakað við­var­andi trýst, sum lat HB-verju­na upp. Hjá HB var tað tann sera kvika Heidi Sevdal, sum einsamøll var á lúr í mótálopspartinum. Hó­ ast einsamøll, so tóktist hon trívast væl við at fara einsamøll, og onkra skot­ roynd bleiv tað eisini til. Randi S. Wardum tók sær lætt­liga av teimum, men tað sen­di eini boð til KÍ um, at HB ætlaði sær at vera við. Í fyrra hálvleiki hevði KÍ ongan upplagdan mál­ møgu­leika, tó so at Rannvá B. Andreasen royndi seg við kanónini. HB-málverjin, Nina Davidsen, stóð væl og fekk ruddað nógvar bóltar burt av vandaleið. Hetta sama gjørdi væl mannaða HB-verjan. Hóast nakrar skotroyndir vóru frá báðum liðunum í fyrra hálvleiki, og KÍ mátti sigast at vera rættiliga greitt omaná í spælbýtinum, so kom einki mál í fyrra hálv­ leiki. Innskiftari avgjørdi Í seinna hálvleiki var søgan nak­að hin sama, har KÍ ser­ liga fyrru helvt av seinna hálv­leiki hevði bóltin nógv. At skapa nakað vandamikið gekk tó meiri striltið. HB- verj­an helt tætt. Tá ið lítið restaði í byrjaðu mót­álop­ini hjá HB at rigga, og tað var Heidi Sevdal, sum var einmansherur. Hon bjóð­ aði einsamøll KÍ-verjuni av, og fáar minuttir fyri leiklok slapp hon framvið tær allar. Ein­ans hevði hon málverjan eftir at vinna á, men tá ið hon sendi bóltin framvið henni var hon óheppin og rakti á stong­ina. Ein risa møguleiki at ræna steypið frá KÍ, men tá ið tað nú ikki eyndaðist, lá í luftini, at KÍ kanska fór at taka av. Og tað gjørdu tær. 17 ára gamla Hervør Olsen, sum varð innskift 20 minuttir fyri leiklok – og fekk sínar fyrstu minuttir í føroysku kapp­ing­ unum í ár – var í tíðini, sum dóm­arin hevði lagt afturat, kom­in heilt inn í málteigin at taka ímóti innleggi frá Sigrid Jacob­sen. Hóast bólturin ikki var lættur at arbeiða við, so stýrdi hon bóltinum hegnis­liga við høvdinum út við longru stong, hagar Nina David­sen í HB-málinum ikki rakk og mátti geva seg eftir fleiri góðar bjargingar. KÍ-leikararnir tveittu seg í ein stóran dunga at feiðra hetta søta málið, meðan HB- kvinn­ur­nar hinvegin sum vera man iðraðu seg. HB gav KÍ skarpan gang, men tað var KÍ, sum var oman­á í avgerandi løtunum og streyk avstað við steypa­ gulli­num. Blaðungur innskiftari avgjørdi steypafinaluna Kvinnur HB hevði gott tamarhald á KÍ og hevði enntá risa møguleika at vinna finaluna, men tá ið tað miseydnaðist, so takkaði 17 ára gamla innskifta Hervør Olsen fyri og sendi gullið til Klaksvíkar U14 gentur B36 og B68 hittust í finaluni, har havnagenturnar vunnu størsta sigurin á finalutiltakinum B36-gentur vunnu stórsigur