Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 98 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Pætur Albinus Fyrri hálvleikur endaði mál­ leys­ur, men hóast Víkingur hevði fleiri málmøguleikar, so var tað NSÍ, sum hevði tann størsta. Seinni hálv­ leikur var bara tveir minutt­ ir gamal, tá ið Adrian Mourit­ sen varð spæld­ur leysur í vinstru síðu í brots­teigi­num, haðani hann skeyt bóltin í málið og legði Vík­ing á odda 1-0. Góðar tíggju minuttir sein­ni fekk NSÍ ein gyltan møgu­leika at javna, tá ið Petur Knudsen varð feldur í brotsteiginum og NSÍ fekk tillutað brotsspark. Málv­ erjin hjá Víkingi, Bárður á Reyna­trøð, bjargaði brots­ sparki­num hjá Andra Benja­ min­sen. Fleiri mál komu ikki í dysti­num, og kann Víkingur við 1-0-sigrinum harvið kalla seg steypavinnara. Málverji teirra, Bárður á Reynatrøð, varð kosin dagsins leikari. Víkingur – NSÍ 1-0 (0-0) 1-0: Adrian Mouritsen, 42. Pætur Albinus EBS/Skála legði seg á odda 1-0 í 17. minutti við frálíkum lang­skotsmáli frá Randi Fagra­dal, men bara tveir minutt­ir seinni javnaði Lív F. Arge til 1-1 við brotssparki. Tað var HB, sum var oma­ ná í seinna hálvleiki og eisini var um reppið at avgera finaluna 10 minuttir fyri leik­ tíð, tá ið Rebekka Ben­ba­kou­ ra rakti á stongina. Tað endaði tó við 1-1-javn­ leiki og neyðugt var við longd­ari leiktíð. Her var HB aftur tætt við, men Lív F. Arge var óheppin og rakti stong­ina, somuleiðis sum mál­verjin hjá EBS/Skála, Anna Hansen, løtu seinni stór­bjarg­aði dundurskoti frá hen­ni. EBS/Skála var hálvan minutt áðrenn longda leik­ tíð­in var av tætt við at fara av­stað við øllum, men tá ið tær misnýttu henda risa møgu­leikan, so varð neyðugt við brotssparkskapping. Brotssparkskappingina vann HB 4-3 og harvið dyst­ in samanlagt 5-4. Gent­ur 17 hjá HB eru har­við vinnarar av fyrsta steypi­num á hesum stóra steypa­finalu­til­taki­num. EBS/Skála – HB 1-1 (1-1) 4-5 eftir brotssparkskapping 1-0: Randi Fagradal, 17. 1-1: Lív F. Arge, 19. (br.) U17 gentur Tað var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna vinnaran ímillum HB og EBS/Skála U16 dreingir Víkingur er steypavinnari í U16 hjá dreingjum eftir tepran 1-0-sigur ímóti NSÍ HB-gentur vunnu eftir brotsspørk Ungir Víkíngar bastu NSÍ