mánadagur 1. september 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Tað var HB, sum kom væl
betur frá byrjan og kom á
odda longu í 11. minutti, tá
ið Dan í Soylu sendi bóltin í
mál frá árakað brotsteigar
markinum. Tá ið góður hálv
ur tími var leiktur var Jákup
F. Hansen hægstur á einum
hornasparksinnleggi og økti
til 2-0.
Júst sum HB hevði sett
seg fullkomiliga á dystin, so
svaraði NSÍ av álvara aftur.
Bara tveir minuttir eftir
2-0-málið
minkaði
Petur
Knudsen til 2-1 eftir at hann
ótarnaður slapp at stúta
bóltin í mál eftir innlegg frá
Meinhardi Olsen, og síðani
gingu bara tríggir minuttir
til sami maður, Petur Knud
sen, javnaði til 2-2.
Góðar tíggju minuttir fyri
hálvleikssteðgin megnaði HB
tó aftur at leggja seg á odda,
og var tað aftur hesaferð
miðverjuleikarin, Jákup F.
Hansen, sum var hægstur á
einum innleggi og stútaði HB
á odda 3-2, ið eisini gjørdist
hálvleiksstøðan.
Tíggju minuttir inn í sein
na hálvleik økti HB til 4-2. NSÍ-
verjan fekk ikki ruddað bóltin
nóg langt burt av vandaleið,
og so tamdi Dan í Soylu bóltin
inni í málteiginum, haðani
hann langaði bóltin í mál til
4-2.
Skjótt gekk tað fyri seg,
tí nú vóru einans tríggir
minuttir gingnir til NSÍ enn
einaferð svaraði aftur og
staðfestu, at HB ikki bara
sum soleiðis skuldi rista NSÍ-
ararnar av sær. Tað var Jann
Benjaminsen, sum við lang
skoti minkaði til 4-3. Bólturin
rakti tvørstongina og brast í
jørðina og út aftur í spæl,
men hjálpardómarin sendi
boð um, at bólturin hevði
verið innanfyri.
Løtan ímóti dystarenda
var ferðmikil og tað vóru
fleiri leikarar, sum løgdust
við krampa. HB tóktist hava
takið, men NSÍ-ararnir vóru
ikki eiðasørir og hóttu við at
javna. Tað kom tó einki mál
afturat og U18-leikararnir hjá
HB stórfegnaðust sum vera
man um finalusigurin.
NSÍ – HB 3-4 (2-3)
0-1: Dan í Soylu, 11.
0-2: Jákup F. Hansen, 29.
1-2: Petur Knudsen, 31.
2-2: Petur Knudsen, 34.
2-3: Jákup F. Hansen, 37.
2-4: Dan í Soylu, 54.
3-4: Jann Benjaminsen, 59.
ítróttur
Jákup Mørk
Tað var annars 07 Vestur,
sum legði seg á odda, tá Jón
Weihe
Simonsen
royndi
seg við skoti útifrá. Helst
átti málverjin at vart fyri,
men onkursvegna smoygdi
bólturin sær kortini fram at
meskunum.
Sjey
minuttir
seinni
javnaði Tórmóður Djurhuus,
tá hann við góðum skoti
sendi bóltin í netið. Og lítla
løtu seinni legði Jógvan
Petersen HB framum.
Alt bendi á tryggan sigur,
tá Magnus Holm Jacobsen
royndi seg við langskoti, sum
málverjin hjá 07 Vestur helst
átti at tikið.
Undirhaldið fyri steðgin
var í topp, og tað gjørdist ikki
minni, tá Brandur Hovgaard
við rimmar langskoti umvegis
tvørtræið minkaði um munin.
Eftir steðgin vóru part
arnir heldur varligari, men
talan gjørdist tó um tvey mál
afturat. Fyrst økti Tórmóður
Djurhuus við góðum lang
skoti, men sjey minuttir
undan dystarloki fekk Dann
Fróðason spenningin í topp,
tá hann slapp púra leysur
móti málverjanum.
Vágamenn
royndu
at
trýsta, tað ið eftir var av
dystinum, men tað eydnaðist
teimum ikki at skjóta málið,
sum hevði noytt dystin út í
longda leiktíð.
07 Vestur-HB 3-4 (2-3)
1-0: Jón Weihe Simonsen, 15.
1-1: Tórmóður Djurhuus, 22.
1-2: Jógvan Petersen, 25.
1-3: Magnus Holm Jacobsen,
28.
2-3: Brandur Hovgaard, 32.
2-4: Tórmóður Djurhuus, 58.
3-4: Dann Fróðason, 63.
U14 dreingir Tað var undirhald fyri allar pengarnar,
tá ið U14 hjá HB vunnu málríka finalu ímóti 07 Vestur
U18 dreingir Undirhaldinum bilti einki í finaluni ímillum HB og NSÍ, har
málini í løtum rapaðu inn. Endin var, at HB skeyt eitt fleiri og vann 4-3
U14 hjá HB vann málríka finalu
U18 hjá HB omaná í málveitslu